
At olju- og gassvinnan nærkast Føroyum er risastóra veitaraskipið til olju- og gassvinnuna á Atlantsmótinum, sum kom á Havnina í morgun, enn eitt ítøkiligt dømi um.
Í løtuni verða tvær olju- og gassleiðir nærhendis Føroyum útbygdar, og hetta kann, um væl við til, og um føroyingar megna at marknaðarføra seg sjálvar sum framkomið veitaraland í Norðuratlantshavi, koma at geva arbeiði til nógvar hendur her á landi.
Í morgun legði so risastóra rørleiðingsskipið Deep Energy hjá veitarafyritøkuni Technip til at Skansabryggjuni í nýggju havnini í høvuðsstaðnum. Skipið er komið eftir útgerð, sum skal setast á havbotnin millum Føroyar og Hetland. Útgerðin kom við skipi til Havnar nú um dagarnar.
Vanliga brúka slík skip, sum arbeiða í frálandsvinnuni (offshore) havnir í Skotlandi ella í Hetlandi, tí tað oftani er stytri at sigla. Men tá talan er um útbyggingar av olju- og gassleiðum í økinum millum Hetland og Føroyar, eisini nevnt Atlantsmótið, tá er stytsta leiðin oftast at fara til Føroya. Og tað skuldi so eisini verið eitt gott agn, at føroyska samfelagið er so framkomið í allar hugsandi mátar við havnum, útbygdum undirstøðukervi og hópin av fyritøkum, sum skjótt og væl kunnu veita vørur og tænastur av alskyns slag.
Tað finnast einans fýra av hesum slagnum av skipum í heiminum, og nú skal so eitt teirra vera við til at útbyggja stóru olju- og gassleiðina Rosebank skamt frá føroyska markinum.
Tað hevur verið eitt ynski hjá føroyskum fyritøkum í mong mong ár, at útlendsk oljufeløg brúka føroyskar havnir og vørur og tæntastur, tá tey arbeiða nær Føroyum. Nyttuna av hesum sóu vit m.a., tá 9 brunnar vórðu boraðir á landgrunninum eftir ár 2000, og sum settu nógvar ringar í sjógvin her heima.
Rosebank leiðin liggur so tætt við Føroyar, at stór útlendsk veitarafeløg koma henda vegin við útgerð og fyri at fáa tænastur.
Vitjanin hjá Deep Energy í morgun er kærkomin og kundi verið eitt dømi um, at tað er við at ganga upp fyri útlendskum fyritøkum, sum arbeiða í olju- og gassvinnuni, at tað kann løna seg at brúka Føroyar sum útgerðar- og veitarahavn. Tíðin fer so at vísa, um so er.
Útbyggingin av Rosebank er longu í gongd og er rúgvusmikil útgerð flutt frá Lerwick í Hetlandi út á feltið, har tað verður gjørt klárt at bora fleiri brunnar í næstum. Tann framleiðslan skal so byrja við ársenda næsta ár. Nú sær ikki mætari út enn, at stóru veitarafeløgini hava fingið eygað á Føroyar eisini, nú Technip, ið telist millum stóru veitararisararnar, hevur lagt útgerð upp her og síðani flutt hana víðari til Rosebank við markið.
Victory - enn ein útbygging eystan fyri
Enn ein stór útbygging av gassleið um okkara leiðir fer fram miðskeiðis millum Hetland og Føroyar og verður nevnd Victory.
Hesa myndina tók føroyingur umborð á Norrønu seinasta túrin henda vegin. Tey eru farin norður um Hetland og sigla fram við Victory gassleiðini, har boripallurin Noble Endeveur hómast í havsbrúnni.
Victory gassleiðin, sum varð funnin í 1977, er í dag ogn hjá Shell, sum ætlar at fara undir framleiðslu av gassi í hesum árinum. Í løtuni verður gjørt klárt til hesa framleiðsluna, og tí er nógv fyrireikandi virksemi í økinum.
Alt hetta merkir, at vit fara at síggja ikki færri enn tvær nýggjar framleiðsluleiðir eystan fyri Føroyar innan gott og væl eitt ár.
Spurningurin er nú, um vit duga, megna og vilja marknaðarføra Føroyar sum veitaraland, har vit øll draga eina línu saman heldur enn at ganga í sjálvdrátti. Vit koma longst við at standa saman, men avgerandi er eisini at vit taka ítøkilig stig til at vísa Føroyar fram fyri umheiminum. Hetta kann m.a. gerast á ráðstevnum og við kunnandi tilfari um Føroyar og okkara veitarafyritøkur.
Í næstum fara umboð fyri FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk og Jarðfeingi á stóra ráðstevnu í Aberdeen, har endamálið umframt at hoyra um støðuna í vinnuni í Bretlandi og framtíðina í Norðsjónum, eisini er at vísa á oljuleitingina við Føroyar eins og veitingarmøguleikarnar her.
Vesturheimurin hungrar eftir gassi, og verður mett, at leiðirnar millum Hetland og Føroyar goyma stórar nøgdir av gassi, sum longu í dag nøkta ein part av tørvinum hjá bretum. Útbyggingarnar av Rosebank og Victory fara so aftur at hava við sær størri áhuga at leita eftir gassi í grannaøkjunum eisini eitt nú í Føroyum. Í seinastu útbjóðingini í bretskum øki fingu fleiri av stóru oljufeløgjnum nýggj loyvi har norðuri nær markinum. Á kortunum síggja vit nakrar av stóru framleiðandi gassleiðunum millum Hetland og Føroyar.
Equinor, Total, Ithaca, BP og Shell eru feløgini, sum hava víst størst áhuga fyri økjunum nærhendis Føroyum. Á kortinum síggja vit m.a. stóra áhugan hjá eitt nú shell fyri økjunum har norðuri. Vestan fyri hesi finnast stórir gassstrukturar á føroyskum øki, sum feløg áður hava vist áhuga, eitt nú Kúlubøkan. Hvør veit, tann tímin kemur kanska aftur.
Tað er felagið Tor Cargo, sum er umboð hjá rørleiðingsskipinum, ið helst fer av aftur Havnini í dag, eftir at útgerðin á Skansabryggjuni er heysað umborð. Á odda fyri fyritøkuni, hvørs høvuðsdeild er í Íslandi, er Jonhard Johannessen, sum annars hevur drúgvar royndir við at veita tænastur til eitt nú frálandsvinnuna.
Deep Energy fer í dag á leiðina eystan fyri Føroyar, har stór útbygging av Rosebank-kelduni í løtuni fer fram. Tað er Equinor, sum stendur fyri útbyggingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald