Tøkniliga menningin innan oljuvinnuna kann eftir øllum at døma koma norskari oljuvinnu væl við. Hetta ásanna tey hjá oljufelagnum Aker BP, sum er eitt tað mest virkna á norska landgrunninum.
Tey hava nevniliga ment ein nýggjan frymil sum grundarlag undir eini verkætlan, sum skal kunna ávísa og fáa til vega stórar nøgdir av olju upp úr undirgrundini á eini oljuleið, sum varð funnin í 2003 men sum tá varð mett ikki at vera rakstrarverdug.
Nú hava serfrøðingar roknað út, at tað helst kann løna seg at fara eftir oljuni í hesi kelduni, hóast tað eru 20 ár síðani, at hon varð funnin, slept og frágingin.
Nú 20 ár seinni ætlar norski orkurisin Aker BP at bora ein nýggjan brunn á gomlu oljuleiðini skrivar Dagens Næringsliv. Tað var annars Equinor, sum lat brunnin frá sær, eftir at hann ikki framleiddi nokk av olju. Aker BP, sum er eitt av mest framkomnu oljufeløgunum í norskum øki, hevur ment eina tøkni, sum vísir, at tað helst ber til at fara undir lønandi framleiðslu á hesi leiðini.
Tíðindini um boriúrslitið á sinni vóru tey, at leitibrunnurin vísti eina «betydelig oljekolonne», sum tað varð sagt tá. Kortini varð eftir víðari kanningar og meting avgjørt at gevast.
Aker BP, sum nú fer undir aftur at kanna brunnin, sigur, at møguleiki er fyri at finna hundraðtals mió. tunnur av olju á hesi oljuleiðini. Spurningurin er er bara, um til ber at framleiða og fáa hesa oljuna upp. Tað skullu komandi kanningar vísa.
Tað eru annars fleiri dømi um líknandi hendingar á norska landgrunninun, har øki, sum vórðu slept, nógv ár seinni aftur eru vorðin áhugaverd. Mest kenda dømið man vera, tá oljufeløg funnu stóru kelduna Johan Sverdrup í einum øki, sum fyri nógvum árum síðani varð mett als ikki at goyma hvørki olju ella gass. Men so vóru tað serfrøðingar hjá eitt nú Lundin, sum fóru aftur til tekniborðið at hyggja eftir seismiskum data av undirgrundini.
Spurningurin er, um hetta er ein støða, sum kann gerast aktuell í Føroyum eisini. Nú føroyingar framvegis ikki hava slept oljuvónini um, at olja og gass eru at finna í føroysku undirgrundini, so kundi hóskandi verið spurt, um oljufund, sum vórðu gjørd fyri 20 árum síðani um okkara leiðir men sum ikki tá vórðu mett rakstrarverdug - í dag, so nógv ár seinni, við tøkniligu menningini sum grundarlag kortini kunnu verða mett at verða lønandi.
Hetta eru uttan iva spurningar, sum føroyskir oljumyndugleikar hyggja eftir, nú oljufeløg í norskum øki eru farin at hyggja eftir oljuleiðum, sum vórðu frágingnar júst fyri 20 árum síðani men sum nú møguliga eru vornar áhugaverdar aftur.
Eftir at boringar á føroyska landgrunninum staðafestu, at ein virkin kolvetnisskipan finst í føroysku undirgrundini, rakti oljufelagið Amerada Hess fyri júst 20 árum síðani við olju í Marjun brunninum. Kanningar vístu tó, at hon var ikki rakstrarverdug. Tvs. at hóast nógv olja varð staðfest, varð hon ikki mett at vera nóg stór og vælegnað til eina útbygging.
Seinni vórðu royndir aftur gjørdar at kanna, um Marjun kortini kundi útbyggjast, men hesar góvu tó sama úrslit. Nú eru gingin 20 ár og hyggja vit eftir gongdini í eitt nú Norra, ber til at spyrja, um tøkniliga menningin innan oljuleiting og oljuvinnu sum heild øll hesi árini møguliga kann lata upp hurðar fyri at hyggja aftur at gomlum brunnum á føroyska landgrunninum. Marjun er ein teirra. Ein annar er møguliga Anne Marie, sum vísti seg at goyma stórar nøgdir av gassi.
Spennandi verður at fylgja við, nú eftirspurningurin eftir olju og gassi eitt nú í Norðsjónum og á Atlantsmótinum er vaksin m.a. eftir russisku innrásina í Ukraina, um hetta kann fáa okkurt ella onkur orkufeløg at seta kós aftur móti føroyska landgrunninum. Eisini havandi í huga høga oljuprísin og lagaligari skattatreytirnar í føroyskum øki í mun til tær í bretskum øki í dag eftir, at bretska stjórnin hevur álagt orkufeløgum ein høgan eykaskatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald