Orkuspurningar sum heild hava stóra raðfesting í okkara næsta grannalag, Skotlandi. Spurningurin um í hvønn mun Skotland skal halda fram við olju- og gassvirksemi í Norðsjónum, sum hevur 50 ár á baki, verður havdur á lofti nærum hvønn dag og fyllir nógv í miðlunum.
Í síðsta enda er tað bretska stjórnin, sum ger av, hvat olju- og gassvirksemi verður loyvt í Skotlandi, og tað stendur greitt, at stjórnin er fyri at økja um olju- og gassvirksemi í Norðsjónum fyri harvið at gera Bretland minni heft at innflutningi av orku.
Henda støða møtir tó mótstøðu millum umhvørvisfelagsskapir og eisini grønar politikarar í Skotlandi, ið halda, at tað skulu ikki latast nýggj loyvi til olju- og gassframleiðslu og leiting. Nýggja leiðslan í Edinburg sigur seg vera ivasama, um tað er rætt at halda fram við nýggjum olju- og gassvirksemi, nú veðurlagsbroytingar gera alsamt meira um seg men vísa tó til, at avgerðin um hetta liggur í London.
Stóra kolvetnisvinnan í Skotlandi hevur tó aftur og aftur gjørt vart við stóra týdningin fyri bæði arbeiðspláss og búskapin, sum olju- og gassframleiðslan hevur.
Nú vísir kanning, sum er gjørd í Skotlandi, at stórur meiriluti av íbúgvunum eru fyri at loyva nýggjum olju- og gassverkætlanum. Kanningin vísir, at 54% taka undir við ætlanunum hjá Rishi Sunak forsætisráharra og 23% er ímóti.
75% av skotum eru fyri at økja um heimligu olju- og gassframleiðsluna framum at innflyta orku úr útlandinum. Umleið 56% siga, at Norðsjógvurin hevur jaliga ávirkan á bretska búskapin, meðan 13 halda avleiðingina verða neiliga.
Kanningin er gjørd av fyritøkuni “Survation for True North”, sum er ein ráðgevarafyritøka, sum umboðar stórar partar av orkuívinnuni í Skotlandi.
Keldur: The Times og Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald