Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen av Eiði eru ikki í iva, nú teir eru heimafturkomnir av kanningarferð í svenska bilhøvuðsstaðnum Gøteborg. Teir vilja gera tað teir eru mentir fyri at gerast partur av grøna orkuskiftinum, tá tað um lastbilar ræður. Teir hava verið í flutningsvinnuni nú í mong ár fyrst saman við pápanum Hans Egili, og eftir tað hava teir báðir brøðurnir rikið fyritøkuna, sum í dag fevnir um bæði stórar lastbilar og gravimaskinur.
Tveir av føroysku lastbilaveteranunum, Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen her í Gøteborg fyri at síggja og royndarkoyra nýggjastu el-lastbilarnar. Mynd Jan Müller
Tað var felagið “Stórbilar”, sum tók stig til kunningarferðina og vóru umboð fyri fleiri føroyskar vinnufyritøkur eins og stovnar við. Leiðin gekk til Gøteborg, har høvuðssætið hjá Volvo er.
Høvið var bæði at síggja risastóru lastbilaverksmiðjuna í Tuve, har tað verða framleiddir umleið 90 lastbilar um dagin, harav støðugt fleiri og fleiri elriknir lastbilar. Eftirspurningurin eftir elriknum lastbilum bara veksur, og spurningurin er, nær føroyska flutningsvinnan fer at eftirspyrja slíkar. Eftir vitjanina á lastbilafabrikkini fingu føroysku umboðini høvi til at royndarkoyra nýggjastu el-lastbilarnar á testbananum á “Volvo Trucks Experience Center “.
-Hetta hevur verið ein frálíkur túrur. Vit fóru við fyri at fáa meira vitan um ellastbilar og royna teir. Eg var sera positivt yvirraskaður. Vit kunnu saktans brúka slíkar bilar til okkara flutning í Føroyum sigur Trygvi Joensen, sum saman við bróðurinum koyrdi fleiri av teimum elriknu lastbilunum.
Føroyska ferðaliðið á testbananum hjá Volvo í Gøteborg. Mynd Jan Müller
Friður og reinsemi
Trygvi nevnir serstakliga tvey viðurskifti, sum man legði merki til alt fyri eitt, tá man koyrdi ellastbil – har var friður og reinsemi.
-Og tað er so heldur eingin loyna, at eg og Jóhan hava altíð vilja fylgt gongdini innan lastbilar og hava viljað havt “síðsta skríggj”, sum hann málber seg.
Familjan hevur verið í lastbilabransjuni síðani 1959, og Jóhan og Trygvi hava verið við frá 1981-82. Tað var annars pápin, Hans Egil, sum tók stig til fyritøkuna og er hon ment nógv síðani. Teir hava í dag 14 lastbilar og 8 gravimaskinur. Lastbilaflutningurin fevnir um ¾ av virkseminum.
Jóhan sigur, at hugsa vit 10 ár aftur tíðina, so var tað ikki ein tanki, at lastbilar fóru at koyra við el. Men tað burdi verið heilt náttúrligt, nú ferð er komin á persónsbilarnar. Battaríini blíva eisini betri og betri, so tað er bara ein spurningur um tíð, so hava vit bara ellastbilar eisini.
Teir eru tó ikki heilt ókendir við elriknar bilar, tí báðir hava persónbil, ið koyrir við el. Jóhan hevur havt sín í skjótt fýra ár og man kanska hava verið millum tey fyrstu, sum fekk sær elbil. Hann sigur seg vera sera ovfarnan av, hvussu væl hesin riggar.
-Kunnu vit koyra eitt sindur meira við eini eláfylling enn í dag, og prísurin fer eitt sindur niður, so er hetta sera gott fyri bæði vinnu og samfelagið leggur Trygvi aftrat og heldur fyri, at nú hava teir verið so leingi í hesi vinnuni, at tað hevði verið nokkso snilt, at teir vóru teir fyrstu í Føroyum at fáa sær ein elriknan lastbil sum eina byrjan.
Jóhan K. Joensen og Trygvi K. Joensen saman við Kim Hansen frá Gjaldstovuni fáa kunning um tað nýggjasta innan battarímenningina. Mynd Jan Müller
Prísurin er forðingin
-Men hvat skal so til hjá tykkum at gera tanka til veruleika?
-Tað er bara prísurin. Hevði prísurin verið í lagi, so høvdu vit keypt tann fyrsta í stundini. Sum nú er kostar ein ellastbilur meira enn 2 mill. kr. meira enn ein vanligur diesellastbilur, men tað fer nokk at javna seg. Vit halda, at tað almenna má eisini vera ein “drivari” í tí grøna orkuskiftinum, vísa vilja og taka ábyrgd.
Tankin hevur streyfað báðar eiðismenninar um at tosa við ein av teirra arbeiðsgevarum, um ikki okkurt felags stig kundi verið tikið fyri at fáa gongd á elektrifiseringina av lastbilum.
-Kanska tit longu hava tann fyrsta elrikna lastbilin í tonkunum nú?
-Hann er kanska ikki so langt vekk. Forðingin er prísurin men tokið er komið alvorliga á skinnaran. Nú skal bara ferð setast á.
Ellastbilar ein vinnarastøða
Teir ivast ikki í, at ellastbilar í serliga tunga flutninginum á landi í Føroyum kann gerast ein “win win” støða fyri bæði vinnuna og lastbilaeigararnar.
-Vit koyra laks fyri Mowi til sláturvirkið. Tað hevði verið ideelt við einum ellastbili, tí koyriteinurin hóskar væl og serliga fyri flutning í Føroyum, har stutt er millum støðini koyrast skal til og frá.
-Burdi tað verið ein uppgáva hja t.d. SEV at sett upp løðistøðir til ellastbilar eisini, nú teir hava sett slíkar upp til privatbilar?
-Avgjørt. Teir kundu sett upp nakrar stórar løðistøðir, tí tað er eingin ivi um, at ellastbilarnir fara at koma. Spurningurin er bara nær. Løgið at vit hava nærum 800 lastbilar í Føroyum og eingin er elrikin. Taka vit teir báðar bussarnar, sum í dag eru elriknir í landinum, so rigga teir framúr væl.
Veteranar
Eins og bróðurin Trygvi fegnast Jóhan um túrin, har man kann síggja og uppliva tað nýggjasta innan lastbilaflutning. Hann var longu í Gøteborg í 1985 og hugdi eftir bilum. Teir standa nú á museeum.
-Eg haldi, at hetta er eitt sera gott stig, sum felagið “Stórbilar” hava tikið, tí tað kann koma at skunda undir gongdina.
(Hetta er fyrsta greinin av fleiri um kunningarferð til Svøríkis at fylgja gongdini innan elektrifisering av lastbilum, og hvønn týdning hetta kann fáa fyri Føroyar eisini.)
Hóast komin væl upp í árini, so ringir pápin hvønn dag til synirnar at forvitnast, hvussu gongur við koyringini. Myndin er tikin herfyri, tá faðir og synir vóru saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald