Tað var stórur spenningur í bretska parlamentinum í gjár, tá Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri tók orðið og kunngjørdi uppskot um at fremja tiltøk, sum kunnu lætta um hjá veikastu húsarhaldunum at rinda fyri høgu og hækkandi orkuprísirnar. Hóast ósemja hevur verið í stjórinini um eitt nú at áseta ein nýggjan eyka skatt á orkufeløg, sum hava havt ovurstóran vinning orsakað av høgu orkuprísurunum í seinastuni, so hevur stjórnin kortini gjørt av at áleggja eitt nú olju- og gassfeløgum, sum arbeiða í Norðsjónum eins og eystan fyri Føroyar, ein eyka skatt uppá 25%. Hesin skatturin skal m.a. vera við til at fíggja ein stuðulspakka til fyrst og fremst húsarhald við lægstu inntøkunum og harnæst pensiónistar og fólk við breki.
Rishi Sunak, fíggjarmálaráðharri hevur lagt uppskot fram um áleggja orkufeløgum eyka skatt fyri at fíggja hjálparpakka til fátækastu húsarhaldini.
Stjórnin heldur, at orkufeløg, sum hava havt nærum óavmarkaðan vinning orsakað av høgu orkuprísunum, eiga at rinda nakað meira aftur til samfelagið, serliga nú somu høgu orkuprísurin raka húsarhaldini so meint.
Stjórnin ætlar at rinda tilsamans 15 mia. pund í eini roynd at stuðla húsarhaldum, sum ikki megna at rinda sera høgu orkuprísirnar. Av hesum koma 5 mia. pund frá oljufeløgunum. Kortini sleppa oljufeløg, sum vilja gera íløgur í framtíðar virksemi, undan at skula rinda skatt av hesum íløgum. Hetta verður gjørt fyri at stuðla uppundir íløguhugin í sambandi við bæði olju- og gassvirksemi men eisini í íøgur í varandi orkukeldur og harvið grøna orkuskiftið.
Tað fellur kortini ikki í góða jørð hjá risastóru oljuvinnuni, sum fevnir um meira enn 200.000 starvsfólk, at feløgini nú skulu tvingast til at rinda ein nýggjan eyka skatt. Tey meta, at hetta fer at gera støðuna meira óstøðuga og ótrygga fyri oljufeløgini, sum um illa vil til, kunnu skerja sínar íløgur ella kanska heilt gevast við sínum virksemi í Norðsjónum til heldur at gera íløgur aðrastaðni. Tá táverandi fíggjarmálaráðharrin Gordon Brown í 2002 sett í verk eyka skatt á orkuvinnuna, varð úrslitið, at fleiri av oljufeløgunum fluttu sítt virksemi til onnur lond.
Loksins samdust teir, formenninir í báðum stóru flokkunum í bretska parlamentinum, Johnson og Stamer, um at seta í gildi eyka skatt á orkufeløg fyri at hjálpa veikastu húsarhaldunum.
Oljufeløg rinda í dag 40% í skatti av yvirskotinum og við nýggja skattinum koma tey at rinda 65% fram til desember 2025. Stjórnin vísir tó á, at vilja tey gera íløgur í virksemi í Norðsjónum, sum sleppa tey heilt undan eyka skattinum. Uppskotið sigur eisini, at koma orkuprísirnir niður aftur á vanligt støði, so verða krøvini til eyka skattin sett úr gildi.
Hetta hevur fingið øði í umhvørvisfelagsskapir, sum halda, at stjórnin á henda hátt leggur upp til at menna olju- og gassframleiðsljuna í Norðsjónum, hvat er í andsøgn til endamálið við grøna orkuskiftinum. Teir halda, at stjórnin við at sleppa oljufeløgum undan at rinda eyka skattin gera tey nýggjar íløgur í olju og gass, er at ganga beint ímóti tí grøna orkuskiftinum, sum skal steðga veðurlagsbroytingunum.
Stjórin í Offshore Energies UK vónsvikin av, at stjórnin ikki hevur lurtað eftir vinnuni.
Stjórin í felagnum hjá orkuvinnuni, Deirdre Michie er sera vónsvikin av stjórnini, tí hon heldur, at uppskotið við einum eyka skatti fer bara at gera tað uppaftur torførari at fáa orkufeløg at gera nýggjar íløgur antin tað er í olju og gass ella varandi orkukeldur, og hetta fer at kostar arbeiðspláss. Hetta fer eisini at gera, at tað verður torførari at røkka málinum um nett null útlátið í Bretlandi í 2050 og Skotlandi 2045, tí vit fara at síggja minkandi áhuga at gera íløgur í hvørki olju og gass og varandi orku. Vandi er eisini fyri, at feløg fara at rýma.
Bíðað verður nú eftir at frætta, hvussu nýggi skatturin fer at ávirka tey mongu orkufeløgini, sum arbeiða í Norðsjónum. Sum skilst, so kann undantøka av íløgum í nýtt virksemi eisini hava við sær, at feløg nú fara at skunda undir íløguvirksemi í eitt nú nýggjar útbyggingar herundir í økinum eystan fyri Føroyar. Lesið grein um hetta seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald