Uttanlands

Stór óvissa um framtíðar oljuprísin vegna korona

Equinor: Oljuprísurin 80 dollarar í 2030

Stjórin í altjóða orkustovninum IEA, Fatih Byrol, rósar Norra fyri at ganga undan í royndunum at reinsa og goyma CO2. Her saman við norska forsætisráðharranum.

Stjórin í altjóða orkustovninum IEA, Fatih Byrol, rósar Norra fyri at ganga undan í royndunum at reinsa og goyma CO2. Her saman við norska forsætisráðharranum.

2020-10-15 11:32 Author image
Jan Müller
placeholder

 

[object Object]

Stjórin í Equinor, Eldar Sætre, heldur, at oljuprísurin fer at vera 80 dollarar fyri tunnuna í 2030.

Metingar og gitingar um framtíðar oljuprísin eru nógvar og sera ymiskar og broytast sohvørt sum korona og eftirspurningurin antin minka ella vaksa. Í eina tíð hevur oljuprísurin (Brent) ligið um teir 40 dollararnar, og er í løtuni er hann góðar 43 dollarar fyri tunnuna.

Norska oljufelagið Equinor sær fyri sær, sambært E24 tíðindamiðlinum, ein oljuprís í 2030 uppá 80 dollarar, tá felagið bókførir virðini av sínum olju- og gassfeltum. Um somu tíð eru metingarnar hjá fleiri øðrum evropeiskum oljufeløgum ein væl lægri oljuprísur og hava tey eisini tikið hædd fyri hesum í teirra framtíðar úrslitum og hava tí skrivað niður virðini fyri tíggjutals milliardir. Millum hesi feløg eru BP, Total, Shell, Eni og Sepsol. BP roknar við einum oljuprísi uppá 55 dollarar, tá støðan í heiminum er komin í eina meira trygga legu.

Tað hevur annars verið funnist at norska oljufelagnum fyri at byggja sítt framtíðar virkemi á ein so høgan oljuprís. Hetta er alt ov bjartskygt, nú vit síggja, at koronabylgjurnar koma ein fyri onnur eftir, og heimurin fer alsamt meira at brúka varandi orkukeldur. Stjórin í Equinor, Eldar Sætre, hevur tó víst aftur kritikkinum og sigur, at sjálvandi er óvissan stór men í Equinor er hetta tað tey trúgva verður gongdin.

Umboð fyri flokkin SV halda, at Equinor við at byggja sítt virksemi uppá ein so høgan oljuprís, fyri m.a. at rættvísgera nýggjar útbyggingar, er við at endurtaka søguna um skeivu íløgurnar felagið hevur gjørt í USA, har felagið misti 200 mia. kr. vegna skeivan íløgupolitikk, sum nettupp bygdi á ein alt ov høgan oljuprís. 

Stjórin fyri umhvørvisfelagsskapinum Bellona heldur, at Equinor gloymir at taka við í sínar framtíðar metingar, at verandi orkukeldur so sum sól- og vindorka fara at gerast bíligari og bíligari og tí meira kappingarførar við fossil brennievni.

Tað er greitt, at nú enn ein bylgja við korona rakar stóran part av heiminum, hevur tað eisini ávirkan á framtíðar oljuprísin. Altjóða orkustovnurin IEA metir í síni seinastu frágreiðing “World Energy Outlook", at koronasóttin og vaksandi íløgurnar í grøna orku fara at minka um vøksturin í eftirspurninginum eftir olju og gassi. Væntandi fer eftirspurningurin at koma í hæddina í 2030 og síðani at minka. Stovnurin metir, at fara varandi orkukeldurnar at fáa fáa størri og størri undirtøku, og fer koronakreppan at standa við og kanska versna, tá fer tað sum frálíður at ávirka eftirspurningin eftir olju og gassi. At fólk t.d. kunnu arbeiða heimanífrá fer m.s. at gera tørvin á flogferðluni, sum brúkar fossila orku, minni.

Kortini metir IEA, at tørvur fer at vera á kolvetnum í mong ár aftrat, og at framleiðslan fer at vera høg og fer liggja um tær 100 mió. tunnurnar  ella nakað lægri um dagin nakað út í framtíðina, um avleiðingarnar av korona halda fram.

[object Object]

Íløgur í olju og gass minka

Áðrenn korona gjørdi um seg var oljuprísurin umleið 66 dollarar fyri tunnuna og kavaði hann síðani niður á 20 dollarar. Síðani er hann vaksin aftur til góðar 40 dollarar. Koronakreppan og umskiftið til varandi orku hevur annars havt við sær, at íløgurnar í olju- og gassvinnuna er mettar at minka við einum triðingi í ár. Fyri amerikonsku skiferoljuna er talan um eina íløguminking uppá 50%. Alt hetta kann hava við sær óstøðugar oljuprísir. Fyri húsarhald og fyritøkur kemur lági olju- og gassprísurin væl við.

Íleggjarar eru annars varnir við at raðfesta íløgur í olju- og gassvinnu, nú lønsemið er vorðið so svikaligt vegna koronasóttini og nú fleiri teirra ivast í, um framtíðar stratgiirnar hjá feløgunum í nóg stóran mun eru í tráð við umhvørvisligu málini. Vinnan harafturímóti vísir á, at minkingin av CO2 útláti er nú partur av virkseminum. Norsk oljuvinna saman við tí almenna hevur eisini víst seg at ganga undan í royndunum at minka um CO2 útlátið.

Equinor hevur júst gjørt avtalu við stórfyritøkuna Microsoft um í felag at reinsa og goyma CO2. Stjórin fyri IEA, Fatih Birol, hevur júst róst norsku stjórnini og Equinor fyri at ganga á odda at finna nýggjar útvegir til tess at minka um og sleppa av við CO2 útlátið frá olju- og gassframleiðslum.

Í olju- og gassvinnuni er stóri spurningurin í løtuni annars, hvussu lágan oljuprís framtíðar útbyggingar tola. Leiðslan í Equinor hevur í hesum sambandi sagt frá, at fleiri av tess útbyggingum kunnu gerast veruleiki við einum oljuprísi uppá 35-40 dollarar. Og hækkar oljuprísurin í mun til verandi prís, so kann tað aftur gera nýtt framtíðar virksemi meira lønandi.

Henda støða er so eisini galdandi á bretska landgrunninum, har fleiri av stóru útbyggingunum m.a. vestan fyri Hetland vórðu settar í bíðistøðu vegna lága oljuprísin, sum eitt skifti var 20 dollarar. Nú prísurin er vorðin tvífalt so stórur og møguliga kann hækka nakað aftrat, tá er sannlíkt, at hesar útbyggingar aftur gerast aktuellar.

Bæði í norska og bretska partinum av Norðsjónum verða nú gjørdar stórar íløgur í vindorku á landi og til havs m.a. við tí endamáli at hjálpa olju- og gassfeløgum at minka um CO2 útlátið. Streymurin frá vindmyllum skal kunna avloysa mongu gassriknu pallarnar.

 [object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder