
Lond, sum verða rakt av veðurlagsbroytingum, kunnu í ávísum førum krevja at fáa endurgjald. Hetta slær “Altjóða Dómstólurin” ICJ, "International Court Of Justice", fæst í einum úttalilsi.
Lond, sum hava ábyrgd av avleiðingum av veðurlagsbroytingum, skulu nevniliga standa til svars fyri sínum gerðum.
Hesar kunnu hava sakt fátæk oyggjalond so sum Vanuatu, sum longu hevur lagt sakarmál inn fyri dómstólin. Haraftrat hevur dómstólurin úttalað seg um, at øll lond eru pliktað til at minka um útlát og laga seg til veðurlagsbroytingar.
Sambært greinarum, sum hava fylgt málinum, er talan um eina søguliga útsøgn frá hesum eina tí mest týðandi ST dómstólinum. Tó eru úttalilsini frá dómstólinum ikki løgliga bindandi. Hetta er annars fyrstu ferð, at ein so týðandi ST dómstólur tekur upp mál, sum hava við ábyrgd av veðurlagsbroytingum at gera.
Fyri oyggjalond, sum longu merkja avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum, koma úttalilsini frá Altjóða Dómstólinum sera væl við. Tey hava leingi roynt at fáa ríku londini í heiminum, sum tey meta standa fyri tí mesta av útlátinum, og sum er orsøkin til veðurlagsbroytingar at rinda endurgjald.
Dómstólurin sigur, at lond, sum ikki halda seg til veðurlagskrøvini, kunnu ábyrgdast at skula rinda fyri avleiðingarnar av útlátinum.
Tað fer nú at verða upp til ítøkiligar rættsakir at avgera, nær lond hava brotið altjóða veðurlagsskyldurnar. Í vegleiðingum sínum leggur dómstólurin m.a. dent á tær tríggjar aljtóða veðurlagstraktatirnar, Parísavtaluna, Kyotoavtaluna og Rio konventiónina um veðurlagsbroytingar.
Tað er tó enn ógreitt, nær lond kunnu krevja endurgjald frá londum, sum tey halda eru orsøkin til veðurlagsbroytingar, ið raka júst tey. So hóast oyggjalond síggja seinastu avgerðina hjá ICJ sum ein sigur, so er tó enn langt á mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald