Í eina tíð hava vit aftur og aftur frætt, at ES hevur sett sær fyri at gevast við at keypa olju úr Russlandi longu í hesum árinum. Men samtíðis hoyra vit fleiri av limalondunum gera vart við, at tey fara ikki at taka eina slíka avgerð her og nú. Nøkur av londunum eru meira tengd at russiska orkuinnflutninginum enn onnur.
Nú hava tey sonevndu G-7 londini samtykt, at tey fara at boykotta ella í hvussu er minka um russiska oljuinnflutningin. Hetta gjørdu tey greitt sunnudagin, tá tey hittu ukrainska forsetan Vlodymyr Zelenskyy dagin fyri minningardagin fyri sigurin á týsku nazistunum í 1945. G-7 londini eru USA, Bretland, Kanada, Týskaland, Frakland og Italia og Japan.
Londini siga um sína avgerð, at tey samtíðis vilja tryggja, at londini fáa neyðugu tíðina til at tryggja sær alternativar orkuveitingar, sum skulu avloysa russiska olju. Londini gjørdu eisini greitt, at semja var um, at Putin má ikki vinna kríggið í Ukraina. USA hevur eisini kunngjørt um sama mundið, at tað fer at herða sanktiónirnar móti Russlandi. Aftrat hesum hevur Bretland gjørt av at stuðla Ukraina við vápnum fyri 10 mia. kr.
Greinarar eru farnir at skilja millum góða og ringa olju, “good oil” og “bad oil”. Tvs. olju, sum lond uttanfyri Russland framleiða og so ta russisku oljuna. Greinari í SEB, Bjarne Schieldrop vísir á, at ES enn ikki hevur megnað at seta í verk boykott av russiskari olju.
Hann vísir kortini á, at tað í dag bert er ein vegur fyri ES, og tað er fullkomiliga at kvetta við russiska olju. Hann kallar hetta fyri eitt kríggj millum “good and bad oil”. Og hetta merkir, at ES sum frálíðir ikki fer at nerta russiska olju. Stríðið er longu byrjað, eitt nú keypti ríkmaðurin Warren Buffett upp “góða olju” frá felagnum Chevron í fyrsta ársfjóðringi.
Russland fer nú at royna at flyta oljuútflutningin til lond í Asia men tað fer sambært norska greinaranum at krevja milliardaíløgur komandi 10 árini. Hann vísir á, at øll feløg í Vesturheiminum, sum hava verið partur av oljuframleiðslu í Russlandi, hava gjørt greitt, at tey taka seg úr landinum.
Orskuserfrøðingurin Dan Dicker roknar sambært Finansavisen við, at marknaðurin fer at missa 3 mió. tunnur um dagin úr Ruslandi yvir tíð, sum fara at hava við sær høgar oljuprísir uppá sikt. Hann roknar annars ikki við, at OPEC fer at gera stórvegis broytingar í sínum orkupolitikki men heldur varðveita verandi skipan við hækking av framleiðsluni hvønn mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald