Hetta sigur hon um somu tíð sum hon ásannar, at tað er alneyðugt at minka um CO2 útlátið frá eitt nú gassframleiðslu. Um somu tíð sigur amerikanski veðurlagssendiharrin, John Kerry, at tað er eitt mistak at brúka kríggið í Ukraina sum orsøk til at fara undir aftur kolaorkuframleiðslu.
Mary Robinson, sum er fyrrverandi forsætisráðharri í Írlandi, er í dag er partur av “The Elders”, sum er ein bólkur av kendum fólkum og oftani fyrrverandi statsleiðarum, sigur, at tørvurin á orku í afrikanskum londum er so mikið stórur, at londini eiga at kunna troyta eitt nú stóra gasstilfeingið, sum finst í hesum heimspartinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri lond í eitt nú Vesturheiminum leggur hon aftrat.
Hon vísir á, at 600 mió. fólk í Afrika hava ikki atgongd til streym, og 900 mió. brúka biomassa og skitna olju til matgerð. Har hevði gass kunnað verið eitt minni dálkandi alternativ. -Vit mugu finna útvegir fyri, at Afrika skjótari og lættari kann koma bæði orkutroti og dálkandi brenning til lívssigur hon.
COP27 ráðstevna verður í Egyptalandi í novmber, og tá fara afrikonsk lond at taka upp hesar spurningar. Veðurlagsfundir hava júst verið í Bonn í Týskalandi sum ein fyrireiking til COP27 seinni í ár. Meiningarnar um troytan av gassi í Afrika eru ymiskar. Um somu tíð sum fólk sum Mary Robinson vísa á serstaka afrikanska tørvin, so halda onnur veðurlagsfólk, at hetta kann gerast ein vanlukka.
Umboð fyri umhvørvisfelagsskapur langa út eftir Robinson og siga, at Afrika eigur heldur at menna reina varandi orku.
Mary Robinson finst í somu samrøðu við Guardian at bretsku stjórnini fyri at geva skattalættar til orkufeløg, sum vilja gera íløgur í olju og gass í Norsðjónum. Hetta er ørskapur sigur hon.
Á veðurlagsfundinum í Bonn nú um dagarnar segði amerikanski veðurlagssendimaðurin John Kerry, at kríggið í Ukraina má ikki gerast ein undanførsla fyri at sleppa grøna orkuskiftinum og vísti á, at ongantíð áður hevur ovurhiti og turkur gjørt so nógvan skaða kring heimin sum nú, og er hetta orsakað av veðurlagsbroytingunum, sum stava frá mannahondum. Hann vísti á, at tað er eitt mistak at brúka kríggið í Ukraina sum orsøk til at fara undir aftur framleiðslu frá kolaorkuverkum. Bæði í Kina og India verða tíggjutals nýggj kolaorkuverk tikin í nýtslu nærum hvørja viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald