Innanlands

Partur av loysnini heldur enn av trupulleikanum

-segði Tummas Justinussen, tá hann fekk heiðurin sum ársins vinnuátak á Vinnudegnum nú um dagarnar.

Tummas Justinussen vann Ársins Vinnuátak á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar. Mynd Jan Müller

Tummas Justinussen vann Ársins Vinnuátak á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum nú um dagarnar. Mynd Jan Müller

2023-10-06 15:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var eingin ivi, tá dómsnevndin undan ársins vinnudegi skuldi finna fram til tann persónin ella fyritøku, sum skuldi hava heiðurin sum Ársins Vinnuátak. Ein samd dómsnevnd valdi  at geva heiðurin sum Vinnuátakið 2023 til nýggju eldsløkkiloysnina ’Battery Briner’ hjá Tummas Justinussen.

-Við framfýsnu og nýhugsandi tilgondini, hevur toymið handan Vinnuátakinum skapt ein vinnumøguleika, sum eisini vísur sosiala og umhvørvisliga burðardygd, segði dómsnevndin m.a. í síni grundgeving og heldur fram: -Úrslitið er ein brand-sløkkiskipan, sum í framtíðini vónandi kann økja um trygdina hjá mongum fólkum, ikki einans í Føroyum, men eisini úti í heimi. 

[object Object]

Í takkarøðu síni vísti Tummas Justinnesen til tað, sum ein gløggur maður eina ferð hevur sagt:

-Trúgv teimum, sum søkja sannleikan. Ivast í teimumsum siga seg hava funnið hann...

-Vit hava ikki funnið tann æviga sannleikan, men vit hava bert ásannað, at vit hava ein nýggjan trupulleika, sum vit ikki kunnu loyva okkum at ignorera segði Tummas Justinussen og vísti til orðaakið:

Um tú kann velja ímillum at vera ein partur av trupulleikanum ella loysnini, so fyri Guds skyld vel at vera partur av loysnini.

Hann takkaði bæði dómsnevnd og starvsfeløgum á sjógvi og á landi fyri vístan eldhuga og gott tol í málinum.

-Eg veit eg fari á vandakós, tá ið eg byrji at nevna nøvn, men av uttanfyri standandi, loyvi eg mær at takka Tórshavnar Sløkkiliði og Bjarna Í Dali fyri góðan stuðul í samband við verkætlanina.

Vit endurgeva her áhugaverdu og sigandi grundgevingina hjá dómsnevndini fyri at lata eldsløkkiskipanini hjá Tummasi Justinussen heiðurin sum Ársins Vinnuátak:

[object Object]

Grundgeving:

"Í mong ár hava flest øll hoyrt um fyribrigdið ”Global Warming”. Hóast summi eru ósamd, so hava vísindafólk í mong ár rópt varskó og heitt á politiskar leiðarar, fyritøkur og einstaklingar um at gera átøk fyri at betra um støðuna viðvíkjandi alheimsupphitingini.

Orðaskiftið fyllir meir og meir í almenna rúminum, og hóast fleiri átøk verða gjørd fyri at tálma globalu upphitingini, tikist tað sum um, at vit áhaldandi renna aftaná í kappingini við at avmarka umhvørvisligu ávirkanina vit hava á klótina. Hetta hóast ST-heimsmál, París-sáttmála og alskyns CO2 avgjøld eru sett í heimin fyri at avmarka umhvørvisdálkingina. Upphiting ella ikki, so sleppst ikki undan, at sjóneykan seinnu árini veruliga er sett á umhvørvið, og orð sum ‘grøna orkuskiftið´, ’burðardygd’, ’vakstrarhúsgass’ og ’net-zero útlát’ kenna øll til í dag.

Staðfestast kann at grøna orkuskiftið er vorðið eitt álvarsligt skundmál, og ávaringarljósini hjá veðurlagsfrøðingum blunka bæði skjótari og blankari enn nakrantíð.

Í summar var ST-aðalskrivarin, António Guterres so bersøgin, at hann staðfesti at ”tíðin við heimsupphiting er av - nú kókar heimurin”. Stóra og einfalda alheimskøliskipanin er tó fyribils ikki at síggja í havsbrúnni.

Men nú skal leggjast á annan bógv, og rákið kring alt samfelagið er týðiligt – nú skal burðardygd á skrá! Hjá einkulta føroyinginum skal matoyðsl avmarkast. Ruskið skal skiljast og endurnýtast, og tað skulu mótaklæðini sjálvsagt eisini. Jú eldri og fleiri hol eru á buksubrókunum, tess fínari gerast tær. Enntá gomlu innandura skógvanir eru blivnar eitt stórt hitt hjá teimum, ið veruliga duga at skilja nýggju kósina. Øll orka skal sjálvsagt vera burðardygg.

Og loysnirnar eru nógvar. Tí standa sólorkupanel nú í Sumba, biogassverk á Hjalla, fleiri nýggjar vindmyllulundir, og í Vestmannasundi vera royndir við sjóvarfalsorku eisini gjørdar. Tørvurin á grønari orku tykist ongan enda at hava til mongu el-riknu tólini, sum kunnu verða alt frá smart-telefonum, teldum, bátum og alskyns maskinum. Eisini bilaframleiðarar brynja seg til grønu framtíðina.

Nú skal koyrast í el-akførum, har orkan verður framleidd úr burðardyggum orkukeldum. Ístaðin fyri at fylla tangarnar við svartari orku, skulu stóru battaríini løðast við grønari orku. Men kent føroykst orðatak sigur at “Vandi er í hvørjari vælferð”, og soleiðis kann eisini verða við hesum góðu og kraftmiklu battaríum.

Grøna orkuskiftið hevur skapt ein stóran og heimsumfatandi trupulleika, sum tey flestu vita um, men ikki vita, hvussu vit skulu loysa. Tí hóast battaríini kunnu fyllast við grønari orku, so kunnu tey eisini – um illa vil til – kykna og fara at brenna. Og tá eru tey næstan ikki til at køva aftur. Eitt lithium bilbattarí kann sostatt brenna í meir enn 24 tímar.

[object Object]

Hetta kann henda allastaðni, tó at tað serliga er umborð á flogførum og skipum, at umrøða hevur verið um stóra vandan, um eldur kyknar í battarínum á einum el-riknum tóli. Tað er sum um, at ongin rættsiktaður torir at ímynda sær, hvat hendir, um eldur kyknast í ein el-bil í einum undirsjóvartunli langt undir Atlantshavi, ella umborð á einum stórum ferðamannaskipi. Til dømis umborð á Norrønu. Men soleiðis er tíbetur ikki. Tí ikki at taka trupulleikan í álvara er ikki ábyrgdarfull leiðsla. Og tí er tað, at toymið aftan fyri Vinnuátakið 2023 hevur brúkt óteljandi tímar at royna at finna júst tí røttu loysnina til at loysa hesa stóru avbjóðing.

Góð hugskot kunnu spretta allastaðni, og viðhvørt eru loysnirnar einklari enn vit rokna við, og kunnu vera nærri enn vit geva okkum far um. Vit eru í Føroyum umgird av sjógvi - Einari rúgvu av saltvatni. Og tað eru grundevnini handan ársins vinnuátaki.

Hugskotið til ársins átak kom eisini frá royndum úr aðrari vinnu – at frysta krabba, og er í einfaldari týðing ein heilt ávís blanding av vatni, salti og kulda, sum á serliga effektivan hátt kann miðsavna eina stóra nøgd av kulda og harvið betur kann køva eld.

Ársins Vinnuátak hevur sostatt tikið eina stóra avbjóðing í álvara, og hevur í ávísan mun funnið ein hátt at sløkkja eld í el-bilum, og harvið minka munandi um møguleikan fyri vanlukkum. Tí metir manningin og leiðlsan umborð á Norønnu eisini, at tey nú eru før at flyta el-akfør uttan at økja um vandan í mun til aðrar bilar. Men hugskotið og møguleikanir handan Vinnuátakið 2023 steðga ikki umborð á Norønnu. Sostatt er ætlanin, at hini skipini hjá Smyril Line, ið flyta el-bilar, skjótt eisini skulu hava hesa brandsløkkiskipan.

[object Object]

Uttanfyri Føroyar er eisini stórur áhugi fyri skipanini, sum patent eisini er fingið til. Skipanin verður hartil víðari ment, so hon eisini kann brúkast í eitt nú flogførum, tokum, handilsmiðstøðum ella aðrastaðni, har tørvur er í almennum rúminum.

Dómsnevndin hevur í sínari grundgeving lagt dent á, at eld-sløkkiskipanin kann nøkta ein stóran og vaksandi tørv, sum serliga er eyðsýndur umborð á stórum skipum, men sanniliga eisini aðrastaðnis.

Serliga er tað hugkveikjandi at síggja, at í staðin fyri at síggja forðingarnar við fleiri og fleiri el-riknum tólum og serliga bilum, so hevur toymið handan átakið heldur roynt at finna loysnir. Úrslitið er ein brand-sløkkiskipan, sum í framtíðini vónandi kann økja um trygdina hjá mongum fólkum, ikki einans í Føroyum, men eisini úti í heimi. Við hesari framfýsnu og nýhugsandi tilgongdini, hevur toymið handan Vinnuátakinum skapt ein vinnumøguleika, sum eisini vísir sosiala og umhvørvisliga burðardygd.

Ein samd dómsnevnd hevur í ár valt at geva heiðurin sum Vinnuátakið 2023 til nýggju eldsløkkiloysnina ’Battery Briner’ hjá Tummas Justinussen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder