Uttanlands

Bjóða Føroyar fram á oljuráðstevnum í London

Føroyar teljast millum londini, sum í hesum døgum luttaka á tveimum stórum oljumessum í bretska høvuðsstaðnum.

Jarðfrøðingarnir frá Jarðfeingi, Óluva Eidesgaard, Jana Olavsdóttir og Barbara Biskopstø Hansen her á føroyska básinum saman við Jan Müller og Louis Wilson frá FOÍB.

Jarðfrøðingarnir frá Jarðfeingi, Óluva Eidesgaard, Jana Olavsdóttir og Barbara Biskopstø Hansen her á føroyska básinum saman við Jan Müller og Louis Wilson frá FOÍB.

2022-09-03 18:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Jan Müller, London

Eftir drúgvan steðg í 2-3 ár vegna korona verður aftur latið upp fyri messum og ráðstevnum av ymsum slag og í ymsum londum. Hósdagin og fríggjadagin vórðu tvær stórar ráðstevnur um leiting eftir olju og gassi hildnar í London. Ljós varð serstakliga varpað á Norðsjógvin og Atlantsmótið, sum er økið millum Føroyar og Hetland. Men eisini á øki í Afrika, Suðuramerika og Kanada.

[object Object]

Føroyski básurin á oljumessuni í London. 

Ráðstevnurnar talan er um, eru “Exploration Conferance”, sum Offshore Energies UK skipar fyri og síðani BEOS,  “Business and Exploration Opportunities Show", sum er ein messa fyri lond og feløg, ið vísa fram framtíðar leitimøguleikar.

Her eru Føroyar eitt av londunum, ið bjóða øki fram til leiting. Men eisini onnur lond royna at kappast um áhugan hjá íløgu- og oljufeløgum og millum føroysku grannarnar eru  lond sum Libanon, Namibia, Ghana, Marokko, Mozambique, Uruguay og Surinam. Harumframt luttaka eisini oljufeløg sum Spark Energy, Athena Energy, Europe Oil and Gas eins og veitarafeløg til oljuvinnuna so sum Schlumberger, PGS og onnur.

[object Object]

Tær hava nógv at gera á føroyska básinum. Mynd Jan Müller

Tað eru teir tríggir kvinnuligu jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi, Barbara Biskopstø Hansen, Jana Ólavsdóttir og Óluva Eidesgaard, sum manna føroyska landabásin, ið  ber heitið: “Exploration in the Faroe Islands – Faroes Open for Applications”. Hesar hava trúliga varpað ljós á møguleikarnar fyri olju- og gassleiting við Føroyar á fleiri týðandi messum og ráðstevnum seinastu mongu árini. 

[object Object]

Umframt at taka ímóti teimum vitjandi á básinum, sum vilja vita meira um Føroyar og leitimøguleikar her, helt Barbara Biskopstø Hansen eisini framløgu á ráðstevnuni undir heitinum: “Exploration opportunities East of the Faroes” - leitimøguleikar eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Har greiddi hon frá føroysku leitisøguni fram til dagin í dag. Hon umrøddi eisini tað rúgvusmikla og stóra kanningararbeiðið, sum Jarðfeingi hevur gjørt umframt mongu tulkingarnar av data, ið stovnurin hevur  latið úr hondum at lata oljufeløgum at   brúka  í arbeiðinum at kanna  møguleikarnar  fyri olju- og gassfundum í føroyskum øki, her ikki minst við markið, har somu feløg longu hava gjørt stór olju- og gassfund. Stóri spurningurin er, um okkurt av hesum ganga um mark ella líknandi fund kunnu gerast føroysku megin markið. 

[object Object]

Teir tríggir jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi hava út at gera at greiða frá mongu møguleikunum á føroyska landgrunninum. 

Jarðfeingi roynir í hesum sambandi at marknaðarføra øki, sum liggja tætt upp at stórum olju- og gasskeldum hinumegin markið. Við brádliga broyttu støðuni á orkumarknaðinum í Evropa, har eftirspurningurin eftir olju og gassi bara tykist vaksa, kunnu eisini Føroyar gerast enn meira áhugaverdar. 

[object Object]

[object Object]

Barbara greiðir frá føroyska økinum og møguleikunum her eru fyri at finna olju og gass. Útlendsk oljufeløg hava lagt seg á loyvi eystan fyri markið, sum røkkur 100 kilometrar. Her er bæði talan um Ithaca Energy og Shell. 


Umframt Jarðfeingi hava eisini umboð fyri FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk, Jan Müller og Louis Wilson luttikið á messuni. 

Føroyski orkuportalurin “Orkan.fo”  fer komandi tíðina at hava greinar og tilfar frá ráðstevnunum, har vit m.a. fara at varpa ljós á framtíðina á Atlantsmótinum, sum er økið millum Føroyar og Hetland og royna at svara spurningum so sum: nær verður avgerð tikin um at útbyggja stóru olju- og gasskeldurnar eystan fyri markið, Cambo og Rosebank, og hvønn týdning kann grønt ljós til hesar útbyggingar fáa fyri leiting eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini.   

(Faroe Offshore Service hevur stuðlað FOÍB luttøkuni á ráðstevnunum í London)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder