Eftir gitingar í fleiri dagar um, at Vesturheimurin fer at banna innflutningin av orku úr Russlandi, tók amerikanski forsetin Joe Biden í dag fyrsta stigið til at steðga russiska innflutninginum av bæði olju og gassi úr Russlandi. Stutt eftir boðaði Boris Johnson frá, at Bretland fer at gevast við øllum innflutningi av olju og gassi úr Russlandi í hesum árinum.
Biden segði í røðu frá Hvítu Húsunum, at avgerðin er tikin fyri at forða fyri, at USA rindar fyri russisku innrásina í Ukraina. Hann sigur seg skilja væl, at lond í Evropa ikki kunnu taka somu avgerð her og nú, tí tey eru í eini aðrari støðu enn USA, sum í dag innflytur umleið 8% av olju og gassinum úr Russlandi. Taka vit alt ES sum dømi, so innflyta tey londini umleið 27% av olju- og gassnýtsluni úr Russlandi.
Bretland er eisini í eini aðrari støðu enn ES, tí landið einans innflytur 10% av orkuni úr Russlandi. Hóast tætta tilnýtið til russiska olju og gass, so hava ES londini í dag avgjørt at minka munandi um innflutningin úr Russlandi, soleiðis at hann móti endanum av hesum árinum verður væl minni.
Tað er greitt, at avgerðir at minka um russiska orkuinnflutningin fer at fáa fylgjur fyri Vesturheimin, sum nú ger seg út til at kunna minka um ringastu avleiðingarnar. Eitt nú verður skundað undir menningina av grønari orku umframt at framleiðslan av bæði olju og gassi verður økt munandi. Londini eru eisini noydd til í einum avmarkaðum tíðarskeiði at økja um bæði kjarnorku og kolaorku.
Eisini danska stjórnin ætlar at sleppa undan at innflyta gass úr Russlandi í framtíðini. Danski orkuráðharrin Dan Jørgensen heldur, at støðan í Ukraina eigur at fáa Vesturheimin at flyta seg nógv longur og skjótari á grøna økinum og gera íløgur í varandi orkukeldur so sum vind, sól og aðrar við. Men fyri at kunna flyta seg frá russiskum gassi her og nú krevst eisini, at atgongdin til bæði olju og gass verður betri, og her kemur so komandi gasskaðalin Baltic Pipe inn í myndina. Hann gongur úr Noregi til Pólands umvegis Danmark. Hann skal vera liðugur í 2023 og við honum sær Dan Jørgensen ein møguleika fyri at kunna skrúva niður fyri russiska gassinum. Eisini verður tosað um at fáa í gongd aftur gassframleiðslu á danska landgrunninum.
Aðrir útvegir fyri at sleppa undan at brúka olju og gass uppá stytri sikt er at fara yvir til hitapumpur og elektrifisering av ídnaðinum. Enn ein útvegur fyri at vera minni heft at eitt nú innfluttum russiskum gassi er m.a. at minka um orkunýtsluna. Tað kann koma at muna eftir stuttari tíð. Spurningurin er bara í hvønn mun tað letur seg gera. Ein av teimum, sum heldur henda leiðin er kanska tann besta, er Brian Vad Mathiesen frá Ålborg Universitet. Umframt at leggja dent á hitapumpur og elektrifisering heldur hann málið má vera at fara undir miðvísa orkusparing. Danski forsætisráðharrin Mette Fredriksen sigur, at Danmark ikki longur skal vera bundið at russiskum gassi.
Bretski forsætisráðharrin segði í dag, at Bretland eigur at fara undir at økja um framleiðsluna av olju og gassi frá bretska landgrunninum, soleiðis at landið kann gerast minni heft at innflutningi úr øðrum londum.
Russland hevur sum eitt aftursvar til útmeldingarnar frá Vesturheimin um sagt frá, at tað umhugsar at steðga øllum gassflutningi gjøgnum Nord Stream 1 leiðingina til Evropa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald