2023-08-21 17:15
Jan Müller
Jan Müller
Nú er nakað síðani, at nýtt olju- og gassvirksemi tók seg upp á Atlantsmótinum tvs. í økinum millum Hetland og Føroyar. Men nú ætlar stóra orkufelagið Shell so at seta á aftur.
Her nakrar av gasskeldunum eystan fyri Føroyar. Skjótt kemur enn ein, Victory í framleiðslu.
Talan er um at fara undir framleiðslu í gasskelduni Victory, sum liggur 29 fjóðringar í ein útnyrðing úr Hetlandi. Júst nú hevur umhvørvisstovnurin OPRED latið upp fyri almennum viðmerkingum til verkætlanina innan 18. september.
Shell miðjar móti fyrstu framleiðsluni frá Victory í byrjanini av 2025. Tað er greitt, at tað í dag ber til nógv skjótari enn fyrr at fara undir útbygging og framleiðslu frá eini orkukeldu sum hesari. Tað telur so eisini við, at útbygging fer øll framm á havbotninum, har gassleiðing frá Victory verður bundin í verandi gassleiðingsskipan, sum longu liggur í økinum, tvs. heilt frá gassleiðunum nærri Føroyum og víðari til Hetlands, har gassverksmiðjan í Sullom Voe tekur ímóti gassinum.
Victory varð funnin longu í 1977 av Texaco og hevur havt nógvar ymsar eigarar. Seinast Corallian Energy, sum Shell keypti upp í november í fjør. Shell miðjar móti at fara undir at bora framleiðslubrunnar í økinum og seta upp útbúnað í øðrum ársfjórðingi 2024 og taka upp fyrsta gassið í 2025.
At Shell fer undir hesa útbygging kann fáa týdning fyri alt hetta økið millum Hetland og Føroyar, nú nýggj framleiðslan kann skunda undir bæði leiting og aðrar útbyggingar í grannalagnum. Eitt nú hevur franski orkurisin TotalEnergies ætlanir um at byggja út enn eina gasskeldu í sama øki, nevniliga Glendronach.
Um somu tíð eru eisini vónir til, at stórar gassgoymslur finnast aðrastaðni í undirgrundini millum Hetland og Føroyar og fleiri teirra har norðuri nær føroyska markinum.
Stjórin á FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur, Jan Müller vitjar hjartað í bretskari gassframleiðslu, Shetland Gas Plant í Sullom Voe í Hetlandi. Alt gassið úr økinum eystan fyri Føroyar og skjótt eisini gassið frá Victory endar her, áðrenn tað fer víðari til bretska brúkaran.
Í løtuni verður so eisini bíðað eftir, hvørji nýggj leitiloyvi bretska stjórnin fer at lata bæði í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Og aftrat hesum er stórur spenningur um, nær stjórnin fer at geva grønt ljós til risastóru útbyggingina av Rosebank kelduni, einans 12 kilometrar frá føroyska markinum. Tann avgerðin kann verða tikin í næstum og kann verða rættiliga avgerandi fyri orku- og vinnuframtíðina í økinum nær Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald