ENI er ein gamal kenningur um okkara leiðir. Italska oljufelagið varð millum tey mongu feløgini, sum fyri skjótt 25 árum síðani fingu loyvi at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Og felagið var eitt teirra, sum í 2010 rakti við kolvetni tvs. gass í stórum nøgdum á Anne Marie leiðini skamt frá markinum. Men metlágur oljuprísur og óvissa fekk tó felagið at lata innaftur loyvið.
Nù er felagið tó aftur at síggja um okkara leiðir, um ikki á føroyska landgrunninum – so kortini tætt við í bretskum øki. Felagið hevur nevniliga gjørt av at taka upp samstarv við orkufelagið Ithaca Energy, sum eigur risastóru olju- og gasskelduna Cambo skamt frá markinum.
Tvær av teimum størstu olju- og gasskeldunum á bretska landgrunninum liggja bert fáar kilometrar frá føroyska markinum. Tann eina, Rosebank, verður nú útbygd, og hin, Cambo, fer helst at fáa grønt ljós um ikki so langa tíð. Enn ein kelda, sum ikki er liðug kannað, Blackrock, liggur uppaftur nærri markinum og millum hinar báðar. Kanningar og metingar vísa, at olju- og gassløgini her møguliga ganga tvørtur um markið. Hetta er nakað, sum serfrøðingar á Jarðfeingi raðfesta sera ovarliga í sínum kanningum í løtuni. Uppaftur longur syðri liggja tvær gasskeldur, Tornado og Suilven, sum kunnu bindast í framleiðslu á Cambo, tá og um hon gerst veruleiki.
Herfyri varð avtala undirskrivað millum italska orkufelagið ENI og Ithaca Energy um at samstarva á øllum teirra olju- og gassleiðum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Við hesi “samanlegging” fara feløgini at standa fyri 38 olju- og gassleiðum og verða næststørsti framleiðarin á bretska landgrunninum við 6 av teimum 10 størstu framleiðandi keldunum. Samlaða framleiðslan fer at vaksa til umleið 110.000 tunnur um dagin og miðjað verður móti 150.000 tunnum í 2030 við komandi útbyggingum sum t.d. Cambo.
Avtalan kann fáa stóran týdning fyri Ithaca at útbyggja olju- og gassleiðina Cambo, sum liggur fáar kilometrar frá føroyska markinum. Ithaca hevur, síðani Shell tók seg úr verkætlanini í 2022, leitað eftir nýggjum partnara, og nú samstarv hevur tikið seg upp við orkurisan ENI, er rætt at siga, at henda stóra verkætlan er komin eitt týðandi stig víðari.
Bogi Vang er partur av fíggjarleiðsluni í Ithaca Energy. Hann hevur eina fortíð sum fíggjarstjóri hjá Faroe Petroleum.
Og fyri tey í Føroyum, sum fylgja hesi serstøku verkætlanini í nærumhvørvinum, er tað hugaligt at vita, at ein av teimum, sum hevur verið við til at fáa alt tað praktiska uppá pláss í avtaluni við ENI, er føroyingurin Bogi Vang, ið er partur av fíggjarleiðsluni í Ithaca. Hann var í mong ár fíggjarstjóri hjá Faroe Petroleum og hevur bústað í Aberdeen. Hann fegnast um avtaluna vegna Ithaca men hevur ikki í løtuni aðra viðmerking.
Leita eftir einum triðja partnara
Orkan.fo skilur annars á avtaluni, sum nú er gjørd millum Ithaca og ENI, at ætlanin er at menna feløgini við langtíðar íløguætlanum, sum eitt nú fevna um útbyggingina av Cambo. Við at leggja saman við ENI eru umstøðurnar hjá Ithaca at menna framleiðsluna vornar nógv betri, tí ENI er sera væl fyri bæði fíggjarliga og tøkniliga. Nevndarformaðurin í Ithaca, Gilad Myerson segði nú um dagarnar, at miðjað verður móti at útbyggja Cambo, men felagið sær fegið, at ein triði partnari eisini verður funnin. Tað arbeiðið er farið í gongd og hevur høga raðfesting skilst.
Gilad Myerson, nevndarformaður í Ithaca Energy
Í løtuni er Ithaca og nú eisini ENI partur av stóru Rosebank útbyggingini við markið, har Equinor er fyristøðufelag. Henda keldan er granni hjá Cambo. Spurningurin, sum nú stingur seg upp, er, um Equinor, sum longu samstarvar við Ithaca og ENI á Rosebank leiðini, eisini kundi hugsað sær at verið partnari í Cambo útbyggingini. Hetta eru tó bara gitingar. Men tann tankin er tó eisini náttúrligur, nú báðar keldurnar liggja í sama øki tætt við hvørja aðra og harvið kunnu fáast synergiir av hesi geografisku plasering.
Soleiðis fer útbygging av Cambo keldu at síggja út.
Tríggjar stórar framleiðandi olju- og gassleiðir liggja miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Á risastóru Clair kelduni verður framleitt í tveimum støðum og enn ein útbygging verður fyrireikað har. Tætt við finna vit fleiri gasskeldur, sum veita gass til bretska brúkaran. Her eru uppaftur fleiri framleiðslur í umbúnað. Longur syðri finna vit olju- og gassleiðina Schiehallion. Og við markið finna vit so Rosebank og Cambo. Hesar liggja ikki so langt frá Anne Marie gasskelduni á føroyskum øki, sum tó ikki enn er kannað til fulnar.
Cambo loyvið varð annars herfyri longt í 2 ár. Fyri at fara undir útbygging skal Ithaca hava grønt ljós frá NSTA, sum er almenni myndugleikin í Bretlandi, ið letur loyvi til leiting og útbyggingar. Roknað verður við, at hetta fer at henda kanska seint í hesum árinum ella komandi ár skilst. Men tess fyrr tað eydnast at fáa ein triðja partnara aftrat, tess skjótari kann verkætlanin fara av bakkastokki.
Týdning fyri Føroyar
Herfyri vitjaðu umboð fyri Equinor í Føroyum fyri at kunna seg við veitaramarknaðin her. Tað vóru FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur og Sjóvinnufelagið, sum buðu Equinor til Føroya. Rosebank keldan, sum Equinor er fyristøðufelag fyri, liggur so nær Føroyum, at tað er ikki óhugsandi, at føroyskar fyritøkur kunnu bjóða uppá fleiri tænastur so sum manningarskifti, bunkring, proviantering, umvæling ol.
Herfyri varð heimsins størsta seismikkskip á Nólsoyarfirði eftir eykalutum og fyri at skifta nakrar av manningini. Mynd Jan Müller
Nú enn ein stór kelda, sum liggur enn nærri markinum, Cambo, helst verður útbygd eisini, víðkast harvið eisini møguleikarnir hjá føroyskari veitaravinnu. Tá hesar eru útbygdar verða Føroyar næsti granni hjá tveimum av teimum størstu framleiðandi olju- gasskeldunum á bretska landgrunninum.
Í hvønn mun henda gongdin eisini kann vera við til at varpa nýtt ljós á leiting føroysku megin markið er so uppaftur enn ein áhugaverdur spurningur. Tað er ein sannroynd, at har tað longu er nógv framleiðandi virksemi, har smittar tað av uppá næsta grannalagið. So tað er ikki óhugsandi, at komandi stóru útbyggingarnar av olju- og gassleiðum tætt við føroyska markið í framtíðini eisini kunnu hava jaligar avleiðingar fyri leiting føroysku megin markið.
Men hóast nýggir møguleikar hómast í havsbrúnni, so kunnu tað tó eisini vera ivamál, sum lúra. Tað er m.a. spurningurin um, hvørjar avleiðingar, ið komandi avgerðir í rættarskipanini, har sakarmál eru sett fram móti bretsku stjórnini eitt nú í sambandi við Rosebank útbyggingina, sum umhvørvisfelagsskapir vilja steðga, kunnu fáa. Nakað, sum bretska stjórnin tó hevur gjørt greitt, ikki kemur uppá tal, tí allar heimildir eru sambært galdandi lóg.
Orkuvinnan í Bretlandi – og fyri tað eisini veitaravinnan og politiska skipanin í Føroyum - fylgir annars væl við, hvat fer at henda í sambandi við bæði leiting og framleiðslu av olju og gassi, tá nýggj bretsk Labour stjórn helst tekur við eftir komandi val um knapt eitt ár.
Eisini er spenningur um, hvussu ein komandi nýggj minnilutastjórn í Skotlandi við einum nýggjum leiðara og uttan stjórnarsamstarv við grøna flokkin fer at fyrihalda seg til orkuframtíðina og harvið eisini menningina av olju- og gassvinnuni í Norðsjónum.
Orkan.fo fer framhaldandi at fylgja hesi eisini fyri Føroyar áhugaverdu gongdini, sum m.a kann verða við til at skapa bæði arbeiðspláss og inntøkur til føroyska samfelagið í framtíðini.
Nógv av olju- og gassvirkseminum á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar, fer fram eystan fyri føroyska markið. Útlit eru til, at fleiri olju- og gasskeldur verða útbygdar til framleiðslu komandi árini.
Nýggjar gassleiðir eystan fyri Føroyar
Umframt útbyggingarnar á Rosebank og Cambo leiðunum verður ljós eisini varpað á onnur øki eystan fyri Føroyar, sum í løtuni hava áhuga hjá fleiri av teimum stóru orkufeløgunum. Úrslitið av seinastu útbjóðingini á Atlantsmótinum á bretska landgrunninum, tí 33., varð, at nýggj loyvi eru latin nøkrum av teimum heilt stóru orkufeløgunum, Shell, TotalEnergies og Equinor í økjum, har hildið verður, at tað finst nógv gass í undirgrundini.
Kortið niðanfyri vísir loyvi, sum eru latin Equinor, TotalEnergies og Shell, øll eystan fyri Føroyar. Sum skilst síggja m.a. Total og Shell møguleikar fyri at finna meira gass í økjunum har norðuri, har tað longu eru gjørd fleiri smærri gassfund. Nógv bendir á, at eitt nú Shell, sum hevur keypt upp gasskelduna Victory, vónar at kunna menna ein nýggjan gass "hub" har norðuri á Atlantsmótinum.
Samanumtikið ber til at siga, at hóast fleiri røddir eru frammi um at steðga og seta fótin fyri nýggjum olju- og gassvirksemi í Bretlandi sum heild, so bendir nógv framvegis á, at fleiri orkufeløg eru hugað fyri og sinnað til at gera stórar íløgur í bæði leiting og framleiðslu í eitt nú økinum, sum liggur eystan fyri Føroyar. Og niðurstøðan av hesum kann gerast, Føroyar bæði so og so gerast ein týðandi marknaður og miðdepil, júst nakað, sum bæði politikarar og vinnulív í Føroyar hava settt sær sum mál fyri framtíðina, nevniliga at gera Føroyar til ein tilfeingismiðdepil í Norðuratlantshavi. Livst so spyrst.
Blokkarnar ovast (ljósabláu) hevur Shell fingið tillutað. Og blokkarnar longur syðri (teir grønu) hava TotalEnergies og Equinor lagt seg á í seinastu útbjóðingini í Bretlandi. Eyðsýnt er at feløgini her síggja møguleikar at finna stórar nøgdir av gassi í undirgrundini. Hetta staðfesta eisini nýggjar tulkingar av seismikki í økinum. Í gulu økjunum móti føroyska markinum finna vit m.a. tær báðar olju- og gasskeldurnar Rosebank og Cambo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald