Hetta segði Steven Myers, orku- og veðurlagsráðharri í tí lítla oyggjasamfelagnum í Kanada, Prince Edward Island, tá hann endaði ráðstevnuna um vatn í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Hann helt fyri, at størri tjóðir fara at hyggja eftir, hvussu vit í oyggjasamfeløgum møta avbjóðingunum og finna loysnir. Loysnir, sum eisini hóska seg til størri samfeløg. -Vit hava brúk fyri hvørjum øðrum og tess meira vit arbeiða saman tess størri eru møguleikarnir fyri at finna loysnir segði hann og helt fram:
-Eg haldi, at veðurlagsbroytingarnar eru eitt gott dømi um, at tað eru eitt nú smærri oyggjasamfeløg, sum kunnu og skulu vísa vegin. Vit kunnu skipa viðurskiftini í smærri oyggjasamfeløgum, sum kunnu loysa upp fyri trupulleikum á so nógvum samfelagsøkjum sum størri samfeløg tá kunnu gera brúk av.
Umboð fyri vatnvinnuna her saman við fleiri av starvsfólkunum á Jarðfeingi.
Eisini umboð fyri oynna Malta í Miðalhavinum, Manuel Sapiano, stjóri fyri orku- og vatnveitingini á oynni, hevði orðið, tá vatndagarnir í Norðurlandahúsinum endaðu fríggjadagin.
-Hóast vit tosa mest um yvirflatuvatn og grundvatn, so er tað sjógvurin, tað vil siga tað maritima økið, sum fyllur mest, tá tosað verður um búskaparligu avleiðingarnar. Her er verjan av havinum av alstórum týdningi ikki minst, hvat viðvíkur oyggjalondum, nú fiskastovnar og alt livandi í havinum er undir stórum trýsti.
Ingilín Strøm í miðdeplinum saman við fleiri av luttakarum og fyriskiparum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald