Politikararnir mugu fara frá burturav at hugsa um vindmyllur sum peningamaskinur, um grøni ídnaðurin skal trívast. Hetta sigur stjórin í donsku vindmylnufyritøkuni Vestas, Morten Dyrholm.
Hann vísir á, at vaksandi inflatión og rentutrýst hevur givið vindídnaðinum stórar trupulleikar, og tað er neyðugt, at politikararnir broyta hugburð til vinnuna, um grøni ídnaðurin skal kunna framleiða neyðugu myllurnar til grøna orkuskiftið. Hetta skrivar EnergiWatch.
Stór misnøgd er við úrslitið av seinastu umfevnandi bretsku havvindútbjóðingini, hóast hon ikki kom so dátt við, nú spurnartekin hava verið sett við vánaligu fyrireikingarnar. Ikki ein tann einasta umsókn kom inn til útbjóðingina.
-Null grønur streymur frá havvindi. Null. Hetta er tað, sum kom burtur úr útbjóðingini hjá bretsku stjórnini skrivar stjórin í Green Power Denmark, Kristian Jensen í eini viðmerking til málið í miðlinum Finans.
Og avleiðingin av miseydnaðu útbjóðingini sást alt fyri eitt. Danska Vestas boðaði straks frá, eftir at tað gjørdist greitt, at eingin hevði søkt um loyvi, at tað sleppur ella útsetir ætlanina at byggja eina verksmiðju í Bretlandi. Í hvussu er til útlitið gerst betri. Talan er ikki bara um grønt orkuskifti. Tað snýr seg eisini um arbeiðspláss í Bretlandi. Nú ivast Vestas stórliga í, um Bretland er tað rætta staðið at gera íløgur í grøna orkuskiftið sambært Morten Dyrholm frá Vestas. -Vit leggja okkum eftir at gera langtíðaríløgur, og har er Bretland eftir øllum at døma ikki staðið.
Hetta er so ikki einasta dømið um, at Vestas hevur gjørt av at sleppa íløguætlanum í útlandinum. Nú um dagarnar gjørdi fyritøkan av at taka aftur ætlan at gera stórar havvindíløgur í USA og Evropa orsakað av hækkandi rentu, inflatión og hækkandi rávøruprísum. Bara í USA rinda fyritøkur hundraðtals mió. kr. bara fyri at sleppa burtur úr havvindorkusáttmálum fyri at kunna spara milliardir.
Herfyri mátti Ørsted niðurskriva 5 mia. kr. í verkætlanum í USA. Peningurin fossar út úr køssunum hjá veitarum til vindorkuverkætlanir og kunnu hesar ávísa eitt undirskot fyri og annað eftir. Størsti kappingarneytin hjá Vestas, Siemens Gamesa hevur mist milliardir umframt at hava stórar trupulleikar við góðskuni á vindmyllunum. Vestas misti 12 mia. kr. í fjør og fyri 2023 tykist støðan ikki nógv frægari, tó at hon ikki er so ring sum í 2022.
Morten Dyrholm frá Vestas viðgongur, at uppá stutt sikt er stórt trýst á vindmylnuídnaðinum. Avbjóðingarnar eru stórar. Kortini viðgongur hann, at uppá longri sikt sær tað nógv betri út.
Vestas vil hava politikararnar at taka støðu til grønu framtíðina út frá verandi gongd. Ganga teir inn fyri at rinda prísin fyri grøna orkuskiftið er stóri spurningurin. Hann sigur, at prísirnir eru trýstir so langt niður, at teir hava rokkið botnin, og tí er tað rætt og slætt ikki lønandi at reka hesa vinnuna í løtuni.
-Vit eru noydd til at tosa um tey virði, sum havvindmyllur umboða. Tær gera nakað fyri veðurlagið, tær minka um elrokningina hjá brúkaranum, tær skapa arbeiðspláss og geva orkutrygd. Men hetta er ikki nakað, sum politikararnir taka við í sínum metingum. Alt snýr seg bara um at fáa so nógvar krónur úr havvindi, sum til ber. Og tí enda vit har vit eru nú.
Dyrholm heldur støðuna í Bretlandi vera eitt gott dømi um gongdina. Seinastu árini er prísurin fyri at útbyggja við havvindi vaksin sera nógv. Sama støða er við orkuprísunum. Men í bretska útboðnum var prísloftið tað sama sum í 2022.
Stjórin í Vestas viðgongur, at ikki bert politiska skipanin er orsøkin til ringu støðuna í vindorkuvinnuni. Eisini vinnan sjálv eigur sín part av ábyrgdini, nú hon bara hevur hugsað um at fáa sum mest burtur úr líka mikið hvussu. Hann er avgjørt ímóti stuðuli frá tí almenna og heldur, at henda vinnan má kunna standa á egnum beinum. Men hann heldur eisini, at nýhugsan krevst í sambandi við alla loyvistilgongdina, har tað ikki bara verður hugsað um prísin men so sanniliga eisini um góðskuna og um eina langtíðarætlan fyri menning av hesi vinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald