Ein kolvetnisútbygging, sum hevur fingið nógva og sera atfinningarsama umrøðu nú í fleiri ár, er “Nord Stream 2” verkætlanin, sum fevnir um eina gassrørleiðing úr Ruslandi til Evropa. Hon skal vera við til at tryggja gassveitingina til fleiri evropeisk lond í framtíðini, men serstakliga amerikanski forsetin hevur verið harðliga ímóti hesi ætlan, tí hann metir, at hon fer at gera Evropa nógv meira bundið at Ruslandi í framtíðini. Hann hevur tí hótt tær fyritøkur, sum eru við til at fremja ætlanina í verki, við sanktiónum.
Eitt skifti elvdi verkætlanin eisini stórt høvuðbrýggj fyri Danmark, tí leiðingin skuldi ganga gjøgnum danskt sjóøki. Danska stjórnin sendi bóltin víðari til leiðsluna í ES og helt, at hon mátti taka endaliga avgerð um at geva loyvi ella nokta Ruslandi at leggja leiðingina gjøgnum eitt ES land. Tann avgerðin kom so uppá pláss í fjør.
Loksins hevur Gazprom, sum stendur fyri verkætlanini, gjørt av, eftir amerikonsku sanktiónirnar, at Rusland sjálvt tekur um endan og fullfíggjar verktætlanina. Hetta váttar eitt umboð fyri Gazprom sambært Financial Times. Støðan er í løtuni tann, at umleið 94% av verkætlanini eru liðug. Nú restar í at fáa leiðingina til endastaðið, sum er Týskaland. Enn er ikki greitt, hvørjar fyritøkur skulu avloysa tær vesturlendsku, sum hava staðið fyri arbeiðinum.
Umframt Gazprom eru eisini hesi oljufeløgini við í verkætlanini, Engie, OMV, Shell, Uniper og Wintershall DEA. Avgerðin hjá Trump forseta at fremja sanktiónir móti vesturlendskum fyritøkum førdi beinanvegin til, at sweisiska-hálendska rørleggingarfyritøkan Allseas tók seg úr verkætlanini.
Hóast amerikanarar grundgeva sínar sanktiónir við, at rørleiðingin kann vera ein hóttan móti trygdini í Evropa, so er eisini greitt, at mong meta tað meira vera áhugan hjá USA at útflyta LNG gass til Evropa, sum er ein høvuðsorsøkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald