Uttanlands

Putin: Góðkennið Nordstream 2 og tit fáa meira gass

Russiski forsetin Vladimir Putin sigur nú, at Evropa kann fáa 10% meira gass, um Týskaland góðkennir nýggju gassleiðingina

Russiski forsetin Putin vil økja um útflutningin av gassi til Evropa við 10% tó við teirri treyt, at Týskaland skjótast góðkennir Nordstream 2 gassleiðingina.

Russiski forsetin Putin vil økja um útflutningin av gassi til Evropa við 10% tó við teirri treyt, at Týskaland skjótast góðkennir Nordstream 2 gassleiðingina.

2021-10-22 14:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Stórur partur av Evropa er raktur av orkukreppu, nú eftirspurningurin eftir gassi er farin upp í loft og prísirnir somuleiðis. Goymslurnar av gassi eru eisini við at tømast.

[object Object]

Fyri lond, sum eru stórbrúkarar av gassi so sum Bretland, kemur hetta sera dátt við, nú veturin stendur fyri durum. Hetta hendir um somu tíð, sum størsti framleiðarin av gassi, Russland, er ført fyri at lata meira gass til Evropa men setir treytir fyri at lata brúkarunum í Evropa meira gass. Russland kann lata 10% meira gass til londini í Evropa, um Týskaland fyrst góðkennir at lata upp fyri Nordstream 2 gassleiðingini. Gazprome, sum stendur fyri russiska gassinum og sum staturin eigur, vil hava Evropa at gera langtíðar avtalur og brúka Nordstream 2. Hinumegin bera lond í Vesturheiminum ótta fyri at gerast ov bundin av Russlandi, um tey gera langtíðar orkuavtalur við landið.

Hetta russiska kravið hevur fingið øði í fleiri politiskar leiðarar í Evropa, sum halda, at Russland vitandi brúkar orkukreppuna til egnan fyrimun og harvið setir trygdina í vanda – her er talan um geopolitikk verður sagt. Hesum vísir russiski forsetin aftur og vísir á, at fær  Nordsteam 2 grønt ljós frá myndugleikunum í Týskalandi í dag, so kemur meira gass til Evropa longu í morgin.

Hvussu man enn tulkar støðuna, so er her talan um eitt slag av valdsstríði millum Russland og Vestanveldini, sum longu frammanundan eru nógv bundin at russiskum gassi. Grøna orkuskiftið við varandi orku hevur so eisini verið við til at skunda undir orkukreppuna, eitt nú tí vindorkan hevur verið nógv minni enn ætlað. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder