2023-01-23 18:46
Jan Müller
Jan Müller
Greining. Tað var í desember í fjør, at umboð fyri orkufeløgini BP, Equinor og Ithaca Energy undirskrivaðu avtalu um eina verkætlan, ið miðjar móti at brúka streym frá m.a. vindmyllum til at reka framleiðsluna á bæði verandi og komandi olju- og gasspallum vestan fyri Hetland.
Avtala um elektrifisering av oljuframleiðslu verður undirskrivað. Fv. Al Cook frá Equinor, Louise Kingham frá BP og Gilad Myerson frá Ithaca. Aftast er bretski orku- og veðurlagsráðharrin Graham Stuart.
Hetta verður ma. gjørt í sambandi við, at tríggjar nýggjar risastórar útbyggingar av oljuleiðunum Clair, Cambo og Rosebank, allar eystan fyri føroyska markið, eru á tekniborðinum og skjótt klárar til at fara av bakkastokki.
Tær tríggjar olju- og gassleiðirnar, sum talan er um at útbyggja og elektrifisera, eru Cambo, Rosebank og Clair.
Útbyggingar koma - um tær fáa endaligt grønt ljós frá myndugleikunum og eisini verða góðkendar av leiðslunum í eigarafeløgunum - at hava alstóran týdning fyri orkutrygdina hjá Bretlandi. Bretska stjórnin ynskir nevniliga at gera landið minni heft at innfluttari olju og gassi við at menna egna olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum.
Hetta skal gerast bæði við at geva loyvi til útbyggingar av verandi olju- og
gassleiðum eins og at fara undir nýggja leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum.
Framtíðar ætlan fyri framleiðslu av streymi frá vindmyllum, sum kann fara til at reka olju- og gasspallar, fyritøkur ol. á landi eins og til framleiðslu av vetni og øðrum grønum loysnum.
Umframt til at reka verandi pallar so sum Clair Ridge, skal elektrifisering eisini brúkast á komandi pallum eitt nú Clair South, sum enn er á tekniborðinum.
Tey trý feløgini siga, at teimum tørvar umleið 200 megawatt av streymi, sum skal koma frá vindmyllum á landi og til havs, skulu tey til at fara frá at reka framleiðsluna við gassi til at brúka streym frá vindmyllum, og harvið koma tey at minka munandi um CO2 útlátið. Hetta er eisini eitt krav frá bretsku myndugleikunum sum partur av grøna orkuskiftinum.
Hetta merkir eina nýggja orkuframtíð um okkara leiðir, har tú sameinir verandi olju- og gassframleiðslu við framleiðslu av streymi frá varandi orkukeldum. Ein gongd leið, sum bretskir myndugleikar og orkuvinnan í Bretland eru vorðin samd um, og sum hevur til endamál at minka munandi um útlátið frá framtíðar olju- og gassframleiðslu.
Bretski ráðharrin fyri orku og veðurlagsbroytingar, Graham Stuart, fegnast sambært “Offshore Energy” um, at tey trý orkufeløgini hava tikið stig til at gera elektrifisering til part av framtíðar útbyggingum.
“Henda avtalan er eitt týðandi stig fram móti at minka um útlátið eins og at verja og varðveita arbeiðspláss, nú roynt verður at liva upp til avtaluna millum stjórnina og vinnuna, “The North Sea Transition Deal”. Henda avtalan, sum verður eitt týðandi grundarlag undir grøna orkuskiftinum, skal tryggja, at verandi olju- og gassvinna verður partur av loysnini at minka um útlát og at tryggja Bretlandi framtíðar orkuveiting", sigur hann.
Tey trý orkufeløgini fara nú undir at kanna tøkniligu avbjóðingarnar við at elektrifisera oljupallar, sum koma at liggja á djúpum vatni langt úr landi vestan fyri Hetland. Her finnast longu fleiri framleiðandi pallar og fer kanningararbeiðið helst eisini at fevna um elektrifisering av teimum.
Hetta verður so fyrsta royndin at reka oljuframleiðslur við streymi frá vindmyllum í Bretlandi sum heild. Nakað, sum longu hevur verið roynt í Norra í eina tíð og sum tekur dik á seg har, nú krøvini til minkandi útlát gera seg alsamt meira galdandi.
Orsøkin til at elektrifisering av oljupallum hevur fingið so høga raðfesting í Bretlandi eisini er kravið um at minka útlátið við 50% í 2030 og til null útlát í 2050.
Ein kann við hesi gongdini siga, at talan er um hjá olju- og gassvinnuni og varandi orkuvinnuni so sum vindorku, at ganga hond í hond fyri at røkka málinum um í fyrsta lagi minkandi útláti og í øðrum lagi heilt at sleppa undan útláti yvirhøvur.
Rosebank keldan tætt við føroyska markið við gassleiðing til gassundirstøðukervið vestan fyri Hetland. Equinor fer í næstum helst at geva grønt ljós til útbyggingina eins og bretskir myndugleikar.
Um somu tíð sum stóru olju- og gassfeløgini gera seg klár til at fara undir stórar og kostnaðarmiklar útbyggingar av olju- og gassleiðum vestan fyri Hetland, so eru eitt nú vindorkufeløg farin at fyrireika stórar útbyggingar av vindmylnulundum bæði á landi í Hetlandi og til havs eystan og vestan fyri Hetland. Streymframleiðslan frá komandi vindmyllum fer at verða so mikið stór, at hon eisini fer at kunna nøkta eftirspurningin frá olju- og gassfeløgunum.
Framleiðsluskipið Petrojarl Knarr, sum nú verður umbygt og gjørt klárt til at brúka streym í framleiðsluni á Rosebank kelduni og høgrumegin pallurin, sum fer at verða brúktur í framleiðsluni á Cambo oljukelduni og sum eisini verður elektrifiseraður.
Hvussu við Føroyum í framtíðini?
Aftrat hesum framtíðar útlitunum fyri olju- og streymframleiðslu kring Hetland og tvs. eisini tætt við Føroyar kemur so arbeiðið at sambinda Skotland og Hetland við elkaðali, eitt arbeiði, sum er komið væl áleiðis. Tá hetta er liðugt verður møguleiki hjá vindorkuframleiðarum í Hetlandi at sleppa av við yvirskotsstreym inn á skotska meginlandið eisini.
Eingin ivi er um, at henda gongdin ein dag eisini kann fáa týdning fyri framtíðar ætlaninar í Føroyum at menna havvindmylnulundir til havs. Hóast tað í løtuni ikki er nøkur ítøkilig ætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu útflyta yvirskotsstreym frá eitt nú størri vindmyllulundum á landi og til havs, so stendur í hvussu er tann møguleikin opin fyri at leggja elkaðal millum Føroyar og skotska meginlandið umvegis Hetland.
Her dømi um orkuútbyggingar kring Hetland av bæði olju- og gassleiðum og vindmylnulundum til havs eins og framtíðar framleiðslu av grønum brennievnum. Eisini síggja vit elkaðalsambandið millum Skotland og Hetland sum týðandi lið í øllum hesum virkseminum.
Tað er uttan iva nakað, sum bæði vinna og myndugleikar í Føroyum hava við í sínum metingum, tá karmarnir í m.a. Vakstrarforum og øðrum verkætlanum skulu fyllast út. Og stóri spurningurin verður til ta tíð, hvør skal rinda fyri møguligan elkaðal inn á meginlandið. Men sum eitt av teimum londum í heiminum, ið hevur bestu umstøðurnar til at framleiða streym frá vindmyllum, so er lítið at ivast í, at her fara at verða loysnir funnar.
Og enn ein møguleiki, sum helst liggur nakað longri frammi í tíðini, verður so eisini at veita streym til møguligar komandi føroyskar olju- og gasskeldur, verða hesar funnar og fara undir framleiðslu - og kunnu vit tá koma til at uppliva eina gongd, sum líkist nógv henni vit helst fara at síggja í bretskum øki eystan fyri Føroyar komandi árini. Livst so spyrst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald