Uttanlands

 Shell: Nýggi orkuskatturin ein hóttan móti íløgum í Norðsjónum

Nýggi eyka skatturin, sum bretska stjórnin nú fer at áleggja olju- og gassfeløgum, er ein hóttan móti royndunum at gera framtíðar íløgur í olju- og gassvirksemi umframt í varandi orku í Norðsjónum.

2022-05-28 19:27 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur Shell í eini fráboðan, nú stjórnin hevur avgjørt at seta í verk ein nýggjan skatt á fyrst og fremst olju- og gassfeløg uppá 25%. Skatturin, sum somu feløg í dag rinda, er 40%. Nýggja skattaskipanin gevur tó undantak fyri íløgum, sum verða gjørdar í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Men hetta undantak fevnir ikki um íløgur í varandi og grøna orku, hvat bæði Shell og BP finnast at, nú feløgini hava sett sær fyri at menna íløgurnar í grøna orku. 

Shell sigur víðari, at tað skilur væl avgerðir, sum kunnu vera við til at hjálpa teimum harðast raktu húsarhaldunum orsakað av høgu orkuprísunum, men vísir samtíðis á, at orkufeløg eru týðandi partur av royndunum at gera Bretland óheft at innfluttari orku eins og at røkka málinum um lægri útlát til null útlát í 2050. 

Felagið  heldur, at nýggi skatturin skapar óvissu í sambandi við framtíðar íløgur í Norðsjónum, eina óvissu, sum ger tað trupult fyri oljufeløg at kunna leggja langtíðar ætlanir. Til tess at kunna gera íløgur komandi tríggjutals árini er neyðugt við støðugum skipanum. Shell ætlar at brúka 20 til 25 mia. pund á bretska landgrunninum komandi 10 árini og fara flestu íløgurnar til menning av varandi orkukeldum. Orkufelagið BP, sum hevur ætlanir um at gera stórar íløgur í bæði olju- og gass men serliga varandi orku so sum vindorku og vetni, sigur,  at tað nú fer at endurskoða sínar  íløguætlanir í kjalarvørrinum á nýggja orkuskattinum og leggur felagið dent á, at talan er ikki um ein eingangsskatt, sum tað  annars ljóðaði var ætlanin, men um ein skatt, sum skal halda fram til endan á 2025 ella til “normalar” tíðir venda aftur, hvat prísinum viðvíkur. 

Eisini stjórin í felagnum hjá orkuvinnuni, Offshore Energies UK, Deirdre Michie, er sera vónbrotin av nýggja orkuskattinum, sum hon ber ótta fyri fer at raka  mongu feløgini í vinnuni her eisini veitarafeløgini meint. Tann stóra óvissa, sum nýggi skatturin fer at hava við sær, fer heilt givið at kosta mong arbeiðspláss umframt at skapa stóra óvissu. Hon ber ótta fyri, at avgerðin fer eisini at leggja fótonglar fyri royndunum at gera Bretland óheft at innfluttari orku eins og royndunum at røkka null útláti í 2050. 

[object Object]

Stóru oljufeløgini standa spyrjandi, hví nýggja skattaskipanin við undantøkum fyri íløgur, ikki eisini fevnir um íløgur í varandi orkukeldur. 

Tað vísir seg, at tað er ikki full semja í stjórnini um nýggja skattatiltakið. Meðan Sunak fíggjarráharri heldur, at orkufeløg eiga at rinda aftur til samfelagið part av stóra yvirskotinum orsakað av ovurhøgu prísunum, so heldur Boris Johnson, forsætisráðharri, at tað er av stórum týdningi, at feløg skunda undir nýggja íløgur í orkuvirksemið í Norðsjónum bæði fyri at tryggja Bretlandi framtíðar orku eins og at hava nakað at seta ístaðin fyri russiska olju- og gassinnflutningin. Til ber við hesum at siga, at talan er um eitt slag av neyðsemju í stjórnini, har oljufeløg umframt at skula rinda meira í skatti, afturfyri sleppa undan at skula rinda stórvegis skatt av teimum íløgum feløgini gera. Her verður tó funnist at, at undantøkini ikki fevna um íløgur í varandi orku. 

Seinasta orðið í hesum stóra máli er neyvan sagt. Nýggi skatturin fyllur nógv í bretsku miðlunum, og nú verður so bíðað eftir avleiðingunum, sum nýggi skatturin kann fáa fyri bretsku orkuframtíðina - tvs. um feløgini fara at brúka hetta høvið til at gera fleiri íløgur í olju og gass ella um tey rætt og slætt stinga í sekkin og fara at brúka sína fíggjarligu orku í øðrum londum, sum hava tryggari og støðugari skatta- og aðrar skipanir. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder