Uttanlands

Týðandi ráðstevna í London um útlát frá skipaferðslu

Skipaferðslan stendur í dag fyri 90% av øllum flutningi av vørum í heiminum

2023-07-03 13:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Umboð fyri 175 av heimsins londum eru í hesum døgum á  fundi í London fyri at  viðgera støðuna hjá heimsins skipaferðslu í grøna orkskiftinum. Við sínum alstóra virksemi stendur skipaferðslan framvegis fyri stórum parti av CO2 útlátinum, hóast nógv orka og arbeiði verður lagt í at finna nýggj brennievni at avloysa diesel og tunga olju.

Tað stendur greitt, at hóast góðan vilja og íløgur, so verður neyvan talan um nakra endaliga loysn í bræði. Talan verður meira um, staðfesta londini, eina “long term plan”, sum BBC málber seg í morgun. Fleiri lond ynskja at røkka málinum um null útlát í 2050 ella "miðskeiðis í hesi øldini",  men tað verður ikki lætt, m.a. tí lond sum Kina ikki eru samd við hinum londunum, hvussu hetta verður best frágingið. Kina heldur t.d., at málið fyri nullútláti skal vera í 2060. Bæði USA og ES lond vilja hava hetta nógv fyrr. 

Skipaferðslan er í løtuni undir stórum trýsti at gerast meira grøn og er hon í dag størsti altjóða sektorurin, har eingin avgerð er tikin um eitt tíðarmál fyri at minka um útlátið. Útlátið frá skipaferðslu svarar til alt CO2 útlátið í Týsklandi ella svarandi til 243 kolaorkuverk. Skipaferðslan stendur fyri 3% av øllum útlátinum í heiminum.

Fleiri av luttakarunum á ST ráðstevnuni vilja hava  útlátið niður í helvt londu  í 2030 og niður á null í 2050. Víst verður á, at eydnast at fáa semju um hetta, verður talan um eitt veruligt gjøgnumbrot á grønu leiðini.  

Í mong ár hava skipaídnaðurin, stjórnir og umhvørvisfelagsskapir arbeitt fram móti, hvussu skipaferðslan kann gerast meira grøn. Spurningurin varð mettur ov umfevnandi  til at vera partur av París avtaluni í 2015.

[object Object]

Útlátið frá skipaferðslu kann vaksa til 50% í 2050 verður einki gjørt fyri at minka um tað vísa kanningar.  Skipaferðsluídnaðurin sigur, at útlátið skal minka við eini helvt í 2050 men hetta er alt ov lítið siga serfrøðingar á økinum.  

Umboð fyri skipaferðsluna hava fundast í farnu viku og halda fram hesa vikuna á ráðstevnuni hjá IMO, (UN International Maritime Organisation), har tey skuldu royna at finna fram til loysnir, sum kunnu seta sær neyv mál at minka um útlátið.

Londini og fyritøkur eru sera ymiskar á máli, tá tað kemur til at seta sær mál um minking av útlátinum. Millum fyritøkur, sum vilja ganga longst, er danska Maersk, sum er næststørsta konteynaraflutningsfyritøkan í heiminum. Málið hjá Maersk er null útlát í 2040. Men hesum máli stendur danska fyritøkan rættiliga einsamøll við.

Royndirnar higartil at finna eitt felags stev hava ikki eydnast m.a. tí at lond sum Kina, India og Saudi Arabia vilja verja síni áhugamál.

[object Object]

Undan ráðstevnuna søgdu eygleiðarar,  at um ráðstevnan í London kann semjast um at seta nýggj mál fyri útláti hjá heimsins skipaferðslu, so verður tað størsta framstig á grønu leiðini síðani París sáttmálan í 2015.

Men fleiri lond bera ótta fyri, at meirútreiðslurnar við at fara til grøna orku gerast alt ov stórar, men nýggj kanning vísir, at grønu málini fara bara at gerast 10% dýrari og tí eisini til at góðtaka.

-Neyðugt verður at gera kompromiir til tess at finna loysnir og vónandi verður 2023 árið, tá hetta bar á mál sigur aðalskrivarin í IMO, Kitack Lim. -Skulu vit bíða til 2050 at fara undir at minka um ella heilt steðga útlátinum, tá fer tað at líkjast samanberingini við, at tú bíðar eftir, at húsið er brent í grund, áðrenn tú ringir eftir sløkkiliðnum. Okkum tørvar ein politiskan vilja” og leggur hann aftrat: “IMO needs to either step up or ship out!".

Tað ljóðar, at stór óvissa er, um tað fer at eydnast at røkka eini semju á fundunum. Onnur mál, sum eru til viðgerðar, eru at áseta CO2 gjøld hjá skipaferðsluni.  

Kelda: BBC 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder