Nú tveir dagar undan altjóða veðurlagsráðstevnuni COP26 í Glasgow, hittast Francis pávi og amerikanski forsetin Joe Biden fyri m.a. at umrøða veðurlagsbroytingarnar í heiminum. Tað eru tveir tann mest framstandandi persónarnir í katólsku kirkjuni.
Í samrøðu við BBC í morgun segði pávin, at heimurin er noyddur til at taka víðgongd stig til tess at steðga veðurlagsbroytingunum. Tað sigur hann júst áðrenn hann fer at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden í Vadicanium í Róm. Teir báðir skulu umrøða koronasóttina, veðurlagsstøðuna og annars støðuna í fátækum londum, nú G20 londini eisini fara at hava fund.
Biden, sum ætlaði at hava við sær til COP26 eina góðkenning frá Kongressini til sín framtíðar veðurlagspolitikk, mátti kortini fara úr heimlandinum til Evropa uttan eina slíka avtalu. Hon skuldi annars vera partur av høvuðsboðskapinum hjá Biden forseta í Glasgow, men er nú útsett til í næstu viku ístaðin. Kortini hevur Biden boðað frá, at hann hevur við sær eina sonevndan karm “framework”, sum hann orðar tað, til framtíðar amerikanska íkastið til altjóða veðurlagspolitikkin.
Tað er annars ikki fyrstu ferð, at Francis pávi ger vart við sína støðu til veðurlagsbroytingarnar og tørvin á at gera nakað ítøkiligt fyri at steðga teimum. Hann var eisini ein av undangongufólkunum á ráðstevnuni í París í 2015. Tá mælti hann heimsins tjóðum til at standa saman í stríðnum móti veðurlagsbroytingum, og tað verður hildið, at tað var ikki minst eitt bræv frá Pávanum tá til luttakararnar í París, sum gjørdi, at full undirtøka loksins var fyri at arbeiða fram móti einum hitavøkstri uppá í mesta lagi 1,5 stig innan 2030.
Pávin hevur tó avgjørt ikki at vera tilsteðar á ráðstevnuni í Skotlandi, har Joe Biden og umleið 120 statsleiðarar úr øllum heiminum fara at luttaka. Tó við undantaki av m.a. russiska og kinverska forsetanum.
Keldur: Washington Post
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald