Norska orkufelagið Equinor, sum fyri meira enn 10 árum síðani, var eitt av mest virknu feløgunum í føroysku oljuleitingini, tá undir navninum Statoil, er nú aftur av álvara farið at vísa hesum partinum av Atlantshavinum áhuga. Kortini ikki enn í føroyskum øki men tætt við. Orkan.fo bar tíðindini í farnu viku. Nú sigur leiðslan í felagnum, at Rosebank kann fáa stóran týdning fyri bretsku orkutrygdina.
Eystanfyri markið millum Føroyar og Bretland er Equinor við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til at fara undir eina stóra útbygging av olju- og gasskelduni Rosebank. Hon er so mikið stór, at leiðslan í Equinor heldur hon kann vera við til at økja munandi um orkutrygdina í Bretlandi. Eitt mál, sum hevur verið nógv frammi, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Rosebank keldan er risastór og kann fáa stóran týdning fyri bretsku orkuframtíðina.
Felagið hevur júst latið myndugleikunum umhvørvisfrágreiðing. Equinor sigur, at útbyggingin av Rosebank uppá nærum 80 mia. kr. fer at hava ein týðandi leiklut í olju- og gassveitingini tey næstu ártíggjuni um somu tíð, sum grøna orkuskiftið fer fram. Hon fer eisini at skapa nógv arbeiði serstakliga í Bretlandi.
Ein sosiobúskaparlig kanning, sum felagið hevur latið gera, vísir, at Rosebank fer at hava ein týðandi leiklut í bretsku olju- og gassframleiðsluni í framtíðini. Rosebank kann koma a t standa fyri 8% av samlaðu oljuframleiðsluni á bretska landgrunninum millum 2026 og 2030 vísir kanningin, sum Wood Mackenzie hevur gjørt fyri Equinor. Hon vísir, at Rosebank í síni livitíð fer at geva eitt íkast til samfelagsbúskapin uppá 24,1 mia. pund. Sambært hagtølum fyri 2021, framleiddi Bretland einans 57% av oljunýtsluni og 41% av gassnýtsluni.
Hóast Equinor ikki fer at taka endaliga avgerð um útbygging, so hevur felagið longu tryggjað sær eitt framleiðslu- og goymsluskip, FPSO til verkætlanina.
Equinor ger greitt, at felagið hevur sett sær sum mál at minka um útlátið frá sínum virksemi og er Rosebank partur av hesum. Ein gongd leið er at reka Rosebank við streymi frá vindmyllum og harvið minka heilt munandi um útlátið. Equinor eigur 40% av komandi havvindmylnulundini Dogger Bank, og verður í løtuni kannað, hvussu vindorkan kann gagna verandi og komandi olju- og gassframleiðslu. Hon verður heimsins størsta, tá hon verður tikin í brúk.
Arne Gürtner, varaforseti í Equinor fyri Bretland og Írland sigur, at felagið hevur bundið seg til null-útlát í 2050 og er tilreiðar bæði at vera við til at veita orkutrygd eins og minka útlátið komandi árini. Hann vísir eisini á, at olja og gass fara at hava ein týðandi leiklut komandi árini samtíðis sum virkað verður fyri grøna skiftinum. -Vit fara framhaldandi at hava brúk fyri olju og gassi, og tí er tað okkara mál at menna og útbyggja olju- og gassleiðir sum Rosebank við minst møgligum útláti. Rosebank kann tí gerast ein týðandi táttur í framtíðar orkuframleiðsluni og trygdini í Bretlandi.
Rosebank, sum varð funnin í 2004, hevur verið á fleiri hondum síðani. Táverandi Statoil keypti stóran part av kelduni í síni tíð fyri síðani at selja hann aftur. Men í 2021 tók felagið stig til at keypa partin hjá Chevron og gjørdist harvið fyristøðufelag. Onnur feløg, sum eiga í kelduni, eru Suncore og Siccar Point, sum herfyri var uppkeypt av Itacha Energy. Equinor fer í februar at taka endaliga støðu til útbyggingina.
Tað er uppá tal at útbyggja til framleiðslu fleiri av olju- og gasskeldunum eystan fyri føroyska markið. Fyri tíð síðani varð latin inn umhvørvisfrágreiðing fyri útbygging av Cambo kelduni, og nú hevur Equinor latið inn umhvørvisfrágreiðing fyri Rosebank í grannalagnum. Hesar tær størstu olju- og gasskeldurnar á bretska landgrunninum, sum enn ikki eru útbygdar, liggja tætt við føroyska markið og kunnu fáa stóra ávirkan á framtíðar oljuleiting føroysku megin markið eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald