Hetta siga sakførararnir hjá Shell, nú dómur frá 2021, sum Shell hevur kært til hægri rætt, er fyri í Haag í hesum døgum.
Tað var í 2021, at ein dómstólur í Hálandi gav umhvørvisfelagsskapi viðhald í teirra krøvum í sambandi við útlát. Dómstólurin dømdi Shell til at minka sítt útlát við 45% innan 2030. Síðani hevur Shell kært dómin inn fyri hægri rætt og er tað sakarmálið byrjað í Haag. Undir viðgerðini hava sakførarar hjá Shell ført fram, at um Shell skal halda seg til henda dómin, tá kann tað hava álvarsligar avleiðingar, eitt nú kann hetta gera, at stuðulin og undirtøkan fyri grøna orkuskiftinum fer at minka, tí krøvini til Shell kunnu hava við sær ógvusligar hækkingar í oljuprísinum.
Shell sigur seg arbeiða fyri at minka um útlátið, men ikki í tann mun sum dómurin í Hálandi krevur. Tað metir felagið vera bæði órímuligt og ómøguligt. -Um fólk ikki longu kunnu rinda fyri teirra orku, og um orkan als ikki verður tøk, tá fara fólk heilt at missa álitið á grøna orkuskiftinum, segði Daan Lunsingh Scheurleer, sakførari hjá Shell undir rættarsakini í gjár sambært Energy Voice.
Hann sigur víðari, at tá teir tríggir dómararnir fyri trimum árum síðani fullu dóm yvir Shell, at tað skuldi minka útlátið við 45% í 2030, tá vóru teir als ikki greiðir yvir avleiðingarnar tað fer at fáa fyri orkuskiftið. Hann leggur aftrat, at dómararnir als ikki høvdu tikið hædd fyri eftirspurningin eftir orku eins og orkutrygdina.
Frøðin var stór, tá dómstólur í Haag í 2021 dømdi Shell til at minka um útlátið við 45% innan 2030.
Til hetta segði Roger Cox, sakførarin, sum førir sakina fyri umhvørvisfelagsskapir, at virksemi hjá Shell og fossilu vørurnar tað selur, stríðir ímóti mannarættindunum, serstakliga rættinum til lív.
Nógv stendur uppá spæl í hesi sakini bæði í Hálandi og altjóða. Seinasti dagurin í hesum kærumálinum er 12. apríl. Og ein dómur fer helst at verða kunngjørdur seinni í ár. Men tá er so aftur møguleiki at fara upp til hægstarætt í Hálandi.
Tað er hálendski parturin av Friends of the Earth, (Milieudefensie), sum saman við 17.000 borgarum legði sakina móti Shell í 2021. Tá varð ákæran, at útlátið frá virkseminum hjá Shell varð ein beinleiðis orsøk til veðurlagsbroytingarnar.
Shell sigur seg ganga inn fyri grøna orkuskiftinum og ger íløgur í m.a. havvindorku.
Shell hevur annars gjørt vart við eftir dómin, at tað fer at gera sítt til at minka um útlátið av CO2. Seinni hevur stjórin í Shell, Wael Sawan gjørt greitt, at felagið fer at økja um sínar íløgur í olju og gass.
Tað verður hildið, at henda sakin kann fáa ávirkan á aðrar líknandi sakir í øðrum londum. Slíkar eru í løtuni bæði í Norra og í Bretlandi.
Ein sak er í Hægsta rætti í Bretlandi, har endamálið hjá saksøkjaranum m.a. er at steðga stóru Rosebank útbyggingini á bretska landgrunninum nær við Føroyar. Bretska stjórnin hevur í tí sambandi víst sakini aftur við at vísa á, at øll viðurskifti í sambandi við at geva loyvi eru í lagi.
Ein talsmaður fyri Shell sigur við Energy Voice, at Shell ásannar, at heimurin tørvar tiltøk, sum kunnu vera við til at steðga veðurlagsbroytingum, men sigur samtíðis, at ein dómur sum tann í Hálandi er ikki rætti vegurin at røkka grøna orkuskiftinum.
Umboð fyri umhvørvisfelagsskapir siga harafturímóti, at Shell eins og onnur oljufeløg mugu sanna, at sleppa tey at halda fram við sínum virksemi ótarnað, so fer hetta bara at skunda undir veðurlagsbroytingarnar, og tí mugu strangari krøv setast til Shell eins og onnur feløg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald