Vit síggja her nakrar av oljukeldunum, sum BP stendur á odda fyri millum Hetland og Føroyar.
Nú um dagarnar legði nýggi aðalstjórin í bretska oljufelagnum, BP, Bernard Looney, fram nýggju strategiina hjá felagnum, sum m.a. hevur sum mál at gera felagið CO2 neutralt í 2050.
Hetta merkir tó ikki, at felagið fer at gevast við ella skerja olju- og gassframleiðsluna munandi. Síðuleypandi við royndunum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum fer BP at leggja seg eftir at menna og útbyggja orkuframleiðsluna, so hon dálkar sum minst.
Hóast Norðsjógvurin hevur verið álitið hjá BP í meira enn fimti ár, so verður tað økið millum Hetland og Føroyar, eisini kent sum Atlantsmótið, sum fer at vera motorurin á bretska landgrunninum heilt fram til 2050.
BP hevur sett sær sum mál at minka munandi um CO2 útlátið, og tað verður m.a. gjørt við at reka oljupallar við elorku frá vindmyllum til havs ella úr landi.
Hetta sigur forsetin hjá BP fyri Norðsjógvin, Ariel Flores, sambært heimasíðuni Energy Voice. Hann vísir samtíðis á, at Atlantsmótið er kappingarført við onnur oljuøki kring heimin. BP hevur valt at flyta fokus frá Norðsjónum við at selja fleiri av ognunum har fyri ístaðin at gera stórar íløgur í oljuleiðirnar vestan fyri Hetland, her m.a. Schiehallion og Clair leiðirnar, sum enn ein oljurisi er partur av, nevniliga Shell. Enn ein stór útbygging er í stoypiskeiðini, nevniliga Clair South, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Henda útbygging kemur tó undir CO2 sjóneykuna og er avgjørt at útseta hana í eitt ár, soleiðis at betri stundir eru til at fremja eina útbygging við minst møguligum útláti.
Flores vísti annars aftur atfinningum frá umhvørvisfeløgum um, at felagið ikki tekur veðurlagsbroytingarnar í nóg stórum álvara. “Vit leggja eins nógv í hetta álvarsmálið sum tey umhvørvisfólkini, sum standa og mótmæla á gøtuhornum. Vit fara at gera alt vit eru ment til tess at liva upp til tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. BP fer at fremja tiltøk til tess at verja umhvørvið á nógvum økjum, eitt nú við at brúka nýggja útgerð á pallunum, sum minkar um útlátið, fyri bert at nevna eitt teirra.
Hvussu stóran týdning BP leggur í økið vestan fyri Hetland sóu vit m.a. nú um dagarnar, tá ein nýggj kelda varð tikin í brúk. Alligin keldan liggur tætt við føroyska markið og er hon knýtt í grannakelduna Schiehallion.
Nú verður so bíðað eftir úrslitinum av 32. útbjóðingini í Bretlandi, har BP uttan iva hevur søkt um nýggj leitiloyvi vestan fyri Hetland eisini. Her eru eisini eyguni vend móti hinum stóra oljufelagnum, Shell, sum eisini hevur latið boð frá sær um, at tað raðfestir Atlantsmótið ovarliga í tess framtíðar leiting og útbyggingum.
Vert er at bíta merki í, at um somu tíð, sum hetta hendir, hevur føroyski oljuráðharrin Helgi Abrahamsen boðað oljufeløgunum frá, at dyrnar standa opnar fyri leiting á føroyska landgrunninum. Tíðin vil vísa, um stóri áhugin fyri økinum eystan fyri markið, ein dag eisini fer at fáa oljufeløg at býta á føroyska agnið. Oljuserfrøðingar meta alt økið millum Hetland og Føroyar sum ein og sama oljulandslutin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald