Tað hevur fingið hárini at reisast hjá mongum, sum luttaka ella fylgja ST aðalfundinum í New York, at bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak hevur kunngjørt, at stjórnin fer at útseta ella seinka tilgongdina at seta í verk fleiri av átøkunum í grøna orkuskiftinum. Bretska stjórnin hevur m.a. avgjørt at broyta tíðarásetingarnar til grøna orkuskiftið soleiðis, at eitt nú kravið um at banna nýggjum bensin- og diesel bilum skal útsetast í fimm ár.
Upprunaliga hevur ætlanin verið at banna nýggjum bensin- og dieselbilum í Bretlandi innan 2030. Men sambært nýggja politikkinum hjá bretsku stjórnini verður bannið ikki sett í verk fyrr enn í 2035. Hetta verður gjørt fyri at lætta um hjá vanliga brúkaranum í Bretlandi, sum longu er hart raktur í sambandi við búskaparligu støðuna í heiminum.
Sunak sigur, at bretsk húsarhald mugu fáa eitt andarúm, tá talan er um at fara frá bensin- og dieselriknum bilum til elbilar. Og sama er galdandi, tá talan er um at leggja um frá gassfýrum til hitapumpur. Forsætisráðharrin sigur, at verða grønu krøvini ikki gjørd meira lagalig fyri húsarhaldini at fremja, so er vandi fyri at missa fólkið, sum hann málber seg. Hann ger eisini greitt, at tað er politikkurin hjá stjórnini at loyva nýggjari kolvetnisleiting og útbyggingum av olju- og gassleiðum. Alt hetta kann gerast um somu tíð sum málið um null útlát verður rokkið í 2050.
Henda avgerðin hjá bretska forsætisráðharranum hevur skapt ørkymlan millum luttakarar á ST aðalfundinum eins og heima í Bretlandi. Sagt verður, at Bretland við hesi avgerðini roynir at seta fót fyri grøna orkuskiftinum. Hesum vísir breska stjórnin aftur og sigur, at Bretland er eitt tað landið í heiminum, sum tekur grøna orkuskiftið í størsta álvara og er komið longst á grønu leiðini. Tí hevur landið eisini møguleika til seta grønu tiltøkini í verk yvir longri tíð.
Í røðu síni um broytingar í veðurlagspolitikkinum segði Sunak m.a.:
-Vit mugu broyta orðaskiftið, tí vit eru komin í klemmu millum tveir ekstremar. Tað eru tey, sum vilja steðga kravinum um netto-null útlát, tí kostnaðurin at røkka tí er ov stórur og byrðarnar ov tungar, og sum í summum førum als ikki vilja góðtaka veðurlagsbroytingarnar.
Síðani eru tað tey, sum vilja vera við, út frá einum ideologiskum sjónarhorni, at vit mugu fara uppaftur skjótari til verka uttan mun til kostnaðin og avleiðingarnar fyri fólk.
Eg havi tí kunngjørt, at vit fara at lætta um bannið móti eitt nú at keypa nýggjar bensin- og dieselbilar við fimm árum til 2035. Vit vilja við hesum og øðrum tiltøkum geva fólki neyðugu tíðina til tess at kunna fremja broytingarnar. Vit fara ongantíð at tvinga nakran til at skula skifta gassfýrið út við hitapumpur innan 2035. Tey kunnu hava gassfýr soleingi tey hava tørv á tí.
Sunak nam eisini við spurningin um at seta avmarkingar í verk móti at eta kjøt. -Eg havi gjørt av at steðga kravinum um, at fólk ikki kunnu eta kjøt og sum tá heldur ikki kann raka bøndurnar.
Hann hevur so eisini gjørt til einkis ætlanina at áleggja nýggj avgjøld á flogferðir hjá fólki, sum vilja fara í summarfrí aðrastaðni.
Og Sunak endaði røðu sína við at kunngera, at bretska stjórnin fer heldur ikki at banna nýtt olju- og gassvirksemi. -Tí vit vilja ikki vera bundin at innfluttari orku frá útlendskum diktatorum sum Putin.
Við hesum undirstrikaði forsætisráðharrin, at Bretland fer at lætta um tilgongdina hjá vanliga fólkinum í sambandi við grøna orkuskiftið.
Niðanfyri leinkja til brot úr røðuni hjá Sunak, sum The Guardian endurgevur:
https://www.theguardian.com/environment/2023/sep/20/rishi-sunak-confirms-rollback-of-key-green-targets
Keldur: Politiken, Energy Voice, The Guardian
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald