Hetta sigur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Runavík, nú eftir at norska orkufelagið Equinor hevur vitjað í Føroyum fyri m.a. at kunna seg um, hvørjar tænastur føroyskar fyritøkur kunnu veita til eitt nú framtíðar útbyggingar hinumegin markið í bretskum øki.
– Norskar oljufyritøkur hava verið í Føroyum bæði fyrr og aftur nú og hugt at umstøðunum, og tær lata væl at tí, tær hava sæð her, sigur stjórin í Atlantic Supply Base, Eli Lassen við SVF.
– At bretskir myndugleikar júst hava latið 24 nýggj loyvi til 17 orkufeløg at leita eftir olju og gassi m.a. á Atlantsmótinum, beint eystan fyri Føroyar, kann saktans kasta nakað av sær í Føroyum. Og at so týðandi orkufeløg sum Equinor, Shell og TotalEnergies varpa ljós á økið eystan fyri Føroyar er eitt gott tekin fyri framtíðar menningina í hesum økinum.
Frá framløgu á Hilton herfyri, har Equinor kunnaði um útbyggingina av Rosebank olju- og gasskelduni eystan fyri Føroyar.
Tað heldur Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base í Saltangará, ið saman við m.a. PAM Offshore og Faroe Offshore er ein fyritøka, ið beinleiðis er tengt at oljuvinnu. Hann fegnast um, at nýtt olju- og gassvirksemi er við at taka seg upp skamt frá føroyska markinum.
Hann vísir m.a. til vitjanina av Equinor í Føroyum herfyri, har gestirnir vóru rættiliga ovfarnir av, hvat Føroyar hava at bjóða fram av veitingum til eitt nú offshorevinnuna.
-Føroyingar hava nógvar tænastur av øllum slag, sum vit kunnu veita oljuvinnuni. Teinurin millum oljukelduna Rosebank og føroyska markið er ikki longur enn millum Runavík og Skálabotn. Har liggja so eisini aðrar keldur, so tað skal vera løgið, um ein politisk strika skal forða fyri, at einki er føroysku megin markið eisini sigur Eli Lassen, sum heldur fram:
-Tað eru avgjørt tænastur her sum oljufeløgini kunnu brúka. Tey hava longu verið her og fingið veitingar til boring av ikki minni enn níggju brunnum áður. Tað var so heldur ikki tað stóra, tey høvdu at finnast at. Tvørturímóti søgdu tey, at tænasturnar her vóru nógv betri enn tær tey fingu í Norra á summum økjum. Tað var gleðiligt at hoyra, og tað kom enntá frá norðmonnum sjálvum.
Eli Lassen man vera ein av teimum føroyingum, sum hevur gjørt einamest fyri at marknaðarføra Føroyar, tá talan er um eitt nú veitingar til altjóða oljuvinnuna. Her er hann stæddur í Aberdeen í fjør saman við umboðsmanninum hjá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) Louis Wilson á vitjan hjá stórorkufelagnum Equinor. Mynd Jan Müller
Eli Lassen vísir á, at talan er um eina ørgrynnu av tænastum, sum skulu veitast, tá farið verður undir eina so stóra útbygging sum Rosebank, herundir eisini fólk. -Vit í Føroyum hava longu víst, hvat vit kunnu, tá talan er um flutning av fólki frá pallum, og her kunnu bæði Atlantic Airways og flogvøllurin í Vágum avgjørt bjóða seg fram aftur til eina komandi oljuvinnu við markið.
Hann vísir so eisini á mongu nútímans hotellini í Føroyum, sum avgjørt kunnu bjóða 1. floks tænastur til eina komandi oljuvinnu á Atlantsmótinum. Síðani eru tað skipini, sum skulu hava bæði olju og proviant, so tað kann væl vera, at okkurt dryppar á okkum eisini í hesum høpinum.
Tá Equinor vitjaði í Føroyum herfyri gekk leiðin sum vera man eisini til Runavíkar, har vitjað varð hjá Runavíkar havn og ASB. Mynd Jan Müller
Eli Lassen, sum er næstformaður í Sjóvinnufelagnum, ið saman við FOÍB skipaði fyri vitjan av Equinor herfyri, heldur tiltakið riggaði sera væl og vísir á, at fleiri teirra, sum ongantíð høvdu verið her áður, vóru rættiliga bilsin yvir, hvussu væl samfelagið her í Norðuratlantshavi er skipað og útbygt.
-Føroyingar eru vanir við at klára seg sjálvar, og eru rímuliga sjálvstøðugir í nógvum tó ikki øllum, og tað kann vera ein góð søluvøra til stóra orkuídnaðin, sum nú hevur sett kós móti markinum.
Kelda: SVF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald