
Úrslitið hjá Sev fyri 2024 var á sama støði sum undanfarna ár. Úrslitið eftir skatt í 2024 var 48,4 mió.kr., sum er á leið tað sama sum árið fyri, tá úrslitið var 50,2 mió.kr, kom fram á aðalfundinum.
Sølan av streymi setti met við 435,5 GWt, svarandi til eina hækking 4,8% í mun til árið fyri. Gongdin í streymnýtsluni hevur verið ein støðugur vøkstur, og í miðal seinastu fimm árini hevur árlig vøksturin verið 4,5%, so talan er um ein stóran vøkstur, sum setur krøv til Sev at kunna veita alla hesa orkuna.
Tað eru serliga alivinnan og privatu húsarhaldini, sum standa fyri hækkingini. Elsølan í sambandi við grøna málaran, t.e. til hitapumpur og elbilaløðing, er økt munandi í mun til undanfarna ár. Hinvegin er elsølan til pelagisku vinnuna minkað, tí minni nøgd av fiski er komin uppá land.
Framgongdin í søluni av kWt saman við príshækkanini fyri 2024 økir samlaðu inntøkurnar hjá felagnum, og er hetta neyðugt sæð í mun til øktan kostnað av rakstrinum og nýggjar íløgur.
“Vit hava í Føroyum ongantíð brúkt meira elorku og ongantíð framleitt meira burðardygga elorku, men kostnaðurin av elframleiðslu er eisini øktur”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Nýggja nevndin í Sev fer nú undir at endurskoða grønu kósina hjá Sev segði formaðurin á aðalfundinum í morgun.
Í nevndini í Sev sita:
Heðin Mortensen, Suðurstreymoy - Annita á Fríðriksmørk, varalimur
Torbjørn Jacobsen, Eysturoy - Súni í Hjøllum varalimur
Sylvia Thomsen, Norðoyggjar - Anfinn í Toft, varalimur
Winnie Kjærbo, Sandoy - Rúni Winther varalimur
Arni Teindal, Suðuroy - Marin Gaardlykke varalimur
Haraldur S. Hammer, Norðurstreymoy - Lena Dam varalimur
Hans Kári Hansen, Vágar - Jóanis Albert Nielsen varalimur
Methøg grøn elframleiðsla
Burðardygga elframleiðslan setti met við 271GWt í mun til 229GWt í 2023. Væl meira av vindi kom inn á netið. Vindmyllurnar í Neshaga framleiða nú aftur eftir umfatandi umvælingar, og meiri vindorka fæst til høldar, nú skipanin við battaríum og synkronkompensatori er virkin í meginøkinum.
Gagnnýtslan av vindorku er farin úr 53% í 2022 upp í 68% í 2024. Gagnnýtslan væntast at verða enn betri, tá fleiri battarískipanir verða settar upp í meginøkinum komandi árini. Harumframt kemur gagnnýtslan at økjast í sambandi við, at farið verður undir at selja avlopsel seinri í 2025.
Útreiðslurnar øktar
Tó at burðardygga elframleiðslan hevði við sær eina lækking á 4000 tons av olju, eru útreiðslurnar til olju ikki minkaðar tilsvarandi. Sev rindaði 215 mió.kr. fyri olju í 2024 móti 217,2 mió.kr. árið fyri.
Hetta tí at Sev er álagt at rinda hægri umhvørvisavgjald í 2024. Útreiðslurnar til umhvørvisgjaldið eru knappar 40 mió.kr., harav størsti parturin er hækkaða umhvørvisgjaldið, sum fekk gildi 1. januar 2024.
Kostnaðurin fyri keyp av elorku frá øðrum veitarum er eisini øktur. Hann var 63,1 mió.kr. í 2024 samanborið við 41,1 mió.kr. undanfarna ár. Hetta kemst av, at keypsprísurin fyri el frá vindmyllulundunum ávikavist í Flatnahaga og á Gellingarkletti er javnaður.
Aðrir kostnaðir eitt nú av tilfar- og tænastum og lønarkostnaðir eru somuleiðis øktir í mun til 2023, vegna økt virksemi, avskrivingar og javnan av lønarsáttmálum v.m.
Íløgur fyri 343 mió.kr. móti 210 mió.kr. undanfarna ár.
Aftur í 2024 gjørdi Sev stórar íløgur innan bæði framleiðslupartin og netpartin. Til dømis er talan er um íløgur hjá framleiðslupartinum fyri 137 mió.kr. serliga á Sundsverkinum, Verkið í Botni, Mýruverki II, og Heygaverkið. Verkið í Botni verður í hesum døgum dagført og var tikið úr rakstruin í apríl mánað. Pumpuskipanin í Vestmanna er sett á pausu meðan nærri kanningar verða gjørdar.
Íløgur í netpartin eru 206 mió.kr., serliga til koplingarstøðir eru 63 mió.kr. og til netið 107 mió.kr. Fyrisitingin hevur gjørt íløgur fyri 36 mió.kr., serliga til nýggju lonina á landavegnum, kt-útgerð og skipanir.
Nevnd og stjórn nøgd við úrslitið
Vísitalið nettoskuldin (NIBD) í mun til úrslitið áðrenn avskrivningar og rentur (EBITDA) gjørdist 5,6 ferðir í mun til 5,8 ferðir í 2023. Eginpeningsparturin er 40,6% og gjaldførið er gott.
Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið og fíggjarligu støðuna hjá felagnum. Nevndin væntar, at úrslitið fyri 2025 fer at liggja á sama støði sum í 2024. Eingin príshækking er ætlað í 2025.
“Orkuskiftið er byrjað, men enn er langt á mál”, sigur Haraldur S. Hammer. “Tað hevur stóran týdning, at allir partar samstarva fyri at røkka málinum. Um orkuskiftið ikki skal missa megi, áttu landsmyndugleikarnir at hildið fram við stuðlandi átøkum.”
Nýggja nevndin fer nú undir at endurskoða grønu kósina hjá Sev.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald