Tað hevur skapt bæði gleði og bjartskygni, at Atlantic Airways hevur gjørt av at lata flogrutu upp aftur beinleiðis úr Føroyum til søguliga stórbýin London. Henda nýggja royndin fer fyrst og fremst at koma væl við hjá teimum mongu føroyingum, sum dáma væl at ferðast út í onnur lond. Og við at hava møguleikan at flúgva úr Vágum beinleiðis til bretska høvuðsstaðin, so lata dyrnar seg eisini upp til hópin av ferðamálum/destinatiónum úti í heimi.
Føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen, her saman við umboðsmanninum hjá FOÍB (Føroya oljuídnaðarbólki) Louis Wilson - á einum tiltaki í bretska høvuðsstaðnum fyri at marknaðarføra Føroyar sum oljuleitiøki. Sendimaðurin heldur, at ein beinleiðis flogruta kann vera við til at menna samstarvið sum heild.
Ein teirra, sum tekur sera væl ímóti avgerðini hjá leiðsluni í Atlantsflogi og fegnast um nýggja tiltakið, er føroyski sendiharrin í London, Áki Johansen. Í samrøðu við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur hann, at føroyska samfelagið hevði menst nógv av, um farið varð undir aftur fasta rutuflúgving millum London og Føroyar. At flúgva tveir mánaðir um summarið vónar hann er bert byrjanin til nakað størri, tvs. fasta og støðuga flúgving alt árið. Flúgving, sum hevði kunnað verið varandi næstu 50 árini, hevði fingið alstóran týdning fyri samfelagið Føroyar heldur hann.
Áki Johansen vísir á, at umframt at kunna vitja London, so vil tað eisini geva lættari atgongd til restina av heiminum. Tí í London økinum eru minst fimm altjóða flogvøllir og tú hevur atgongd til næstan allan heimin haðani. Og tað merkir so eisini, at allur heimurin tá vildi havt atgongd til Føroyar. Og tað vildi havt stórar fyrimunir við sær ikki minst vinnuliga eisini, at man hevur áhaldandi túrar ár eftir ár.
Føroyski sendiharrin vísir á, at í London er eisini nógv av fara eftir, hugsa vit t.d. um, at flest øll oljufeløgini halda til her, eins og størstu fíggjarfyritøkurnar og reiðaríini, og her eru stórir innovati´nshubbar bæði í Oxford og Cambridge, og hevði fast og støðugt samband so eisini kunnað verið brúkt til at byggja nógv upp í Føroyum.
Áki Johansen sigur víðari við útvarpið, at tað hevði verið avgjørt rætt við eini varandi rutu. Hann viðgongur tó, at tað er dýrt at byrja við rutum til og frá London men uppá longri sikt vildi tað loyst seg.
"Og verður rutan til Edinburg støðug, so ber til at siggja nógvar nýggjar møguleikar hjá føroyskum tænastufyritøkum, bæði innan oljuvinnuna og fiskivinnuna og handil annars og har byggja upp sambond.”
Forvitnisligt er eisini í hesum sambandi at geva gætur, at Bretland við at fara úr ES, uttan iva fer at gerast tættari samstarvspartnari á nógvum økjum. Vit skulu heldur ikki gloyma, at tað bert eru fáir mánaðir síðani, at løgmaður og bretski forsætisráðharrin hittust í London, og har tað eftir fundin varð staðfest, at londini fara at samstarva á fleiri týðandi vinnuøkjum í framtíðini tað verið seg fiski- og alivinnu, oljuvinnu og ymsum veitingarvinnum.
Rutan byrjar 23. juni og endar 11. august. Flogið verður til Gattwick.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald