Í frágreiðingini verður sagt, at skal heimurin røkka upprunaliga málinum um í mesta lagi 1,5 stig í hitavøkstri, verður m.a. neyðugt at minka nýtsluna av koli við 95%, nýtsluna av olju við 60% og nýtsluna av gassi við 45% innan 2050.
Veðurlagsnevndin hjá ST, IPCC, sigur í hesi nýggjastu frágreiðingini, at skulu vit megna at avmarka upphitingina av jørðini til 1,5 stig, so má útlátið koma í hæddina í seinasta lagi í 2025.
Víst verður á, at royndirnar hjá heimsins londum at avmarka útlátið røkka als ikki nóg langt. Nógv fleiri tiltøk mugu setast í verk og tað beinanvegin. Hetta fer at kosta, men prísurin fyri einki at gera er nógv hægri.
Í frágreiðingini verður skotið upp, hvussu heimurin kann fremja tiltøk, sum kunnu halda hitavøkstrinum undir 2 og helst undir 1,5 stig. Hesi málini vórðu sett í Parísavtaluni frá 2015, ið flestu av heimsins londum hava tikið undir við.
Veðurlagsnevndin útilokar ikki, at tað ber til at røkka 1,5 stig málinum, men tað fer so at krevja minking av útlátinum á einum heilt øðrum støði og innan øll øki, nógv meira enn vit eru vitni til í dag.
Enn eru tó fleiri avbjóðingar, sum skulu loysast fyri at røkka á mál so sum at semjast um fígging av veðurlagstiltøkum og handfaring av avleiðingum. Hetta hevur leingi skapt ein tvídrátt millum fátæk og rík lond.
Veðurlangsnevndin kemur fram til, at til tess at røkka 1,5 stig málinum, so mugu altjóða útlát skerjast við 43% innan 2030. Og til tess at røkka hesum máli má nýtslan av fossilum brennievnum skerjast við millum 45 og 95%. innan 2050.
Onnur tiltøk, sum nevndin raðfestir høgt, er fangan og goymslu av CO2. Men vísir á, at tøknin til at fremja hetta er framvegis ikki klár.
Eins og áður verður staðfest, at tað hevur alstóran týdning at skunda undir mennigina av varandi orku so sum vind, sól, vetni, sjóvarfalsorku ol. Hesar kunnu fáa stóran týdning fyri at fremja størri elektrifisering av samfeløgunum. Eisini verður víst á tørvin at fremja tiltøk innan øki sum eitt nú bygging, matframleiðslu og landbúnað oø. Vistfrøðilig stig hava t.d. eisini stóran týdning fyri at røkka málunum. Slíkt sum at spara orku og gera hana meira effektiva kunnu eisini hava stóra jaliga ávirkan.
Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres heldur, at mong lond í dag royna at krógva, at tey als ikki fremja neyðugu tiltøkini til at røkka veðurlagsmálunum. Hann sigur, at tað at gera íløgur í fossila framleiðslu er bæði moralskur og búskaparligur ørskapur, sum hann málber seg á tíðindafundi, eftir at frágreiðingin varð almannakunngjørd í gjár.
Í orðaskiftinum um frágreiðingina verður m.a. víst á, at t.d. Bretland, sum fer at leggja fram sína framtíðar orkustrategi hósdagin, ætlar sær ikki at fylgja øllum niðurstøðunum hjá ST nevndini. Bretar ætla at halda fram við at útbyggja olju- og gassorku og fara undir nýggja leiting eins og menna kjarnorkuna umframt at gera stórar íløgur í varandi orkukeldur so sum sól og vind.
Keldur:
World Oil, E24, Offshore Energy, Bloomberg, Energy Voice, DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald