Hetta varð boðskapurin hjá landsstýrismanninum í orkumálum, Høgna Hoydal, tá hann í farnu viku svaraði munnligum fyrispurningi frá tingmanninum Helga Abrahamsen úr Sambandsflokkinum. Hesin spurdi, hvørja støðu landsstýrið hevur til spurningin um at geva loyvi til at leita eftir og útvinna kolvetni úr føroysku undirgrundini?
Í viðmerkingum sínum vísti tingmaðurin á, at landsstýrið í mong ár samráddist við donsku stjórnina um at yvirtaka føroysku undirgrundina. Í 1992 varð komið á mál við hesum samráðingum, har loysnin var, at føroyska heimastýrið yvirtók málsøkið ráevni í undirgrundini. Nakrar royndarboringar eru gjørdar á føroyska landgrunninum, tó fyribils uttan úrslit. Stórur áhugi er tó fyri føroysku undirgrundini, tí hildið verður, at olja í rakstrarverdum nøgdum er at finna har. Men í samgonguni eru røddir frammi, ið eru ímóti bæði leiting og framleiðslu av olju úr føroysku undirgrundini. Tí verður spurt, hvørja støðu landsstýrið hevur til hetta málið.
Høgni Hoydal landsstýrismaður segði í sínum svari seg væl skilja, at tingmaðurin setir fokus á hetta málið, tí tað hevur verið stórt orðaskifti ikki bara millum samgonguflokkarnar men eisini innanhýsis í flokkunum um hetta málið, eisini í Tjóðveldi.
-Støðan hjá hesum landsstýrinum er, at vit hava ongar ætlanir um at fremja nakað nýtt útbjóðingarumfar, men verandi Open Door skipan heldur fram, tvs. har Jarðfeingi hevur samskifti við møgulig áhugað feløg til at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini. Jarðfeingi ger eisini enn eitt ávíst marknaðararbeiði fyri at hava samskifti við hesi feløgini. Og landsstýrismaðurin helt fram:
Føroyar grønasta landið
-Annars er málið hjá hesum landsstýrinum, onkur sigur kanska í andsøgn, men munandi øðrvísi. Tað er, at Føroyar kunnu vera tað grønasta landið í tí grøna orkuskiftinum. Vit hava ovmikið av varandi og endurnýggjandi orkukeldum í Føroyum, bæði tær vit kenna í dag og aðrar, sum taka seg upp, so tað er fremsta mál hjá hesum landsstýrinum, og tí hevur landsstýrið stovnað eitt umhvørvis- og orkumálaráð, har orku- og umhvørvispolitikkurin eisini fer at verða viðgjørdur. Men støðan viðvíkjandi kolvetni er, at vit hava ongar ætlanir um nakað útbjóðingarumfar men verandi Open Door skipanin heldur fram.
Kai Leo Johannessen, tingmaður úr Sambandsflokkinum helt tað vera týdningarmikið, at vit hava eitt signal at senda út í heim. -Vit hava nógvar lønarútreiðslur til fólk, sum sita og arbeiða við hesum, tí er tað týdningarmikið, at vit melda greitt út: vilja vit loyva feløgum at bora ella vilja vit ikki og hann helt fram:
-Úr oljuúrdráttum koma umleið 500 ymiskar vørur og ein av teimum, sum er sera týdningarmikil fyri tað grøna umskiftið, eru vengurnar á vindmyllunum. Ætla vit at gevast við at gera vengur til vindmyllur? Hvat skal so mæla runt? Tað verður gjørt av oljuúrdráttum. Vit mugu vita, hvat skal til.
Jørgen Niclassen, tingmaður frá Fólkaflokkinum, takkaði landsstýrismanninum, at hann tekur undir við Open Door, har tað ber til at leita eftir olju í Føroyum og helt fyri, at sjálvandi skulu vit útvinna olju í Føroyum, so leingi verðin hevur brúk fyri henni.
-Ímynda tær at bara russar framleiða olju, tað hevði verið ræðuligt.
Grøna orkuskiftið og útvinnan av olju hond í hond
Helgi Abrahamsen takkaði landsstýrismanninum fyri svarið, sum honum dámdi sera væl og segði seg annars ganga fult inn fyri tí grøna orkuskiftinum, sum hann helst sg vita, at landsstýrið eisini ger, men hann helt samtíðis, at tað at ganga inn fyri grøna orkuskiftinum og útvinna olju saktans kann ganga hond í hond. Og tað er kanska neyðugt eisini.
Eysturoyar tingmaðurin, sum sjálvur umsat oljuvinnuna, tá hann var landsstýrismaður, helt fyri, at kemur onkur her at leita eftir olju, so eiga vit at kunna seta sum treyt, at so og so nógv av úrtøkuni skal fara til grøna skiftið.
-Olja fer at verða brúkt í nógv ár, og hon verður brúkt til so nógv annað enn at brenna. Vit kunnu ikki framleiða ein elbil uttan olju. So vit skulu geva teimum, sum vilja leita, loyvi til tess.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður segði seg ikki vera so samdan við viðmerkingingarnar um, hvussu einfalt hetta málið verður sett upp.
-Sum eg nevndi er ein áhaldandi viðgerð av hesum málinum vónandi í øllum flokkum. Tað eru jú sterkar grundir, sum tala fyri tí, at tað er ovmikið av kolvetni til tey mongu næstu árini. Tann stóri spurningurin er, hvussu ætla tey stóru londini í heiminum at gera tey veðurlagstiltøkini, sum kunnu forða fyri teimum avleiðingum, ið vit vita við vissu koma av útlátinum av vakstrarhúsgassum. So málið er als ikki so einfalt sum hetta.
Málið snýr seg um at minka um útlátið
Landsstýrismaðurin segði seg samtíðis bara kunna svara fyri, hvat landsstýrisflokkarnir higartil eru samdir um í samgonguni, meðan allur tann stóri spurningurin um tað veruliga stóra skiftið, sum fer at krevja heilt ómetaliga nógv eisini av okkum til grøna orku ikki bara hjá okkum men í øllum heiminum. At vit eisini í okkara altjóða ábyrgd siga, at vit gera okkara til at minka okkara útlát av veðurlagsgassum. Tað er í veruleikanum tað, sum hetta málið snýr seg um.
Viðvíkjandi teimum kolvetnunum og teimum útlitum, sum eru, segði landsstýrismaðurin víðari:
-Núverandi støðan við tí ólukkuliga krígnum í Ukraina hevur eisini gjørt, at nú fara lond bráddliga at seta meira ferð á olju- og gassleiting aftur fyri at gera seg meira leys av russiskum gassi. Støðan í Ukraina er ræðulig, men støðan í heiminum er heldur ikki góð fyri tað grøna orkuskiftið haldi eg. Í løtuni forvinna oljufeløgini ovurstórar pengar uppá kríggið, so eg vóni, tá landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum fer at leggja fram ein orku- og umhvørvispolitikk, at vit kunnu viðgera hetta í einum stórum høpi og ikki bara sum ein einfaldan svart hvítan spurning, sum her verður spurt og sum eg sjálvandi svari greitt uppá: at vit hava framvegis Open Door skipan, og Jarðfeingi er framvegis í samskifti við oljufeløg. Nógv hendir á markinum til Bretlands, eisini við útbygging av nýggjum infrakervi, men tann stóri spurningurin um okkara ábyrgd í veðurlagsmálum er í veruleikanum tað, sum vit áttu at brúkt orkuna uppá.
Føroyskir oljupengar til grøna orkuskiftið
Helgi Abrahamsen vístia, at steinøldin endaði ikki, tí eingir steinar vórðu eftir. Hon endaði, tí man fann onnur evni, sum vóru nógv betri, og eg trúgvi heldur ikki, at oljuøldin fer at enda, tá eingin olja er eftir. Hon endar tann dagin, tá vit hava funnið nakað annað, sum er nógv betri. Og tí skulu vit eisini arbeiða fram móti nøkrum, sum er nógv betri, men samtíðis mugu vit ikki fornokta tað, at oljan er neyðug nú.
Tingmaðurin vísti til tíðina, tá vit umløgdu føroysku uttanlandsskuldina í 1999. Tá kom tað við í avtaluna, at 500 mió. kr. skuldu strikast av skuldini, um olja ikki var funnin innan 2018.
-Man legði so stóran dent, at tað var oljan, sum kundi gera okkum rík. Einki stóð í avtaluni um, at kom alivinnann fyri seg aftur, ella markelurin kom aftur í føroyskan sjógv ella annað, sum kundi skapt ein veldugan vøkstur í Føroyum. Tað bleiv ikki nevnt, tí eingin droymdi um tað tá. Men tað var oljan, sum skuldi gera okkum rík. Tað hevði verið fullkomiliga skeivt at sagt nú, at nú brúka vit ikki henda møguleikan. Hetta er ein stórur møguleiki, og eg haldi, at vit kunnu saktans tengja hetta saman við at siga, at pengarnir vit vinna við hesum skulu vit brúka til at umleggja til grøna orku og finna aðrar betri loysnir segði Helgi Abrahamsen, sum alt í alt segði seg dáma væl, at landsstýrið vil hava, at hesin møguleikin skal standa opin, samtíðis sum man eisini leggur um til grøna orku.
Føroyar vælsignaðar við grønum orkukeldum
Tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum Høgni Hoydal, sum endaði orðaskiftið henda mikudagin í farnu viku og segði:
-Við allari virðing fyri hesum sjónarmiðinum, so kenni eg tað soleiðis sjálvur, at alt fokus á fossil brennievni, sum olja og gass jú eru, og tað, sum hendir nú við heimspolitisku støðuni, hevur gjørt eina endurreising fyri fossilar politikarar, og eg eri nokk partur av tí sjálvur. Men eg lurti eftir tí, sum hendir. Vit síggja als ikki tað skiftið, sum skal gerast. Tá vit aftur tosa um hetta við steinøldini ol., sum Helgi Abrahmsen nevndi, so hoyri eg tað. Men eg føli tað sjálvur sum, at vit eru á einum støði, har vit ikki hava sæð veruligu krøvini til umleggingina til grøna og varandi orku ikki bara hjá okkum men um allan heim.
Og tí endurtaki eg bara og spyrji: er nakað land í heiminum, sum er so vælsignað við varandi náttúrugivnum orkukeldum sum Føroyar, also tær sum endurnýggja seg, takið bara sjóvarfalsorkuna, hvørs royndir vónandi halda fram, umframt alt annað og við at gera nýggj brennievni sum vetni burtur úr varandi orku. Tað er har vit skulu hugsa. Tí vóni eg ikki, at hetta orðaskiftið aftur fer at snúgva seg um, at vit næstan eru 20 ár aftur í tíðini og tosa um oljuna og oljuleiting í tí samanhangi. Tað skal vera mín áheitan.
Ræðið á okkara grønu orkukeldum og undirgrund
Og landsstýrismaðurin endaði við orðunum:
-Einaferð lýstu vit við, at oljan er okkara. Tá var tað longu komið fram, at oljan var funnin. Tað snúði seg um, at vit í Føroyum hava sjálvi ræðið á okkara undirgrund, og at vit eisini hava ræðið á okkara grønu orkukeldum. Tað er eisini eitt mál, sum er ótrúliga týdningarmikið fyri tjóðarbyggingina og okkara ræði á hesum í framtíðini. Tað skal man eisini hava við, um man hugsar um, at tað møguliga fara at koma umsóknir innan fyri Open Door skipanina, at vit sjálvi hava ræði á tí, og at tað ikki bara verður ein vinna, sum skapar nøkur fá rík fólk og ikki ein vinna, sum skapar eitt veruligt umskifti.
Komandi mikudag 22. februar skal Høgni Hoydal svara skrivligum spurningi frá tingkvinnuni Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um júst sama mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald