Uttanlands

Stríðið um at røkka klimamálunum 

Bæði í Danmark og Norra verður í hesum døgum dúgliga kjakast um, hvussu og um londini fara at megna at røkka sínum veðurlagsmálum.

2023-08-18 15:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Ógvusligu broytingarnar í veðurlagnum, sum hava verið serstakliga herviligar í ár, hava fingið politikarar, vísindafólk, veðurlagsnevndir oo. við ST aðalskrivaranum á odda til at rópa varskó og krevja, at meira  ítøkiligt verður gjørt fyri at minka um CO2 útlátið, sum verður mett at verða ein høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingarnar og ein tann stórsta hóttanin móti jørðini og harvið mannaættini.

[object Object] 

Bæði í Danmark og Norra verður í hesum døgum dúgliga kjakast um, hvussu og um londini fara at megna at røkka sínum klimamálum.  

Eisini í Føroyum eru nógvar røddir frammi um, at vit eiga at gera meira fyri at minka um útlátið, seinast í løgmansrøðuni, og í síni røðu í sambandi við løgmansrøðuna gjørdi landsstýriskvinnan í umhvørvis- og orkumálum, Ingilín Strøm greitt, at landsstýrið í vetur fer at leggja uppskot fyri tingið um lóg, sum skal fevna um bindandi mál fyri útlátinum. 

Í grannalondum okkara, Danmark og Noregi hava tey longu lóggávu, sum hevur bindandi mál fyri at minka um CO2 útlátið. Danir hava sett sær fyri at minka um útlátið við 50% í 2025, 70% í 2030 og at gerast klimaneutral í 2045. Í Norra hava tey m.a. bundið seg til at minka um útlátið við 55% í 2030. Og soleiðis kunnu vit halda fram frá landi til land, har málini eru ymisk og ójøvn. T.d. ætlar Kina sær ikki at vera klimaneutralt fyrr enn í 2060. 

[object Object]

Júst í hesum døgum hevur kjakið um hesi málini tikið dik á seg í Danmark, tí andstøðuflokkarnir halda ikki, at stjórnin ger nokk fyri at røkka málunum, og í Norra eru veðurlagsmálini ein týðandi partur av komandi kommunuvalstríðnum í heyst.  

Stóri spurningurin í danska klimakjakinum er, um stjórnin megnar at liva upp til klimakrøvini í 2025. Stjórnin sigur, at hon manglar 1/2 mió. tons av CO2 til tess at røkka málinum, og tað fer hon at megna við komandi tiltøkum. Klimaráðið, sum ráðgevur myndugleikunum vil hinvegin vera við, at stjórnin tørvar 2 mió. tons av CO2 minking aftrat til tess at røkka 2025 málinum. Stjórnin hevur kallað allar flokkar til samráðingar um, hvat skal henda komandi tíðina til tess at røkka málunum í 2025. Her eru ymisk uppskot á borðinum. 

Andstøðuflokkarnir stuðlaðir av fleiri framstandandi donskum miðlum sum Politiken, Børsen og Zetland siga, at stjórnin als ikki tekur klimaávaringarnar í nóg stórum álvara og verður m.a. sagt, at neyðugt er við at minka um forbrúkið, og til tess er m.a. neyðugt við eini mentalitesbroyting millum allar danir, har minni kjøtnýtsla er eitt av høvuðskrøvunum.

[object Object]

Til hetta hevur klimaráðharrin víst á, at tingini mugu gerast skipað og soleiðis, at 80% av fólkinum kann taka undir við tí, sum verður gjørt ella sum ráðharrin hevur úttalað: “Vi skal have en klimapolitik, sum 80 prosent af danskerne kan se sig í."

[object Object]

Í grein í Politikken nú um dagarnar siga teir báðir donsku ráðharrarnir við ábyrgd fyri veðurlagnum, Dan Jørgesen og Lars Aagaard, at Danmark er undangonguland, tá talan er um grøna orkuskiftið. Og vísa harvið aftur nógvar av atfinningunum, sum eru settar fram móti stjórnini. Eitt nú verður víst á stóru ætlaninar fyri útbygging av havvindorkuni, og tað, sum hetta hevur við sær fyri grøna orkuskiftið.

Orkan.fo, sum hevur roynt at fylgja hesum orðaskiftinum, kann vísa til tær seinastu sendingarnar í DR, sum snúgva seg um klima og minking av CO2. 

Niðanfyri eru leinkjur til tríggjar ymsar sendingar um veðurlag og grøna orkuskiftið í Danmark hesar seinastu dagarnar, allar á DR.

Leinkja til Aftenshowet á DR1 - Hvordan løser vi klimaudfordringerne

https://www.dr.dk/drtv/se/aftenshowet_-hvordan-loeser-vi-klimaudfordringerne_403419


Leinkja til P1 Debat á DR - Folkelig klimapolitik?

https://www.dr.dk/lyd/p1/p1-debat/p1-debat-2023-08-17


Leinkja til Deadline á DR2 - Må klimapolitiken splitte?

https://www.dr.dk/drtv/se/deadline_-maa-klimapolitikken-splitte_403570


Aðrar keldur til hesa grein eru Politiken og NRK. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder