Vit síggjast ovast í høgru á kortinum "Northern Gas Area", har Lyon brunnurin varð boraður. Sí eisini Cambo longur syðri og nærri markinum, har Ocean GreatWhite nú borar aftur fyri at lata feløgini betri í til at taka endaliga støðu til útbygging av Cambo seinast í hesum árinum.
Oljufelagið Siccar Point Energy boðar nú frá, at tað hevur borað ein turran brunn í nýggjastu boringini á Atlantsmótinum, eystan fyri føroyska markið. Lyon leitimiðið, sum liggur miðskeiðis millum markið og Hetland, vísti seg at goyma gass tó ikki í teimum mongdum, sum vónað varð. Umframt fyristøðufelagið Siccar Point, sum eigur 33.34% av loyvinum, so stendur oljufelagið Ineos fyri írestandi 66,66%. Borað varð góðar 4000 metrar á 1450 metra dýpi.
Vónirnar til hesa boringina vóru sera góðar, tí mett varð, at undirgrundin í hesum økinum goymdi stórar nøgdir av gassi, nú gass er staðfest fleiri staðni í sama umhvørvi. Hevði boringin verið væleydnað sum væntað, var ætlanin at seta spakan í til eina nýggja gassprovins og brúka Lyon til ein gass ”hub” ella miðdepil/kjarna fyri alt hetta økið í norðara partinum av Atlantsmótinum. Men ikki altíð gongur sum ætlað, og tað er ikki minst leiting eftir kolvetnum í nýggjum útjaðaraøkjum eitt gott dømi um. Harvið er ikki sagt, at als einki finst í undirgrundini her. Hon er framvegis stór og goymir helst uppá enn ókendar og ókannaðar møguleikar. Tað vil tíðin so vísa.
Lyon leitimiðið liggur har norðuri á Atlantsmótinum og fitt frá føroyska markinum.
Úrslitið er sjálvandi eitt vónbrot og bakkast fyri royndirnar at byggja út gasskeldur eystan fyri føroyska markið, men stjórin í Siccar Point, Jonathan Roger, sigur við Energy Voice, at teir hava als ikki slept vónunum at gera nýggj olju- og gassfund í hesum økinum.
Hóast laka úrslitið hesaferð fer felagið framhaldandi at leita í økinum, sum hann metir er prospektivt tvs. goymir møguleikar fyri at finna olju og gass. Hann leggur aftrat, at felagið fer m.a. at vera partur av komandi útbjóðing í hesum økinum á Atlantsmótinum.
Her feløgini, sum arbeiða í økinum vestan fyri Hetland og eisini tætt við Føroyar. Ovast Siccar og Ineos á Lyon leiðini, sum varð turr. Rundan um eru smærri gasskeldurnar Tobermory, Bunnehaven og Cragganmore, ið verður borað aftur í summar.
Blackrock og Cambo
Herfyri boraði Siccar Point enn ein brunn á Atlantsmótinum, tætt við føroyska markið, nevndur Blackrock. Hóast kolvetni vórðu staðfest, so var hetta kortini ov lítið og brunnurin fekk spjaldrið ”non commercial”. Endamálið við tí brunninum var fyrst og fremst at vita, hvussu langt Cambo oljukeldan røkkur vestur móti føroyska markinum. Hóast hetta vánaliga úrslitið, so verður framhaldandi arbeitt við eini ætlan at útbyggja Cambo, sum liggur bara heilt fáar kilometrar eystan fyri føroyska markið. Felagið fer saman við Shell og Suncore Energy seinni í ár at taka endaliga støðu til eina útbygging av Cambo. Í løtuni borar Ocean Greatwhite á Cambokelduni, haðani hann er komin frá Lyon brunninum, sum liggur nakað norðari og eystari. Henda boringin skal geva oljufelagnum fleiri upplýsingar um kelduna og støddina á henni. Hon er annars søgd at goyma 600 mió. tunnur av olju umframt gass.
Á kortinum m.a. Norðara Gas økið, har óvissa nú ræður eftir turru Lyon boringina. Tó hevur Siccar oljufelagið ikki slept sínum ætlanum at leita í økinum.
Eftir seinastu boringina á Cambo leiðini fer stóri boripallurin undir enn eina uppgávu í økinum millum Hetland og Føroyar. Hann skal bora ein leitibrunn á Cragganmore leitimiðinum, sum liggur í sama umhvørvi sum Lyon, ið var turt, finst. Í økinum liggja eisini fleiri aðrar smærri gasskeldur so sum Bunnehaven og Tobbermory. Um Lyon boringin vísti seg at vera væleydnað hevur ætlanin verið at útbyggja allar hesar smærri keldurnar út sum ein ”hub” av sama slag sum Laggan Tormore hubburin, ið longurr longur syðri á Atlantsmótinum.
Spennandi at síggja áhugan fyri føroyska økinum
Tað verða longu gjørdar viðmerkingar til úrslitið av Lyon boringini av greinarum, sum hava stóran kunnleika til økið. Eitt nú vil Alyson Harding, sum er tekniskur stjóri í Westwood Global í norðurvestur Evropa, vera við, at úrslitið er ”a huge disappointment” , eitt stórt vónbrot, fyri bæði fyristøðufelagið Siccar Point og partnaran Ineos.
Brunnurin var nevniliga ein av teimum mest lovandi í hesum økinum og á bretska landgrunninum sum heild í ár, men feløgini hava nú kunnað um, at jarðfrøðin tvs. reseroir, goymsluparturin, var ikki tann, sum roknað varð við ella sum sagt verður ”did not encounter reservoir quality sandstone”. Feløgini høvdu vónað at funnið upp til 3 trilliónir kubikføtur av gassi í Lyon og harvið brúka tað sum Hub fyri trimum gasskeldum í grannalagnum, nevniliga Tobermory, Bunnehaven og Cragganmore. Alyson Harding heldur úrslitið fer at vera eitt bakkast ella sum hon málber seg ”a blow” fyri bæði feløgini. Neyðugt verður nú at endurskoða og tulka heilt av nýggjum seismikkin, sum boringin bygdi á fyri at kunna gera fleiri kanningar av leitimiðjum í økinum.
Alyson Harding sigur víðari, at Siccar Point, sum jú eisini er fyristøðufelag í Cambo, longu hevur víst áhuga fyri at vera við í komandi 32. Útbjóðingini í Bretlandi, sum eftir øllum at døma fer at bjóða út nýggj øki í hesum partinum av Atlantsmótinum. Og hon leggur aftrat:
”5. útbjóðingin í Føroyum fer í gongd samtíðis sum tann bretska. Hon fer eisini at hava áhuga hjá Siccar Point, nú hon liggur tætt við bæði Cambo og Blackrock. Tað er tó enn ov tíðliga at siga, hvørja ávirkan seinasti brunnurin fer at hava á áhugan fyri at fara undir leiting í hesum økinum.”
Føroyar: Spennandi tíð fyri framman
Hóast Blackrock og nú eisini Lyon brunnarnir hava verið vónbrot fyri leitingina í hesum partinum av Atlantsmótinum, so er greitt, at oljuleiting sum heild eisini hevur bakkøst við sær. Tað plagar at verða tikið til, at ein út av 10 brunnum gevur úrslit. Framvegis liggja stórar oljukeldur so sum Rosebank og Cambo, báðar nær føroyska markinum, og bíða eftir endaligu góðkenningini at verða útbygdar. Tær avgerðirnar verða tiknar innan eitt hálvt ár ella so.
At Føroyar og Bretland hava lagt upp til samstarv á oljuleitiøkinum við m.a. at bjóða út øki samstundis og tætt upp at miðlinjumarkinum millum londini eiga vit avgjørt at meta sum stórt framstig og helst sum undangongu eindømi sum heild. Oljufeløgini, sum framvegis vilja brúka pengar uppá Atlantsmótið, kunnu vit bara gita, hava brúk fyri eisini at kanna, um olja og gass finst í føroyska grannalagnum. Tí tann staðfestingin kann so vera við til at undirbyggja teirra verkætlanir í bretskum øki.
So í veruleikanum eru vit komin til eitt vegamót í ikki bara føroyskari olju- og gassleiting men eisini í leitingini og menningini av Atlantsmótinum sum heild, sum er tann nýggi oljulandsluturin, ið møguliga fer at avloysa Norðsjógvin. Vit skulu ikki gloyma tað nógva virksemið nógva aðrastaðni á Atlantsmótinum heldur umframt leiting og útbyggingar har. Eftir Lyon brunnin og veruliga samlaðu gongdina á Atlantsmótinum kunnu vit vónandi staðfesta og siga: eitt stig aftur og tvey fram.
Økið, sum í næstum verður boðið út í føroysku 5. útbjóðingini. Bretska 32. útbjóðing, sum letur upp um somu tíð sum tann føroyska, fevnir í stóran mun um øki, sum liggja beint hinumegin markið, tó at tey, sum sæst niðanfyri, helst fara at ganga uppaftur longur norðureftir. Kelda Jarðfeingi.
Fyribils kort yvir økini, sum verða útboðin í 32. bretsku útbjóðingini. Sum sæst dekka hesi fyri ein stóran part paralelt sama økið, sum verður boðið út føroysku megin markið. Júst tann sannroyndin kann koma at gagna føroysku útbjóðingini. Báðar lata tær upp samtíðis einaferð í fyrru helvt ella um miðjan juni. Tær lata so aftur seinast í november. Kelda OGA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald