Uttanlands

Oljuprísur lækkar undan OPEC fundi

Oljuprísurin lækkaði í morgun undir 70 dollarar. Eitt skifti var hann niðri á góðum 68 dollarum fyri tunnuna. Hetta er tað lægsta síðani august. Opec+ londini hava fund í løtuni og fara møguliga at steðga á við framleiðsluhækkingum fyri at fáa prísin uppaftur.

Opec+ londini fundast í hesi løtu, um tey skulu steðga á við framleiðsluøkingini av olju, fyri á tann hátt at steðga stóru niðurgondini í prísinum

Opec+ londini fundast í hesi løtu, um tey skulu steðga á við framleiðsluøkingini av olju, fyri á tann hátt at steðga stóru niðurgondini í prísinum

2021-12-02 14:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað eru bert fáar vikur síðani, at oljuprísurin var heilt uppi á 83 dollarum og eina løtu eisini á 85 dollarum fyri tunnuna. Síðani er hann lækkaður fleiri ferðir fyrst niður á 78 dollarar, síðani enn longur niður á 72 dollarar og í morgun endaði hann so á 68 dollarum fyri tunnuna. Bara í november er hann lækkaður við nærum 20%. 

Orsøkirnar til lækkingarnar eru fyrst og fremst óttin fyri avleiðingunum, sum nýggja koronafrábrigdið, Onicron, kann fáa fyri virksemið í heiminum. Haraftrat kemur avgerðin hjá USA saman við fleiri øðrum londum at lata upp fyri eyka strategisku oljugoymslunum.

Nú er stóri spurningurin, hvat Opec+ londini fara at gera fyri at steðga prísniðurgongdini og fyri at fáa prísin at venda aftur. Í dag hava londini fund, har støða skal takast til komandi framleiðsluna. Londini hava higartil økt um framleiðsluna við 400.000 tunnum um dagin hvønn mánað,  og tað var eisini ætlanin nú. Men eygleiðarar ivast í, um Opec londini fara at halda fram við økingini og meta, at hon møguliga verður sett í bíðistøðu. Tá vóna tey so, at prísfallið steðgar og síggja so helst, at hann hækkar aftur.

Ein niðurskurður í framleiðsluni fer at ávirka bæði útboð og prís, og tað hóvar m.a. USA illa, sum vil hava prísin enn longur niður, soleiðis at amerikanskir bileigarar ikki skulu rinda ov nógv við bensinpumpurnar.

Tað hevur higartil ikki eydnast USA at fáa Opec+ londini at økja sína framleiðslu meira. Leiðandi londini í Opec+ tvs. Saudi Arabia og Russland fara neyvan at sita hendur í favn, meðan oljuprísurin kavar víðari. Tí verður mett, at tey og hini londini í felasskapinum í dag fara at steðga á við framleiðsluvøkstrinum.

Heimsins størsti oljuframleiðari Saudi Arabia kann illa liva við einum oljuprísi í longdini, sum er niðanfyri 80 dollarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder