Samlaða CO2 útlátið í 2021 fer at vera nakað minni enn í 2019, men tað fer kortini at vaksa til at vera tað næstmesta nakrantíð sigur altjóða orkustovnurin IEA í síni seinastu frágreiðing. Serstakliga er tað kolanýtslan í Asia, sum togar tølini tann skeiva vegin skrivar IEA.
Samtíðis metir IEA, at varandi orkan fer eisini at seta met. Hon fer at nøkta 30% av samlaðu streymnýtsluni.
Eftirspurningurin eftir orku í koronatíðini hevur annars verið tann lægsti nakrantíð síðani seinna heimsbardaga. Hetta kemur serliga til sjóndar í ferðsluni á landi og í luftini. Hetta var eisini orsøkin til, at CO2 útlátið í 2020 minkaði við 6%. Mong høvdu tí roknað við, at broytingarnar í orkumynstrinum fara at halda fram eftir korona, men tað er neyvan hugsandi skrivar IEA. Vit kunnu heldur vænta ein stóran vøkstur í útlátinum í kjalarvørrinum á búskaparliga vøkstrinum, sum fer at økja um eftirspurningin eftir orku.
Orkueftirspurningurin er í stórum vøkstri í menningarlondunum og fer helst at vaksa við 3,4% í ár. Í ríku londunum er hann tó mettur til at vera 3% undir tølunum frá 2019. Har eftirspurningurin er vaksandi hevur kol ein týðandi leiklut.
Samlaða orkunýtslan í heiminum minkaði við 4% í 2020, men er mett at vaksa við 4,5% í ár, skrivar BBC. Hesin vøksturin kemur fyrst og fremst til sjóndar í Kina, sum er mett at standa fyri helvtini av vøkstrinum í kolanýtsluni í ár. Og hóast gongdina í bæði USA og ES, har kolanýtslan minkar í løtuni, so verður roknað við vøkstri í samlaðu kolanýtsluni í heiminum. Og hesin er so aftur við til at forða royndunum at minka um CO2 útlátið.
Samlaða CO2 útlátið fer at økjast við 1,5 mia. tonsum í ár og tað er kolinum fyri at takka, sigur Fatih Birol, stjóri í IEA. Hann vísir á, at hetta er ein álvarslig ávaring um, at búskaparvøkstur eftir korona fer ikki at verða burðardyggur fyri veðurlagið.
Metingar av útlátinum fyri 2021 fara at vera enn verri, sambart IEA, um eftirspurningurin eftir olju fer at røkka teimum tølunum, sum vóru undan korona.
Stovnurin metir annars, at flogferðslan í ár fer at verða 20% undir 2019 markinum.
Kortini sær IEA fyri sær, at nýtslan av varandi orku fer at vaksa nógv. Vindur og sól og aðrar alternativar orkukeldur vuksu við 3% í 2020, og hesar eru mettar at vaksa við 8% í ár í orkusektorinum. Sum heild fer grøn orka at veita 30% av samalaðu streymorkuni í heiminum, tað hægsta síðani ídnaðarkolveltingina.
Tøl vísa annars, at lond, sum hava megnað at minka um CO2 útlátið, eru tey, sum hava havt mest eydnu við sær at brúka varandi orkukeldur ístaðin fyri fossilar.
Stórar íløgur í grøna orku er gott fyri veðurlagið, men um somu tíð sum hesar verða gjørdar, verða eisini gjørdar stórar íløgur í kol og gass. Tí fer tað at taka drúgva tíð, til grønu íløgurnar verða við yvirlutan stendur á lesa í IEA frágreiðingini.
Víst verður til, at skal tað eydnast at liva upp til París-avtaluna, so verður neyðugt við nýggjum málum og tiltøkum, og her verður mett, at stigini hjá Biden forseta at seta sær nýggj mál innan 2030, eru tað, sum skal til fyri at venda gongdini.
Hesi tiltøkini kunnu ikki koma nóg skjótt skulu vit liva upp til málini í Parísavtaluni sigur Birol stjóri í IEA. Um ikki stjórnir megna at flyta seg skjótt fyri at byrja uppá at minka um útlátið, so fara vit at síggja eina støðu í 2022, sum verður uppaftur verri enn í dag, leggur Birol aftrat. Hann heldur tí fundin, sum Biden skipar fyri í dag og í morgin, vera altavgerandi fyri eitt gott úrslit á ST orkuráðstevnuni í Bretlandi seinni í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald