Innanlands

Skotskir politikarar hugtiknir av grønu orkuskipanini hjá SEV

Formaðurin í orku- og veðurlagsnevndini í bretska parlamentinum í London, Angus Brendan MacNeil, er ovfarin av, hvussu væl Føroyar og SEV hava dugað at skipa grøna orkuskiftið.

Angus MacNeil, formaður í bretsku orku- og veðurlagsnevndini vitjar hjá SEV í Húsahaga. Her saman við Hákun Djurhuus, stjóra. Mynd Jan Müller

Angus MacNeil, formaður í bretsku orku- og veðurlagsnevndini vitjar hjá SEV í Húsahaga. Her saman við Hákun Djurhuus, stjóra. Mynd Jan Müller

2023-12-08 11:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Hann er ikki nakar fremmandur gestur við tí eyðkenda skotska navninum Angus Brendan MacNeil. Hann hevur vitjað í Føroyum heilar sjey ferðir seinastu árini og kallar seg ein sannan Føroyavin. Hann krógvar heldur ikki sínar kenslur fyri landinum og fólkinum í oyggjabólkinum í Norðuratlantshavi.

Sjálvur hevur hann eins og føroyingar flestir norrønar røtur. Hann er valdur í bretska tingið í London fyri SNP í Suðuroyggjum, Hebridunum.

Saman við starvsfelaganum Ronnie Cowan, úr Glasgow umhvørvinum vitjaði hann í Føroyum í vikuni. Við á ferðini var eisini føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson. Ætlanin var, at politikarin umboðandi Hetland og Orknoyggjar, Carmichael, skuldi vera við á ferðini. Men honum barst frá.

-Eg kom fyrstu ferð til Føroya fyri 16 árum síðani. Síðani tá eru Føroyar ikki til at kenna aftur, so  nógv eru tær broyttar. Tá hevði eg júst vitjað í Íslandi, og eg má siga, at sera stórur munur var millum hesi bæði samfeløgini tá. Nú eg aftur havi havt høvi til at vitja  aftur fyrst  í Íslandi og síðani í Føroyum um somu tíð, síggi eg ikki longur  tann stóra munin millum londini bæði.  

Fólkatalið í Føroyum er nógv vaksið, og Føroyar eru vornar leiðandi í heiminum innan digitala økið. Og tá man sær, hvussu nógvar tunlar tit hava bygt og her ikki minst undirsjóvartunlar, tá eru vit, sum koma úr Skotlandi og oyggjunum púra ovfarin og bergtikin og ikki sørt øvundsjúk. Tit hava sjálvi megnað at byggja samfelagið út við eitt nú einum nútímans undirstøðukervi, og her hava vit í Skotlandi nógv at læra.

Hetta sigur Angus Brendan MacNeil, valdur í bretska parlamentið fyri Hebridurnar/Suðuroyggjar síðani 2006. Hann vitjaði nú um dagarnar saman við einum øðrum tinglimi, Ronnie Cowan  úr økinum nærhendis Glasgow í Føroyum fyri at kunna seg um gongdina og støðuna í Føroyum. 

Angus sigur, at tað er so hugaligt at síggja, hvussu føroyingar sjálvir hava megnað at stýra og skipa menningina av landi sínum.

Hann heldur avgjørt, at Skotland hevur nógv at læra av Føroyum, men vansin er tann, at nógvar av avgerðunum, sum viðvíkja Skotlandi, verða tiknar í øðrum landi og oftani eru tað skeivar avgerðir.

-Vit áttu eins og føroyingar at kunnað tikið avgerðir sjálvir um framtíðina hjá Skotlandi. Føroyar eru smáar og megna at stýra sær sjálvum. Í Skotlandi telja vit kanska 1% av samlaða fólkatalinum í øllum Bretlandi, og tað sæst aftur í teimum avgerðum, sum eitt nú verða tiknar í London.

Skotsku tinglimirnir vitjaðu Sandoyartunnilin, MEST, Bakkafrost, løgtingið og ikki minst hjá SEV í Húsahaga, har Terji Nielsen, menningarleiðari avbera væl og hugtakandi greiddi frá føroysku orkuskipanini og grøna orkuskiftinum í Føroyum saman við Hákun Djurhuus, stjóra.  

-Eg má veruliga siga, at tit eru komin langt í grøna orkuskiftinum, og her eri eg serstakliga hugtikin av battarískipanini í Suðuroynni, nakað, sum onnur lond avgjørt kunnu læra nakað av.

At brúka Suðuroynna sum eitt laboratorium fyri restina av Føroyum er einki minni enn eitt bragd og eitt framstig, sum onnur lond eisini kunnu taka til sín. Suðuroyggin kundi verið ein rannsóknarstova  fyri allan heimin.

Angus greiðir frá, at tey í Skotlandi leggja eisini stóran dent á grøna orkuskiftið og miðja eins og vit í Føroyum móti at brúka fossila orku sum  “backup” tvs. sum eyka orku.

Angus MacNeil er ikki heldur ein og hvør í orkuhøpi. Hann er formaður í orku- og veðurlagsnevndini í bretska parlamentinum, og tað er m.a. í tí høpi, at hann hevur vitjað í Føroyum í hesum døgum.

[object Object] Fv. Angus MacNeil, Ronnie Cowan, Hákun Djurhuus, Kate Sanderson og Terji Nielsen. Mynd Jan Müller

Spurdur um hvat hann sum formaður í hesi so týðandi nevndini kann taka heimaftur við sær úr Føroyum sigur Angus m.a.:

-Avgjørt nógv. Vitjanin hjá SEV í Húsahaga var ómetaliga áhugaverd og varð framløgan um føroysku orkuframtíðina nakað eg fari at taka við mær til London, tá vit fara at hava fund aftur. Føroyar og føroyingar hava við SEV á odda megnað at standa saman um eitt so stórt og týðandi mál heldur enn at draga hvør sína línu. Og serstakliga er tað grøna orkumenningin í Suðri, sum hevur skapt stóra virðing fyri royndunum hjá føroyingum at koma longur við grøna orkuskiftinum.

[object Object]Angus Brendan MacNeil og Ronnie Cowan frammanfyriu vindmyllurnar hjá SEV í Húsahaga. Mynd Jan Müller

Angus er eisini sera upptikin av støðuni í heiminum við stóra hitavøkstrinum. -Tað kann væl vera, at vit ikki merkja henda nógva hitan her í Havnini júst nú,  men tað gera tey kring heimin, og tað er nakað vit mugu taka í størsta álvara. Vit mugu fremja grønar orkuloysnir, men hetta verður ikki gjørt eftir einum degi. Orkuskiftið má gerast skipað og skilagott. Vit mugu raðfesta loysnir við varandi orku men mugu eisini tryggja, at fólk fáa ta orku teimum tørvar í gerandisdegnum.

[object Object]Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV greiðir skotskum politikarum frá grøna orkuskiftinum í Føroyum. Mynd Jan Müller

[object Object]

Angus MacNeil vísir í hesum sambandi á, at tað ber ikki til at taka  grundarlagið undan núverandi orkuvinnuni í eitt nú Skotlandi, har olja og gass fylla nógv, og har mong arbeiðspláss eru uppá spæl.

Hann sær fyri sær eina gongd móti grønari orkuloysnum, sum verður skipað og vælumhugsað og ikki skundað ígjøgnum.

[object Object]

(Lesið eisini komandi greinar á orkan.fo um skotsku vitjanina í Sandoyartunlinum, hjá Mest og spurningin um føroyskar veitingar so sum elektrifisering til olju- og gassútbyggingina Rosebank við markið)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder