Vanliga eru tað umhvørvisfeløg, sum fara í rættin fyri at steðga oljuvirksemi. Hesaferð er tað beint øvugt. Nú er eitt oljufelag farið í rættin við einum av mest týðandi umhvørvisfeløgunum í heiminum, Greenpeace.
Í samfullar 13 dagar settu fólk frá umhvørvisfelagsskapinum Greanpeace lívið hjá mongum fólkum í vanda, tá tey tóku seg upp á ein boripall á opnum havi. Hann var ávegis úr Kina til Noregs, har hann skuldi gerast klárur til at fara út á Penguin oljuleiðina í Norðsjónum. Orkufelagið Shell átti pallin, sum varð við at vera fluttur við skipi. Shell sigur, at lív vóru í vanda, tá umhvørvisfólkini tóku seg uppá pallin. Eisini hevði tað við sær, at mong viðurskifti máttu broytast, nú skip og pallur vórðu órógvað av umhvørvisfólkunum.
Nú krevur Shell, at Greenpeace felagsskapurin rindar felagnum góðar 2 mió. dollarar í endurgjaldi fyri at hava gjørt seg inn á trygdina á einum av arbeiðsøkjunum hjá felagnum.
Greenpeace sigur í einum svari, at oljurisin tekur hetta stigið fyri at køva og steðga týðandi arbeiðinum hjá felagnum, sum er at verja umhvørvið og veðurlagið. Felagið vísir á, at stóra upphæddin, sum felagsskapurin verður saksøktur at gjalda, er tann hægsta í 50 ára søguni hjá Greenpeace. Og harvið størsta hóttanin móti felagsskapinum. Aftrat hesum endurgjaldskravi umhugsa fyritøkurnar, sum stóðu fyri flutninginum av pallinum, eisini at saksøkja Greenpeace, og tá er talan um enn størri upphæddir.
Shell sigur við Financial Times, at fyritøkan virðir rættin til at mótmæla, men tá má tað verða gjørt trygt og innan lógarinnar mark. Greenpeace vísir annars til dóm í Hálandi, har Shell varð álagt á minka um síni útlát við 45% innan 2030. Shell hevur skotið tann dómin inn fyri hægri rætt. Felagið vísir á, at tað hevur minkað um oljuframleiðsluna við 20% síðani 2019 og er farið at gera íløgur i orkuframleiðslu, sum hevur nógv minni útlát.
Keldur: Energy Voice, NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald