Vetni, brint ella hydrogen fyllur meira og meira í grøna orkukjakinum eisini her um okkara leiðir. Í grannaoyggjunum Hetlandi hava leingi verið ætlanir frammi um at framleiða vetni í størri mongdum. Higartil verður vetni framleitt í minni mongdum til brennievni hjá bilum og bussum. Nú ætlar so ein av orkurisunum í Norðsjónum, olju- og gassfelagið EnQuest, sum í dag stendur á odda fyri oljuterminalinum Sullom Voe í Hetlandi, at fara undir framleiðslu av vetni í stórum stíli. Tøl sum ein mió. tons av vetni um árið verða nevnd. Hetta fer so at kunna veita brennievni við sera lágum útláti bæði til lokalsamfelagið og til útflutnings til Bretlands, Evropa og onnur lond við skrivar Shetland News.
Olju- og gassvinnan kann gerast ein týðandi og avgerandi "drivari" og viðspælari í royndunum at menna grøna orkuskiftið í eitt nú grannaoyggjunum Hetlandi.
Oljufelagið hevur í eina tíð arbeitt við eini ætlan at brúka verandi oljuterminalin í Sullom Voe til nýggjar grønar orkuverkætlanir, sum miðja móti at røkka null útláti.
Hetta sampakkar við ætlanina hjá umfevnandi ORION verkætlanini at gera Hetland til eina “clean energy island”, reina orkuoyggj, sum hevur framleiðslu av vetni í ídnaðarligari útgávu sum sítt høvuðsmál. (ORION verkætlanin varð umrødd, tá stjórin Gunther Newcombe vitjaði í Føroyum í fjør, innboðin av FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólki).
Vetni ella hydrogen kann verða framleitt við at brúka vindorku, og framleiðslan er ein týðandi partur av stórum havvindmylnulundum, sum eru ætlaðar at seta upp kring Hetland.
EnQuest sigur, at tað í løtuni kannar møguleikar at fáa atgongd til orku, sum verður framleidd av vindmyllum bæði á landi og til havs nærhendis Sullom Voe, ið so aftur kunnu framleiða grønt vetni.
Í løtuni er “bert” ein stór vindmylnulund í umbúnað í Hetlandi. Tað er tann hjá Viking Energy á landi í Hetlandi, har 103 vindmyllur skulu setast upp. Hetta arbeiðið er longu farið í gongd og skulu vindmyllurnar framleiða streym frá 2024. Ætlanin er, at hann bæði skal brúkast í vetnisframleiðsluni eins og til streymveiting til húsarhald í Hetlandi umframt til útflutnings til Skotland.
Ein elkaðal, sum í løtuni verður lagdur millum Skotland og Hetland, fer at gera hetta møguligt.
Hóast hvørki EnQuest ella Viking Energy í løtuni vilja gera viðmerkingar til sambandið millum ætlanina at brúka Sullom Voe til vetnisterminal og komandi vindorkulundir í Hetlandi, so sigur ein talsmaður fyri EnQuest við Shetland News, at felagið heldur fram við arbeiðinum at menna grønu orkuna í Hetlandi gjøgnum fyribils tríggjar ymiskar verktætlanir, ið allar hava til endmál at minka um útlátið og heilt sleppa av við tað.
Felagið fyrireikar seg til at hava samráðingar við aðrar partar, sum kunnu hava áhuga í spennandi og týðandi grønu orkuverkætlanunum í Hetlandi.
Tey trý økini talan er um, eru fangan og goymsla av CO2, elektrifisering til havs við varandi orkukeldum og framleiðsla av vetni og vetnislíknandi avleiddum møguleikum.
“Vit bíða eftir úrslitinum av fyrstu útbjóðingini av "fangan og goymslu" av CO2, CCS (Carbon Capture and Storage) útbjóðingini í Bretlandi og vóna at tryggja okkum tvey loyvi frá North Sea Transition Authority (‘NSTA’), sum er loyvismyndugleikin,” sigur umboð fyri EnQuest. Væntandi fer hetta at verða í fyrsta ársfjórðingi í ár.
Umboðið fyri EnQuest sigur víðari, at felagið longu hevur samráðingar við fleiri olju- og gass fyristøðufeløg, ið arbeiða vestan fyri Hetland um elektrifisering av teirra verandi og komandi pallum og skipum.
“Vit halda, at okkara uppskot at veita burðardygga orku til elektrifisering av innstallatiónum til havs frá vindorku á landi er sannførandi. "
“Grønt vetni er nakað vit arbeiða við uppá longri sikt, men EnQuest kannar møguleikan at brúka Sullom Voe til vetnisframleiðslu í framtíðini við at brúka tær sera góðu umstøðurnar, sum eru fyri vindorku í Hetlandi”.
Fangan og goymsla av CO2 merkir, at tú tekur út CO2 úr ídnaðarprosessum, flytur tað við skipi ella rørleiðing og goymir tað í undirgrundini til havs. Tað verður mett at hava alstóran týdning í royndunum at røkka null útláti. Bæði økini, sum EnQuest hevur søkt um loyvi at brúka til fangan og goymslu av CO2, liggja eystan fyri Hetland, haðani tað er beinleiðis samband til terminalin í Sullom Voe.
Føroyar og Hetland orkudepil í Norðuratlantshavi
Spurningurin um at skipa Føroyar og Hetland sum ein grønan orkudepil í Norðuratlantshavi varð frammi, tá kendi bretski orkuserfrøðingurin Gunther Newcombe, sum stendur á odda fyri ORION verkætlanini í Hetlandi, var á vitjan í Føroyum. Her vitjaði hann bæði SEV, Umhvørvisstovuna og landsstýrið fyri at greiða frá royndunum at menna grøna orku í Hetlandi og setti tá eisini fram spurningin, hvussu Føroyar og Hetland kunnu gerast ein grønur orkumiðdepil í Norðuratlantshavi.
Hóast grannaoyggjar, so eru umstøðurnar í Føroyum og Hetlandi ymiskar, tá talan er um grøna orkuskiftið. Føroyar hava m.a. umstøður til vatnorku, hvat hetlendingar ikki hava.
Kortið vísir, hvussu nógv orka er í vindinum vestan fyri Hetland, og hetta ger seg eisini galdandi fyri økið nærri Føroyum.
Føroyar og Hetland verða mett at liggja best fyri í heiminum, tá tað ræður um vindorku. Og í báðum hesum oyggjalondunum verður arbeitt við at seta upp vindmyllur á landi við tí endamáli at minka um ella heilt sleppa av við at brúka olju í orkuskipanini.
Í Hetlandi eru eisini rættiliga ítøkiligar ætlanir um at seta upp vindmylnulundir til havs, nakað, sum eisini verið umrøtt í Føroyum, tó at einki ítøkiligt fyriliggur enn. Sum skilst verða møguleikarnir fyri havvindmylnulundum eisini kannaðir í Føroyum, eitt nú hvørji øki skulu setast av til framtíðar loyvisumfør. Eisini er spurningurin, hvørji øki til havs alivinnan og orkuvinnan hava áhuga fyri. Og brádliga ein dag kann eisini koma uppá tal at skula leggja av øki til møguliga oljuleiting.
Herfyri skipaði Tórshavnar kommuna fyri áhugaverdari og sera upplýsandi tiltaki í Norðurlandahúsinum, "Ósvart" við tí endamáli at varpa ljós á framtíðar grønar orkuloysnir. Tá høvdu Terji Nielsen frá SEV og Kári Mortensen frá Umhvørvisstovuni spennandi framløgur um eitt nú havvindorku og vetni. Teir luttóku eisini á Arctic Circle í Reykjavík, har somu mál vórðu umrødd. Eingin ivi er um, at vit fara at hoyra meira til tað í framtíðini, ikki minst nú grannarnir í Hetlandi hava sett út í kortið líknandi grøna orkukós.
Uttan at skula fara í smálutir við hesum nú, so eiga føroyingar at hava eitt vakið eygað við gongdini í Hetlandi, hvussu teir í framtíðini fara - umframt til egna nýtslu og framleiðslu av vetni ol. - eisini at selja yvirskotsorku frá vindmyllum á landi og til havs til Skotlands og víðari inn á evropeiska meginlandið. Tað kunnu teir, tá nýggi og fyrsti elkaðalin millum Hetland og Skotland verður tikin í brúk um ikki so mong ár.
Stóri spurningurin fyri føroyingar, tá vindorkan verður ment og útbygd og nógvur yvirskotsstreymur verður, hvussu vit sleppa av við henda, tó at ætlanir tá eisini vera eins og í Hetlandi at brúka hann til framleiðsluna av vetni og øðrum brennievnum. Tá fer spurningurin um elveitingarsamband millum Føroyar og Hetland og meginlandið at stinga seg upp. Og til ta tíð er tøknin kanska so mikið nógv ment, at lønandi loysnir verða fyri streymflutningi yvir longri strekki - úr Føroyum og víðari til Bretlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald