Uttanlands

Týskaland byggir nú gassmóttøkuhavnir

-fyri at gerast minni bundið at russiskum gassi. Mikumorgunin varð oljuprísurin góðar 110 dollarar - í morgun gjørdi hann eitt ógvusligt lop til 120 dollarar. 

Týska stjórnin hevur avgjørt at byggja tvær havnir, sum skulu taka ímóti LNG gassi og grønum vetni fyri at verða minni bundin at russskum gassi

Týska stjórnin hevur avgjørt at byggja tvær havnir, sum skulu taka ímóti LNG gassi og grønum vetni fyri at verða minni bundin at russskum gassi

2022-03-03 10:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum kríggið í Ukraina harðnar, og russar hava tikið tann fyrsta stórbýin heldur oljuprísurin fram við at hækka og náddi hann 120 dolllarum tíðliga hósmorgun. Ein orsøkin til hesa seinastu hækkingina eru gitingarnar um, at USA er um at seta tiltøk í verk móti russiskum olju- og gassútflutningi. Hetta hevur Joe Biden forseti róð framundir seinastu dagarnar, nú russar eftir øllum at døma ikki ætla sær at gevast við innrásini í Ukraina. 

Tað ljóðar eisini, at russiski flutningurin av gassi til Evropa er nógv minkaður seinastu dagarnar. Opec+ londini høvdu fund í gjár men enn er einki komið út frá fundinum, antin londini fara at økja um framleiðsluna meira enn upprunliga avtalað ella ikki. 

Í Týskalandi hevur stjórnin nú tikið stig til at byggja tvær nýggjar havnir, sum kunnu taka ímóti LNG gassi og grønum vetni,  nú landið hevur avgjørt ikki at góðkenna Nord Stream 2 gassleiðingina úr Russlandi.  Týskaland og onnur lond í Evropa eru nógv bundin at russiskum gassi sum er. Meira enn 40% av gassnýtsluni í ES kemur frá Russlandi. Týskaland innflytur heili 30% av gassinum úr Russlandi.  Hetta kemur gjøgnum aðrar gassleiðingar, sum m.a. eru í krígsherjaða Ukraina. 

Kríggið í Ukraina hevur annars fingið politikarar í ES at tosa um at brúka  høvið til at skunda undir og seta dik á grøna orkuskiftið, soleiðis at londini skjótast til ber ikki nýtast at innflyta gass úr Russlandi. Í Noregi hava andstøðuflokkarnir í Stórtingum skotið upp at seta ferð á olju- og gassleitingina beinanvegin fyri at kunna ganga vaksandi eftirspurninginum á møti. Eisini í Bretlandi vilja leiðandi politikarar skunda undir útbygging av eitt nú gassleiðum. 

Enn ein avleiðing av krígnum er nú, at týska stjórnin umhugsar at lata upp aftur kjarnorkuverk, sum vórðu stongd nøkur ár herfyri sum part av grøna orkuskiftinum. Í løtuni eru trý kjarnorkuverk virkin í landinum men eftir ætlan skuldu tey eisini stongja í 2022. Henda ætlan verður nú møguliga av ongum. 


 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder