”Úrslitið av útbjóðingini til oljuleiting við Føroyar er, at tað er eingin, sum beinleiðis hevur boðað frá, at hann vil fara undir leiting í føroyskum øki, men fleiri feløg vísa kortini áhuga fyri økinum." Hetta segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í oljumálum við Útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi í dag.
Sambært landsstýrismanninum kann ein orsøkin til manglandi áhugan at søkja um leitiloyvi hesaferð hava verið tann, at tey hava havt eitt sindur trupult við at taka tað stóra stig tað er at koma inn í eitt nýtt landaøki. Tey leggja seg upp at markinum og koma so ikki víðari í fyrstu atløgu.
Her síggjast tær báðar útbjóðingarnar báðumegin markið.
”Men man skal ikki missa mótið, nú tað tungað takið er at fara yvir um mark. Tað er greitt, at vit ætla ikki at gevast her.”
Helgi Abrahamsen viðgongur, at tað sjálvandi er ein ósigur fyri Føroyar, at ongar umsóknir eru til tvær fylgjandi útbjóðingar, og at tað er eitt tungt tak at koma víðari.
Hann vísir tó á, at tað at eitt útbjóðingarumfar er liðugt merkir ikki, at onkur ikki kann koma inn á økið seinni og vísir her til ”Open Door” skipanina, sum letur upp eftir eina útbjóðing. Tvs. at í roynd og veru ber altíð til at søkja um eitt nýtt øki uttan um eina útbjóðing.
"Tá tú hevur útbjóðingarumfør ger man ein eyka innsats fyri at fáa nógv at bjóða. Og tað var í hesum førinum gjørt í sambandi við, at Bretland eisini fór at bjóða út øki við markið. Tá hugsaði man, at kanska oljufeløg høvdu áhuga í at bjóða báðumegin markið samtíðis. Tað vísti seg so ikki at sláa ígjøgnum hesaferð," leggur landsstýrismaðurin aftrat.
Hann vísir eisini á, at tá oljuleitingin byrjaði fyri 20 árum síðani varð hildið, at jarðfrøðin báðumegin markið var rættiliga eins, men tað hevur so seinni víst seg ikki at vera so.
”Vit hava tó í dag nógv data, sum feløg kunnu arbeiða víðari við, so tað kann altíð henda, at onkur fær áhuga í at koma inn í føroyskt øki kortini við at brúka hesa vitan og aðra aftrat, og tann hurðin stendur altíð opin,” sigur Helgi Abrahamsen.
Tá útvarpið vísir á, at heldur ikki seinast, tá útbjóðing var, kom nøkur umsókn, og tá var umrøtt, um tað var rætt at hava ein stovn sum Jarðfeingi, tá einki oljuvirksemi er, tá er landsstýrismaðurin rættiliga avgjørdur og svarar, at hann er ikki samdur í, at Jarðfeingi er til onga nyttu.
”Sjálvt um vit ikki hava funnið nakra olju í rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki, hava vit fingið nógv burtur úr. Vit hava fingið nógv at vita, vit hava fingið nógv arbeiði og nógvar pengar, so tað steðgar ikki her. Tað liggur eisini ein hópur av data á Jarðfeingi, sum arbeitt verður víðari við. Nei Jarðfeingi steðgar ikki upp her, og tað verður eitt útbjóðingarumfar aftur, men tað verður so ikki tey fyrstu árini."
Eftir er so at siga, at nú hava oljufeløg so kortini møguleika fyri at velja sær øki út á føroyska landgrunninum og senda umsókn til myndugleikarnar í Føroyum um júst tey øki ávísu feløgini hava áhuga fyri.
Oljufeløgini hava spakuliga otað seg longur og longur vestureftir, og vit síggja hvussu tætt upp at markinum útlendsku oljufeløgini nú arbeiða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald