Nú hendi so tað, sum fleiri lond hava bíðað eftir, nevniliga at týska stjórnin hevur avgjørt at steðga góðkenningini av gassleiðingini Nord Steam 2, sum gongur úr Russlandi til Týskalands.
Hetta hendi dagin eftir, at russiski forsetin Vladimir Putin í gjár gjørdi av at góðkenna tveir landspartar í eysturukraina sum sjálvstøðug øki. Putin segði eisini, at Russland fer at senda friðarvarðveitandi herlið til økini. Avgerðin hevur longu fingið bæði USA og evropeisk lond til harðliga at átala russisku avgerðina og hótta nú við at seta í verk tiltøk móti í fyrsta lagi umrøddu økjum í Ukraina.
Avgerðin hjá Scholz at steðga góðkenningini av Nord Stream 2 er ein avleiðing av støðuni, sum hevur tikið seg upp í eysturukraina. Hetta merkir, at Russland sleppur ikki at veita gass til Evropa gjøgnum nýggju gassleiðingina, og tað merkir eisini, at Evropa fer ikki at fáa tað gass úr Russlandi, sum tað hevur tørv á. Støðan minnir ikki sørt um eitt tvíeggjað svørð.
Hóast Nord Stream 2 ikki verður tikin í brúk, í hvussu so er ikki nú, so fær Evropa kortini russiskt gass gjøgnum aðrar gassleiðingar úr Russlandi. Men hetta er neyvan nokk til at nøkta stóra eftirspurningin. Ætlanin við Nord Stream 2 var nærum at tvífalda gassveitingina úr Russlandi og at fara uttan um verandi rørleiðingar, sum ganga ígjøgnum Ukraina.
Spurningurin um orkuveitingar til Evropa er av álvara komin í fokus, nú Putin hevur avgjørt at góðkenna tveir landspartar í Ukraina sum sjálvstøðugar. ES, sum innflytir 43% av tínum gasstørvi úr Russlandi, 25% av oljuni og umleið 47% av kolinum, verður nú av álvara trungið til at taka veitingarstøð upp til nýggja viðgerð, og her kemur so eisini enn ein gassrørleiðing, Baltic Pipe, aftur til umrøðu.
Talan er um rørleiðing úr Norra til Pólands umvegis Danmark. Hon hevur verið partur av orkuorðaskiftinum leingi men hevur møtt mótstøðu frá teimum grønu í fleiri londum. Nú sær ikki mætari út, enn at Baltic Pipe fer at koma til viðgerðar.
Tosað verður eisini um at keypa meira LNG gass úr USA, men her er trupulleikin, at tørvur er á móttøkustøðum til LNG gass í Evropa. Prísurin á gassi hækkaði annars munandi eftir útsøgnina hjá týska kanslaranum um Nord Stream 2. Eisini prísurin á olju hækkar eftir støðuna í Ukraina og nærkast skjótt 100 dollarum fyri tunnuna. Eitt skifti í morgun var hann góðar 96 dollarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald