Spurningurin um orkuveitingar og orkutrygd í Evropa í framtíðini er ovast á breddanum í flest øllum evropeiskum londum, eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Um allan heim hava lond, fyritøkur og feløg tikið stig til at boykotta Russland eitt nú gjøgnum sanktiónir av ymsum slag. Stóri og mest avbjóðandi spurningurin er nú, í hvønn mun lond kunnu semjast um at minka um ella heilt steðga øllum orkuinnflutningi úr Russlandi. Hetta er ein stór avbjóðing, tí Evropa er so bundið at orkuinnflutningi úr Russlandi.
Í USA vilja umboð bæði fyri stjórn og andstøðu seta í verk bann móti orkuveitingum úr Russlandi. Í londum sum Danmark eru røddir frammi um, at allar avtalur um keyp av russiskum gassi skulu strikast, tó at stjórnin bíðar eftir eini støðutakan frá hægsta stað í ES. Enn tykist heimurin tí í eini bíðistøðu í hesum máli. Øll eygu eru nú vend móti ES og serliga Týskalandi. Kann felagsskapurin, sum er so nógv bundin at bæði olju. gassi og koli úr Russlandi, koma til eina semju um heilt ella lutvíst at steðga hesum so týðandi innflutningi?
Nú hevur so týska stjórnin sagt frá, at hon fer ikki at banna innflutningi av orku úr Russlandi. Rætt og slætt tí landið er ikki tilreiðar til tess. Alt ov stórur partur av týska samfelagnum er tengdur at m.a. russiskum gassi.
Um somu tíð verður tosað um at økja um nýtsluna av koli og kjarnorku í orkuskipanunum. Týskaland, sum er búskaparmotorurin í Evrop, ger alt í løtuni fyri at fáa hendur á gassi úr øðrum londum, eitt nú Norra, USA og londum í Miðeystri. Hjá norska orkufelagnum Equinor koyrir gassframleiðslan við fullari ferð. Hetta sæst eisini aftur í pengakassanum. Equinor, sum er næststørsti gassframleiðarin í Evropa, forvinnur 600 mió. kr. um dagin fyri søluna av gassi til Evropa.
Orðini hjá týska fíggjarráðharranum, Robert Habeck um støðuna eru kanska mest sigandi: -Eg fari ikki at stuðla boykott av innflutningi av russiskari fossilari orku (olju, gassi og koli). Eg fari entá at ganga ímóti tí, tí vit við slíkari avgerð vilja vit hótta sosiala friðin, sum hann málber seg. Habeck er varakanslari í Týskaland og hevur harvið ábyrgdina av orkupolitikkinum. Russiska innrásin í Ukraina hevur longu fingið og fer at fáa avleiðingar fyri Týskaland, sum er størsti búskapurin í Evropa.
Habeck, sum er fyrrverandi varaleiðari í Grøna flokkinum, sigur, at Týskaland er sera bundið at russiskari orku, 55% av gassinum, 50% av kolinum og 35% av oljunýtsluni koma úr Russlandi. Eingin møguleiki er at skifta hesi út uppá stutt sikt, men uppá longri sikt vil Týskaland minka um innflutningin av fossilari orku úr Russlandi. -Vit vilja og mugu halda fram við at innflyta orku úr Russlandi m.a. til tess at kunna varðveita prísjavnvágina og orkutrygdina hjá Týskalandi, men vit arbeiða miðvíst við loysnum. Her sipar hann til at skunda undir íløgur í varandi orkuloysnir, men í eini skiftistíð verður neyðugt við bæði gassi, koli og kjarnorku. Havast skal annars eisini í huga, at hóast ES er ein felagsskapur við umleið 28 londum, so eru orkuskipaninar í londunum sera ymiskar. Eitt land sum Póland nøktar t.d. 87% av sínum orkutørvi við koli, harav ein stórur partur kemur úr Russlandi.
Greinarar ávara annars um, at fer heimurin at gera álvara av heilt ella lutvíst at banna russiskari orkuveiting, kann tað fara at ávirka oljuprísin so mikið nógv, at hann kann røkka 200 dollarum fyri tunnuna. Íløgufelagið Goldman Sachs heldur ein prísur uppá 185 dollarar liggur ikki langt vekk. Í dag er hann umleið 115 dollarar.
Til ber eisini at lesa frágreiðing frá IEA, Altjóða Orkustovninum, sum mælir ES til at fremja tiltøk, sum kunnu gera londini minni heft at russiskum gassi innan eitt ár. Hesi kunnu minka um russiska innflutningin við einum triðingi. Sí leinkjuna her:
https://www.iea.org/news/how-europe-can-cut-natural-gas-imports-from-russia-significantly-within-a-year
Keldur: Euroactiv, Energy Voice, World Oil, E24, IEA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald