
- Sev er framvegis av teirri áskoðan, at verkætlanin Eysturlund hjá Bakkafrosti og Effo er ein spennandi verkætlan, sum m.a. nevnt í samrøðu við KvF tann 26. november 2024. Tað er eingin trupulleiki, at ein slík vindmyllulund verður partur av elnetinum hjá Sev, og vit flyta fegin streymin frá myllunum til Fuglafjarðar.
Hetta sigur stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, nú orkan.fo hevur biðið um eina viðmerking til tíðindini í KvF herfyri um, at verkætlanin hjá Bakkafrost og Effo er vorðin steðgað av Elveitingareftirlitinum.
- Í innslagi í D&V 8. august, endurgevur verturin stjóran í Bakkafrosti, sum skal hava sagt, at hóast Bakkafrost fær loyvi til at seta vindmyllulundina upp, so loysir tað seg ikki fíggjarliga at knýta hana í netið hjá Sev.
Vit hava eitt sindur ilt við at skilja, hvat hendan útsøgn er bygd uppá, síðan einki prát um prís á streymflutningi hevur verið millum Sev og Bakkafrost. Verandi elveitingarlóg heimilar serskipanir fyri størri kundar, og harumframt áttu allir partar at verið áhugaðir í at troyta stórrakstrarfyrimunirnar (economies of scale) við einum neti leggur Sev-stjórin aftrat. Hann hevur tó ongar viðmerkingar til avgerðina hjá myndugleikunum um loyvi.
Bakkafrost og Effo hava kært seinastu avgerðina hjá Elveitingareftirlitinum til almenna Kærustovnin.
Sí eisini:
https://orkan.fo/bakkafrost-sleppur-ikki-at-seta-vindmyllur-upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald