Innanlands

Pumpuskipanin hjá SEV alstóran týdning

Ætlaða pumpuskipanin í Vestmanna er eitt sera týdningarmikið lið  í okkara framtíðar orkuskipan.

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni: -Vit síggja, at elnýtslan úr vindorku veksur. Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa meira vindorku inn í skipanina og ongantíð ov skjótt. Og tí er avgerandi, at fyrsta vindorkulundin í Sandoynni verður veruleiki sum skjótast eins og tann í Suðuroynni.

Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni: -Vit síggja, at elnýtslan úr vindorku veksur. Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa meira vindorku inn í skipanina og ongantíð ov skjótt. Og tí er avgerandi, at fyrsta vindorkulundin í Sandoynni verður veruleiki sum skjótast eins og tann í Suðuroynni.

2024-10-30 17:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er Kári Mortensen á Umhvørvisstovuni sannførdur um, og tað duldi hann heldur ikki fyri á orkuráðstevnuni í Vágum seinasta vikuskiftið. 

Hann vísti á, at vit í dag framleiða ikki meira el úr vatni, enn vit hava gjørt síðani 1990, tí tað longu er semja í Føroyum um tey øki í Føroyum, sum skulu brúkast til vatnorku. Tað sær tí eisini út til at vera sera ringt at fara undir at útbyggja vatnorkuna enn meira.

-Tað skulu vit liva við og klára okkum við. Vatnorkan hevur tó stóran týdning sum stabiliserandi orka, og til tess kunnu vit gera meira við vatnið enn gjørt verður í dag og vísir til nógv umrøddu pumpuskipanina hjá SEV, sum ætlanin er at gera í Vestmanna. Her kemur vatnorkan nevniliga í eina nýggja støðu, ið er sera týdningarmikil fyri okkum.

[object Object]

-Eftir mínari meining er henda orkuætlan ótrúliga týdningarmikil fyri framtíðar føroysku elskipanina. Hóast hon er avmarkað, umboðar hon eina sera týðandi orku. Hon ger nevniliga, at vit kunnu brúka vindorku, sum ikki kemur til høldar í dag og goyma hana, til vit mangla varandi orku.

Kári Mortensen vísti í framløgu síni á, at kostnaðurin av pumpuskipanini er dýrkaður og er seinasta metingin 2,2 mia. kr. Hetta hevur fingið kommunalpolitikarar at seta hana á pausu. Men hesin meirkostnaður kann gerast minni, og tað heldur hann vit eisini megna.  

Hava ikki ráð at lata vera 

-Vit eiga ikki at spyrja, um SEV hevur ráð til hesa íløgu. Vit eiga at spyrja, um samfelagið hevur ráð til at lata vera. Tað er ikki ein spurningur um, hvør ger tingini men um, hvat vit eiga at gera. Og tað er eingin ivi um, at hetta eiga vit at gera. Tað er SEV, sum ger og stendur fyri hesi verkætlan, men tað er einki, sum forðar fyri, at onnur eisini kunnu gerast partur av verkætlanini og gera partar av henni, um so er, at tað er trupulleikin. Tað mugu vit so loysa.

[object Object]

Kári Mortensen, sum man vera ein av teimum, ið hevur gingið á odda at tala grønu søkina, nýtti eisini høvið á orkuráðstevnuni á Giljanesi til at greiða frá, hvussu langt norðurlendsku grannar okkara eru komnir innan grøna orkuskiftið. Og her vísir tað seg, at Ísland er nógv tann grønasta tjóðin av Norðurlondunum. Tað er tó ein sannroynd, at øll Norðurlond framvegis brúka olju eitt nú til mongu bilarnar og skipini. Hann helt fyri, at hyggja vit eftir Føroyum, tá eru vit kanska meira heppin enn onnur, tí vit hava uppaftur størri møguleika at gera tað betri.

[object Object]

Grøna orkan 10% av orkunýtsluni

-Grøna orkan í Føroyum í dag er umleið 10% av orkunýtsluni. Hyggja vit yvirskipað eftir oljuni, so telur hon meira enn 90% í okkara orkunýtslu. Seinastu árini hava vit brúkt umleið 300.000 tons av olju um árið. Tað er ikki smávegis. Vit vita eisini, at vit brúka nógvar pengar til olju, í 2022 varð upphæddin 2,2 mia. kr. men í 2023 minkaði hon til 1,7 mia. kr. Tað eru sera nógvir pengar í okkara búskapi helt Kári Mortensen fyri og spurdi: 

-Hava vit sæð toppin av oljunýtslu í Føroyum og var hann í 2021? Vit síggja eina støðuga øking frá 2016, og tað er tí, at samfelagið er ekspanderað sera nógv, og vit brúka nógv meira orku. Frá 2021 til 2022 minkar hon men fer so aftur at vaksa í 2023. Spurningurin er, um vaksandi virksemið í samfelagnum, fer at gera, at oljunýtslan fer at vaksa aftur, til tað hon var í 2021. Her er tað mín meting, at tað fer hon ikki. Vit hava verið á toppinum, og frá nú av fara vit at brúka minni og minni.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

SEV týðandi leiklut

Hyggja vit eftir elnýtsluni er hon umleið 5% av okkara samlaðu orkunýtslu. Her síggja vit, at framleiðslan úr vatni er sera støðug. Dysturin er, um vit klára at hanga í við varandi orku, sum er tøk til tann vøksturin, ið er í samfelagnum. Her verður tað serstakliga  áhugavert at fylgja við vøkstrinum í vindorkuni. 

Kári Mortensen vísti á, at frá 2022 til 2023 vaks CO2 útlátið, og tað var orsøkin til, at hann eisini hevði tikið 2024 við í roknistykkið.  Her sæst nevniliga, at oljunýtslan hjá SEV fyrsta ársfjórðingin í 2024 minkar nógv. Samtíðis veksur elnýtslan. Orsøkin er,  at SEV við sínum nýggju battaríum og synkronstabilisatori fær meira av vindorkuni til høldar. Tað er so ein orsøkin til, at tað í 2024 er sera stórur vøkstur í framleiðsluni av vindorku og eisini orsøkin til, at oljunýtslan hjá SEV er nógv minkað. Tað er greitt, at SEV hevur ein sera týðandi leiklut í grøna orkuskiftinum.

Meiri vindorka skal seta ferð á grøna orkuskiftið

-Spurningurin er so, um tað er nokk til, at tann samlaða oljunýtslan fer at minka vísti Kári Mortensen á og staðfesti aftur, at oljunýtslan í elframleiðsluni er minkað nógv frá 2021 til 2022, frá 2022 til 2023 veksur hon eitt sindur, men nú minkar hon aftur. Henda gongdin fer heilt víst at halda fram og koma fleiri vindmyllur, tá fer gongdin at ganga enn skjótari.

[object Object]

-Vit síggja, at elnýtslan úr vindorku veksur. Tað er sera týdningarmikið, at vit fáa meira vindorku inn í skipanina og ongantíð ov skjótt. Og tí er avgerandi, at fyrsta vindorkulundin í Sandoynni verður veruleiki sum skjótast eins og tann í Suðuroynni.

Magn og Effo eiga í dag 70% av vindorkuframleiðsluni í Føroyum, meðan SEV eigur 30%.

[object Object]

[object Object]

Mugu fáa avlopsorkuna til høldar

Kári Mortensen vísti á, at vit longu hava nógva avlopsorku í sambandi við vindmyllurnar, og tað er nakað vit eiga at arbeiða við og tryggja, at eitt nú vinnulívið kann gerast brúkari av hesi avlopsorku til ymisk endamál. Tað mugu vit syrgja fyri at fáa gongd á.

-Vit síggja í dag, at stórur vøkstur er í elnýtsluni bæði í fiskivinnuni og alivinnuni og seinastu árini eisini innan íbúðarøkið. Samlaða talið av húsum, sum hava hitapumpur, er komið uppá 5000. Vit hava tilsamans eini 20.000 hús, so vit eru við at koma rættiliga í gongd. Hvat viðvíkur bilunum síggja vit somu myndina. Í løtuni eru 2300 elbilar í Føroyum út av umleið 30.000. So her er enn langt á mál men eisini nógv er komið í gongd.

Hyggja vit at virksemi, sum longu er elektrifiserað, sæst, at vit spara umleið 200 mió. kr. um árið í oljuinnflutningi vegna grøna orkuskiftið. Hyggja vit so eftir tí, sum vit kundu havt gjørt, so kundu vit spart 300.000 tons og 1,7 mia. Men vit eru so komin í gongd við grøna orkuskiftinum við meira enn 10%. Tað er nú ikki so galið.

Skulu vit elektrifisera alt samfelagið, so skulu vit brúka sera nógvan streym. Ber tað til? Ja, men tá skulu vit brúka nógv meira av vindorku aftrat.

[object Object]

[object Object]Uni Arge, journalistur, ið skipaði framløgurnar og orðaskiftini og setti spurningar við sera hepnari hond og Kári Mortensen. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder