Uttanlands

Vaksandi áhugi í Norra at útbyggja við havvindi

Nú norskir myndugleikar hava latið upp fyri fleiri nýggjum økjum at menna havvind er vaksandi áhugi fyri hesum týðandi partinum av grøna orkuskiftinum

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre tók herfyri nýggju havvindmylnulundina Hywind Tampen í brúk. Stjórnin sær fegin, at fleiri líknandi útbyggingar fara fram, tó at stór óvissa ræður í hesi vinnu í løtuni.

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre tók herfyri nýggju havvindmylnulundina Hywind Tampen í brúk. Stjórnin sær fegin, at fleiri líknandi útbyggingar fara fram, tó at stór óvissa ræður í hesi vinnu í løtuni.

2023-11-15 12:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag var freistin úti fyri fyritøkur, sum ynskja at vera partur av komandi havvindverkætlanum í syðra partinum av Norðsjónum, nær markinum til Danmark skrivar E24. Olju- og orkumálaráðið hevur tikið ímóti umóknum frá sjey fyritøkum og verður hetta mett at vera nógv í eini tíð við so stórari óvissu í júst havvindorkuvinnuni. 

Feløgini, sum hava lagt boð inn til at vera partur av útboðingini í februar næsta ár, eru:

 

  • Aker Offshore Wind, BP og Statkraft
  • Equinor og RWE
  • Hydroelectric Corporation
  • Mingyang Smart Energy
  • Norseman Wind
  • Parkwind og Ingka
  • Shell, Lyse og Eviny

Hóast torførar tíðir og avbjóðingar í havvindmylnuídnaðinum í seinastuni orsakað av høgari inflatión, hækkandi rentum og hægri kostnaði yvirhøvur, so hava fleiri av teimum stóru fyritøkunum í Norra sagt seg hugaðar fyri at vera partur at komandi útbjóðingini. Tað fegnast Olju- og orkuráðharrin Terje Aasland um.

Hóast hesa jaligu gongdina, so hevur norska havvindstrategiin verið fyri stórum bakkøstum eisini orsakað av kostnaðartilgongdini sum heild. Fleiri stórar altjóða fyritøkur so sum Ørsted, Vattenfald oa. hava nevniliga tikið seg aftur og sagt seg ikki vilja vera partur av komandi útbjóðingini í Norðsjónum. 

Til tess at økja um áhugan at gerast partur av norska havvindævintýrinum hevur norska stjórnin gjørt av at økja um sín stuðul úr 15 mia. kr. til 23 mia. kr. Hetta fyri at kunna útbyggja havvindorkuverkið í syðra partinum av Norðsjónum 2 til at framleiða 1,5 gigawatt.

[object Object]

Spurningurin um orku frá vindmyllum er ein av høvuðstáttunum í grøna orkuskiftinum í løtuni saman við kollveltingini við elriknum akførum. Vindmyllur á landi eru nógv bíligari í rakstri enn til havs, men hava ikki somu orkuframleiðslu, eins og tað oftani er stór mótstøða móti stórum vindmylnulundum á landi. 

Fyri at røkka sínum veðurlagsmálum hava nógv lond teirra millum fleiri í Evropa og USA raðfest stórar vindmylnulundir til havs, sum kunnu framleiða nógvan streym, so umframt at verða brúktur til húsarhald og ídnaðin á landi eisini skulu brúkast í framleiðsluni av vetni og nýggjum brennievnum til skipaferðsluna. 

Í Norra ikki minst hevur mótstøðan móti landvindmyllum verið stór og hevur tað fingið stjórnina at leggja seg á eina strategi við havvindmyllum. Men hækkandi útreiðslur hava verið við til at sáa stóran iva um stóru íløgurnar í havvind. Tí hava eisini stórar fyritøkur sum Ørsted, Equinor og BP tikið seg úr stórum verkætlanum í eitt nú USA.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder