Uttanlands

Shellstjóri: Leiðirnar eystan fyri Føroyar týðandi leiklut fyri oljuframtíð

Tað hevur stóran týdning at halda fram við og útbyggja oljuvirksemið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland til tess  at kunna nøkta tørvin á olju og gassi hjá Bretlandi í framtíðini sigur Shell stjórin

Í løtuni er rættiligt orðaskifti í bretskum miðlum, antin nýggjar olju- og gassútbyggingar, eitt nú eystan fyri Føroyar, skulu fáa grønt ljós ella ikki.

Í løtuni er rættiligt orðaskifti í bretskum miðlum, antin nýggjar olju- og gassútbyggingar, eitt nú eystan fyri Føroyar, skulu fáa grønt ljós ella ikki.

2021-08-06 15:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Hesa seinastu tíðina hevur í Bretlandi av álvara verið varpað ljós á oljuvirksemið í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Umhvørvisfelagsskapir og politikarar í Bretlandi vilja steðga øllum framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og vestan fyri Hetland - nærum í stundini. Hetta hendir um somu tíð sum oljufeløg royna at fáa grønt ljós til nýggjar útbyggingar í hesum økjum, sum hava til endamál at kunna nøkta eftirspurningin eftir olju og gassi í Bretlandi í mong tíggjutals ár aftrat.

[object Object]

Mitt í hesum brennideplinum av einum almennum kjaki er serstakliga ein komandi útbygging av eini olju- og gasskeldu, nevniliga Cambo, sum liggur tætt við føroyska markið. Oljufeløgini Siccar Point Energy og Shell hava søkt um loyvi at útbyggja kelduna til framleiðslu og bíða tey nú eftir hesi góðkenning frá bretskum myndugleikum. Umsóknin  hevur fingið umhvørvisfelagsskapir og onnur at krevja av bretskum myndugleikum, at teir vísa umsóknina frá sær, við tí grundgeving, at hon gongur ímóti royndunum at steðga veðurlagsbroytingunum serstakliga nú undan komandi veðurlagsráðstevuni í Skotlandi í november. 

[object Object]

Vinnan og myndugleikar gjørt avtalu

Umboð fyri vinnuna hava víst aftur, at útbyggingin gongur ímóti veðurlagspolitikkinum hjá stjórnini. Og her gongur forkvinnan í bretska oljuvinnufelagsskapinum Oil and Gas UK, Deirdre Michie, á odda. Hon hevur í kunning til almenningin aftur og aftur  víst á, at Bretlandi tørvar olju og gass í mongu tíggjutals ár aftrat og heldur enn at skula innflyta olju og gass úr øðrum londum, sum als einki eftirlit ella mál hava við CO2 útláti, eigur Bretland sjálvt at standa fyri framleiðsluni til egna nýtslu. Og henda framleiðsla fer at koma frá Norðsjónum og økinum vestan fyri Hetland.

Vinnan vísir á, at avtala er gjørd við myndugleikarnar um saman at minka um CO2 útlátið, tann sonevnda North Sea Transition Deal. Sambært hesi bindur oljuvinnan seg til at gera sítt til at virka fyri eini gongd at røkka einum null-útláti í 2050. Sambært forkvinnuni í OGUK, so hava oljufeløg, sum skulu undir útbyggingar eitt nú eystan fyri Føroyar, tikið við í sínar ætlanir møguleikan fyri at reka komandi pallar við streymi frá varandi orkukeldum, tá hesin verður tøkur einaferð komandi árini.

Umhvørvisfólk hart ímóti útbygging

Eftir at bæði umboð fyri umhvørvisfelagsskapir og politiskar  flokkar so sum Grøna flokkin í Skotlandi,  hava funnist harðliga at ætlanunum at góðkenna nýggjar útbyggingar, hevur eitt nú stjórin i Shell úttalað, at framtíðar útbyggingar av oljukeldum í Norðsjónum eru neyðugar umframt at tær  hava eisini til endamál at geva sítt ískast til eina menning av varandi orkuloysnum.

Eins og forkvinnan fyri alla oljuvinnuna í Bretlandi heldur Ben van Beurden, Shell-stjóri, at tað gevur onga meining at forða fyri neyðugum útbyggingum í Norðsjónum og vestan fyri Hetland, tá eftirspurningurin eftir olju og gassi í Bretlandi verður veruleiki í mong mong ár aftrat. Tað, sum tá fer at henda, er, at Bretland noyðist at innflyta olju úr londum, sum als einki eftirlit yvirhøvur hava við framleiðsluni ella taka atlit til CO2 útlátið.

[object Object]

Cambo, sum stríð er um í løtuni, er tann oljukeldan, sum liggur tættast við føroyska markið. Eisini Rosebank fyri norðan liggur nær við markið. 

Stjórin í Shell sigur víðari, at tað tí hevur stóran týdning, at oljufeløg sleppa at halda fram við framleiðsluni í Norðsjónum heldur enn, at Bretland skal verða tvungið til at innflyta olju og gass úr øðrum londum. Víst verður eisini á, at inntøkur frá oljuvirkseminum eru við til at fremja íløgur í grønar loysnir so sum innan vind og sólorku, fangan og goyming av CO2 og menning av øðrum orkutættum so sum vetni. Eisini verður víst á, at slík gongd hevur stóran týdning fyri at varðveita 100.000 tals størv innan orkuvinnuna. 

Umhvørvisfólk og umboð fyri politiskar flokkar so sum tey grønu og nú eisini Labourflokkin vilja vera við, at grundgevingarnar hjá vinnuni eru einki annað enn undanførsla og skálkaskjól og hava tey als onga tiltrúgv til, at grønu umskiftisætlaninar hjá vinnuni fara at hjálpa veðurlagnum. Tey halda, at einasta rætta er at steðga øllum oljuvirksemi. 

[object Object]

Støðan í Danmark og Norra

Taka vit grannalondini Danmark og Norra, so sær lutvíst nógv øðrvísi út har. Hóast Danmark hevur avgjørt at steðga nýggjari oljuleiting, so hevur landið tó avgjørt, at oljuframleiðsla kann halda fram í nærum 30 ár aftrat, heilt fram til ár 2050. Hvat oljuleitingini viðvíkur, so vilja serkøn vera við, at her er talan um eina meira symbolska avgerð, tí eftir 50 ára leiting og framleiðslu, eru neyvan nógv nýggj øki at leita eftir í. Kortini loyva danir oljufeløgum, sum í dag arbeiða á danska landgrunninum, framhaldandi  at leita eftir nýggjum goymslum nærhendis teirra verandi framleiðslum. Í samrøðu við bretska blaðið The Guardian eftir donsku avgerðina at halda fram at framleiða til 2050, staðfesti  Dan Jørgensen, orku- og umhvørvisráðharri, at danska vælferðarsamfelagið í stóran mun byggir á framleiðsluna av olju og gassi seinastu fimti árini, og at henda gongdin fer at halda fram.

Í Norra er øðrvísi. Har ganga bæði stjórnin og andstøðan inn fyri at halda fram við nýggjari leiting, nýggjum útbyggingum og at halda fram við verandi framleiðslum. Um somu tíð liggja oljufeløg, sum eru virkin á norska landgrunninum, sera frammaliga, tá talan er um at brúka pengar og orku uppá at menna alternativar orkumøguleikar. Og her er tað fyrst og fremst orkufelagið Equinor, sum gongur á odda.

Nú verður so áhugavert at fylgja gongdini í Bretlandi, har serstakliga tey, sum ganga inn fyri her og nú at steðga øllum nýggjum oljuvirksemi, gera vart við seg, meðan vinnan av øllum alvi roynir at verja seg og tey meira enn 100.000 arbeiðsplássini í serstakliga Skotlandi.

[object Object]

So tætt við markið liggur risastóra Cambo oljukeldan. Verður grønt ljós givið til útbygging, so verður ein týðandi infrastrukturur mentur í føroyska umhvørvinum, ið kann fáa alstóran týdning fyri framtíðar leiting og framleiðslu her. Í verkætlanini fyri Cambo er umframt framleiðsluskip til oljuna, eisini gassleiðing til Hetlands.

Eisini avleiðingar fyri Føroyar

Hvør avgerð enn verður tikin um Cambo-útbyggingina beint eystan fyri føroyska markið, so fer hon so ella so at ávirka støðuna hjá Føroyum í framtíðar oljuhøpi. Føroyskir politikarar hava jú tikið undir við, at útlendsk oljufeløg kunnu leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum.

Hóast eingin umsókn er komin í fleiri ár, so veit Oljuportalurin, at oljufeløg, sum arbeiða beint hinumegin markið, hyggja eisini eftir føroysku undirgrundini. Millum hesi feløg eru tey, sum standa fyri ætlaðu útbyggingini av Cambo oljukelduni við markið. Tey bíða nú eftir endaligu góðkenningini. Og gongur hon teimum á møti, sum mangt bendir á, tá verður fyrsta stigið tikið til eina framleiðslu og harvið eisini infrastruktur, sum liggur so nær við Føroyar, sum hugsast kann. Eitt undirstøðukervið á hesi leiðini so nær Føroyum kann fáa alstóran týdning fyri útvinnan av olju og gassi frá møguligum fundum føroysku megin markið.

Hinvegin – um Cambo ikki verður góðkent, so kann tað koma at merkja eitt endaligt punktum fyri føroyska oljuleiting. Tí um oljufeløgini, sum hava brúkt nógva orku uppá at menna verkætlanir til útbygging beint hinumegin markið, ikki sleppa at útbyggja fund, sum longu eru gjørd og sum entá eru risastór, tá fara hesi og onnur oljufeløg, neyvan at síggja nakra framtíð í leiting føroysku megin markið heldur.

So ein kann gott ímynda sær ta niðurstøðu, at føroysk framtíðar oljuleiting og oljuvirksemi nú liggur í hondunum hjá bretskum myndugleikum, sum skulu koyra fingurin upp ella niður fyri útbyggingini av Cambo. Og fær Cambo grønt ljós ein av komandi døgunum ella vikunum, so fer tað væl eisini at merkja, at aðrar stórar útbyggingar eystan fyri markið, Rosebank og Clair South, fara at  fáa neyðugu loyvini at byggja út.

Hinvegin – verður Cambo koldømt, so merkir tað væl, at tað sama fer at henda við øðrum útbyggingum í sama øki.

Nú hevur so bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson úttalað seg alment um eitt nú Cambo-verkætlanina eystan fyri Føroyar. Lesið á oljan.fo í komandi grein.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder