Uttanlands

Oljuprísur í 2024 millum 80 og 85 dollarar

Ta metingina hevur m.a. russiski varaforsætisráðharrin Alexander Novak og vísir til avgerðina hjá Opec+ at halda fram við avmarkaðu framleiðsluni. 

2023-12-31 18:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Greinarar eru eitt sindur varnir at meta um oljuprísin í 2024. Ein av orsøkunum er óvissan um støðuna í Ukraina og Gaza eins og nýggju hóttanina frá uppreistarbólkum í Yemen stuðlaðir av Iran. Hetta er við til at gera støðuna í eitt nú Vesturheiminum sera ótrygga. Og hetta hendir um somu tíð, sum strongt verður á at minka um og steðga nýtslu og framleiðslu av olju og gassi - um sama mundið sum roynt verður at gevast við innflutningi av olju og gassi úr Russlandi. 

-Ætlanin hjá Opec+ er ikki at seta sær sum mál ein ávísan oljuprís men at hava eina javnvág millum framleiðslu og eftirspurning soleiðis at vinnan hevur tryggar karmar at virka undir segði Novak við almennu russisku sjónvarpsrásina. 

Opec+ felagsskapurin við leiðandi oljuframleiðandi londunum Saudi Arabia og Russland samdust  at minka um framleiðsluna við 2,2 mió. tunnum um dagin í fyrsta ársfjórðingi í ár eftir eina príslækking. Eftir at Vesturheimurin hevur sett í verk boykott av olju og gassi úr Ruslandi hevur landið vent sær til Kina og Asia fyri at sleppa av við sínar orkuvørur. Kina hevur tí staðið fyri 45-50% av russiska oljutflutninginum í ár, meðan indiski innflutningurin av russiskari olju vaks við rakettferð frá ongum til nærum 40%.  Útflutningurin til Evropa er mettur at standa fyri minni enn 5% av øllum tí russiska orkuútflutninginum í ár, samanborið við 45% seinastu árini sigur Novak varaforsætisráðharri nú við ársenda. 

Sambært Reuters tíðindastovuni, sum hevur spurt 34 búskaparfrøðingar og greinarar um oljuprísin í 2024, fer hann at vera knappar 83 dollarar fyri tunnuna. Lækkandi búskaparvøksturin í heiminum fer eisini at ávirka eftirspurningin, sum aftur kann ávirka oljuprísin. Men sera spenta geopolitiska støðan í heiminum er við til at varðveita ein rættiliga høgan oljuprís sigur greinararnir. Spurningurin er so, hvussu leingi londini í Opec+ megna at standa saman við at varðveita skerjingarnar í oljuprísinum. At ein av stóru framleiðarunum, Angola  hevur tikið seg úr Opec kann skapa spenning í felagsskapinum, sum tá fer at standa fyri einum minni parti av samlaðu framleiðsluni. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder