Ein av oljukeldunum vestan fyri Hetland, sum vit hava hoyrt lítið til, er Solan oljuleiðin har suðuri á Atlantsmótinum. Oljukeldan varð funnin í 1991 av oljufelagnum Amerada Hess, sum eisini varð eitt av teimum fyrstu oljufeløgunum at vísa Føroyum ans.
Fyrsta framleiðslan byrjaði 15 ár seinni, í 2016 og er uppá 25.000 tunnur um dagin. Oljukeldan er fyribils mett at goyma 50 mió. tunnur og kann framleiða í umleið 20 ár aftrat. Men nú vilja oljufeløgini Premier Oil, sum er fyristøðufelag við 60% og Chrysaor, sum eigur írestandi 40% av kelduni, økja um framleiðsluna og í hesum sambandi bora ein framleiðslubrunn aftrat. Eisini vilja tey við hesi boring kanna, um ikki goymslan í undirgrundini er nógv størri enn hildið. Tí verður í løtuni ein nýggj boring løgd til rættis.
Tað sjáldsama við Solan er, at oljupallurin er ómannaður. Oljan verður goymd í einum stórum tanga á havbotninum fyri síðani at verða heintað og flutt til lands av einum tangaskipi. Solan er tann syðsta keldan á Atlantsmótinum og liggur hon sunnan fyri framleiðandi oljukeldurnar Lancaster, Foinaven og Schiehallion.
Tangin, sum goymir oljuna á havbotninum.
Við at vaksa um sína framleiðslu er Solan oljuleiðin við til at stuðla undir menningina av Atlantsmótinum sum oljulandsluturin, sum skal avloysa Norðsjógvin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald