Uttanlands

Ursula von der Leyen: Tað kostar at droppa russiska olju

Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva at finna semju í ES, og har skal finnast ein jávnvág, so tað verður so dýrt fyri Kreml sum gjørligt, meðan tað skal ávirka evropeiska samfelagið minst møguligt, sigur forkvinnan í ES-nevndini

Tað fer at bera til at finna semju, um tað so tekur ein dag longur enn væntað, sigur Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

Tað fer at bera til at finna semju, um tað so tekur ein dag longur enn væntað, sigur Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

2022-05-06 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kemur at kosta evropeiska samfelagnum at steðga innflutning av russiskari olju, men tað verður upaftur dýrari fyri Kreml.

Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen í røðu í Frankfurt í dag.

Í løtuni stríðast ES-lond við at fáa semju um sætta sonevnda revsingarpakkan við revsitiltøkum móti Russlandi, og ES-nevndin hevur lagt upp til at steðga innflutning av russiskari ráolju um eitt hálvt ár.

Les eisini: ES vil stegða russiskari olju um hálvt ár

Men fleiri lond, harímillum Ungarn og Slovakia ynskja eina longri skiftistíð, so tey fáa stundir at finna alternativar loysnir.

Ursula von der Leyen ásannar, sambært Ritzau, at tað ikki verður nøkur løtt uppgáva, og at har skal finnast ein javnvág, so tað verður so dýrt fyri Kreml sum gjørligt, meðan tað skal ávirka evropeiska samfelagið minst møguligt.

Tað er torført at finna semju um oljuna, tí uml. 25 prosent av allari olju hjá ES kemur úr Russlandi, og væntast kann tí, at samráðingarnar halda fram um vikuskiftið.

Ursula von der Leyen sigur, at hon er vís í, at tað fer at bera til at finna semju, og um tað so tekur ein dag longur enn væntað, so má tað vera so, men tey eru heilt vist á rættari leið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder