Ongantíð áður hava so mong leitað sær til eina veðurlagsráðstevnu sum hana í ár. Roknað verður við, at 70.000 luttakarar vera á ráðstevnuni, sum byrjar í dag og heldur fram til 10. desember. Hon verður hildin í Dubai í Sameindu Arabisku Emiradunum, Eisini úr Føroyum eru luttakarar við landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum á odda.
Høvuðsendamálið við COP ráðstevnunum er at røkka málinum um ein hitavøkstur uppá í mesta lagi 1,5 stig í 2030. Tann avgerðin varð einmælt samtykt á COP ráðstevnuni í París í 2015 av flestu av heimsins londum.
Stóri spurningurin er, hvussu hetta málið kann vera rokkið, nú útlátið av vakstrarhúsgassum vísir seg at økjast heldur enn at minka. Seinastu vísindaligu frágreiðingarnar vísa, at tað verður nærum ómøguligt at røkka málinum, og verða ikki tikin heilt óvanlig stig fer hitavøksturin at nærkast teimum 3 stigunum, og tað fer at hava við sær ógvusligar avleiðingar við turki, ódnum, vatnflóð og øðrum náttúruvanlukkum.
Aðalskrivarin í ST, António Guterres raðfestir framleiðslu og nýtslu av fossilum brennievnum ovast á listanum yvir tiltøk, sum heimsins lond mugu og skulu seta í verk. Hann ynskir heilt at steðga framleiðsluna av olju, gassi og koli, sum hann sigur er høvuðsatvoldin til veðurlagsbroytingarnar.
-Vit mugu heilt gevast at framleiða og brúka hesi vandamiklu brennievni, og tað skal gerast so líðandi innan fyri eitt stutta áramál. Hetta vil hann hava COP28 at samtykkja og harvið gera bindandi fyri øll heimsins lond.
Á COP ráðstevnuni í Glasgow nøkur ár herfyri varð samtykt at steðga framleiðsluni av koli. Nú ynskja fleiri lond, at henda samtykt eisini fer at fevna um olju og gass. Um hetta ber til fer tíðin at vísa. Hóast sína mótstøðu móti olju og gassi, so viðgongur ST aðalskrivarin kortini, at hetta kann ikki gerast eftir einum degi men má gerast so líðandi og skipað.
Millum aðrar høvuðsspurningar, sum ráðstevnan fer at raðfesta, er fíggingin av bæði grøna orkuskiftinum og minkanin av útláti í menningarlondum. Varðveitan av eini reinari og ódálkaðari náttúru hevur alstóran týdning, og her verða skógirnar kring heimin raðfestar ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald